Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-01, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. apríl 2014 · Nr. 39 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hilmar Jan Hansen Um vikuskiftið vakti tað ikki sørt ans, at 19 ára gamli rennarin, Marnar Djurhuus, megnaði at taka yvir 25 ára gamla metið á hálva maraton­teininum, sum Absalon Hansen setti í oktober 1988 við tíðini 1.09.45. Ikki bara tók Marnar metið, men hann kapp­aði næstan ein minutt av tí, so nýggja metið nú eitur 1.08.52. – Saman við øðrum fór eg til Danmarkar við morgun­ rut­uni hjá Atlantsflogi fríggja­morgunin, og so rann eg mær ein túr fríggjadagin, tá eg var komin niður. Annars ráddi bara um hjá mær at hvíla beinini og at slappa av, so eg skuldi vera so væl fyri sum gjørligt til leygar­dagin, greiðir Marnar frá. Hann var tíðliga á fótum leygarmorgunin, og so fylgd­ust hann og Jan Elmar Sørensen startin, tí tað ráddi um at vera upp á pláss tíðliga, so teir skuldu fáa eitt pláss frammarlaga. – Tað eydnaðist eisini, tí tað tók mær bara tvey sekund um at koma út, so eg var beinanvegin í gongd. Men av tí sama bleiv ikki møgu­leiki fyri at hita upp, sum vanligt er at gera, men Marnar helt, at hóast hetta ikki var optimalt, so mundi tað ikki bila, tí tað var heitt í veðrinum, eini 12 stig, og so var eisini meira ella minni stilli, sigur Marnar. – At starta upp á henda mátan, har einir 30.000 aðrir rennarar eisini vóru við, var sjálvandi heilt øðr­vísi enn tað, eg eri vanur við. Til dømis vóru vit um hálvt­ hundrað, sum startaðu hálva maratonteinin á Oyggja­leik­ unum á Bermuda, tá eg tó gavst vegna krampa. Men hóast tað nógva var øðrvísi í Kjøpinhavn, gekst tað tíbetur væl, og mær eydnaðist at fáa sum mest burturúr. Tveir dagar undan frá­ ferð­ini úr Føroyum hevði Marnar Djurhuus verið so fram­ligur, at hann skrivaði til Absalon Hansen, at nú fór hann til Danmarkar at renna og ætlaði sær at taka hatta gamla metið hjá honum, og hann fekk eisini øll góðynski til tað frá Absalon. – Tá eg so var komin í gongd á gøtunum í danska høvuðs­staðnum leygardagin, gekk tað nógv betur, enn eg hevði væntað. Alt riggaði, sum tað skuldi, og hóast eg hevði hopað, at eg skuldi koma undir ein tíma og 10 min­uttir, so byrjaði eg eftir 15 kilo­metrar at hugsa, at hetta saktans kundi blíva dagurin, har eg tók metið, sigur ungi morskranes­maðurin. – Eg føldi meg væl og tonkti, at eg kanska fór at klára tað, nú allar umstøður tóktust ganga upp í eina hægri eind, men eg má við­ ganga, at eg ikki hevði vænt­ að, at eg skuldi koma so langt sum ein minutt undir gamla metið. Maraton í skúlanum Góða tíðin hjá Marnari Djur­ huus gjørdi eisini sítt til, at hann bleiv bestur í sín­um aldurs­bólki, sum er 15-19 ár, so upp á ein máta kann sigast, at hann enn ongan­ tíð hevur gjøgnumført hálva maraton­teinin, uttan at vinna. Í føroyskum kapp­ ing­um á langteinum kennir hann ikki til annað enn at vinna, so tað hevur av álvara gingið sum fótur í hosu hjá honum, síðani hann av álvara kom upp í renningina og hevur verið við í kappingum. Men hetta við renningini hjá Marnari gongur nøkur ár aftur í tíðina, tí fyrstu ferð, nakað hoyrdist um henda unga rennaran, var á heysti í 2009, tá tað frættist av Strondum, at har hevði ein 14 ára gamal næmingur í skúla­renningini runnið einki minni enn allan tann stóra maraton­teinin, sum er 42 kilometrar og 195 metrar. Ta ferðina fingu vit her á blaðnum eisini orðið á unga rennaran, sum nokk er tann einasti næmingurin í før­oyska fólkaskúlanum, sum hevur runnið eitt heilt maraton, sum hann gjørdi í skúla­renn­ingini tann 7. oktober í 2009. Í samrøðuni við Sosialin greiddi Marnar tá frá, at hann upprunaliga hevði sett sær fyri, at hann skuldi klára maratonteinin, áðrenn hann fylti 16, men at hann seinni broytti tað til, at hann skuldi klára tað áðrenn hann fylti 15. – Undan skúlarenningini hendi so tað, at eg veddaði við onkran av hinum um, at eg fór at klára at renna 35 kilometrar. Men tá eg hevði runnið tað, helt eg meg klára teir sjey kilometrarnar aftrat, og tað gjørdi eg so eisini, greiddi Marnar frá ta ferðina. – Eg var rættiliga svangur, tá eg var liðugur at renna. Men tá eg var komin heim, hevði fingið mær at etið og verið undir brúsuni, so var alt yvirstaðið og eg var væl fyri aftur. Tað var ikki so nógv øðrvísi at renna hesa ferð, enn tað vanliga er, tí eg eri í góðari venjing, segði hann. Henda dagin í skúla­ renn­ingini rann Marnar rann fyrst nakrar ferðir frá Stranda skúla til Sálar­bótará, sum liggur millum Kolbeinar­gjógv og Morskranes, og aftur til skúlan, har hann fekk at eta og drekka hvørja ferð, áðrenn hann herjaði á aftur. Tá hann so skuldi hava teir sjey kilo­ metrar­nar aftrat, rann hann frá skúlanum út á Raktanga og aftur, so samlaða longdin bleiv 42,195 kilometrar. Fylgir altíð skránni Í kjalarvørrinum á hesum sjáld­sama avriki, kom Marnar Djurhuus í samband við renni­felagið Treysti í Klaks­vík, sum ítróttarliga hevur verið hans­ara heim síðani, og har hevur hann eisini roynda rennaran og venj­aran, Guttorm Sørensen, at leggja sær lag á og at gera skrá fyri, hvussu Marnar best kann venja og fáa nakað burt­ur úr renningini. – Tá eg var við í hasi skúla­renningini, hevði eg í eini tvey ár runnið seks kilo­ metrar um dagin, men hevði so økt tað upp í 10 kilometrar. Tað var tó alt nokk so til­ vildarligt, tí viðhvørt rann eg og viðhvørt ikki, og so spældi eg eisini fótbólt, so tá rann eg sjálvandi nógv, greiðir Marnar frá. – Men so bleiv eg meira og meira bitin av renningini og endaði við at gevast við fótbóltinum, so eg bara rann. Og aftan á skúlarenningina gavst eg við fótbóltinum og fekst tá bara við renningina. Ein mánað eftir skúla­ renn­ingina, í november 2009, var Marnar til sína fyrstu venjing í Klaksvík, sum var eitt týskvøld, har tey fyrst runnu úti og síðani inni. Tá bjóð­aði Guttorm Sørensen sær til at gera eina skrá, sum Marnar kundi venja eftir. – Eg visti slett ikki, hvat ein slík skrá var fyri nakað, og yvirhøvur visti eg einki um renning. Men eg tók av og fór at fylgja hesi skránni, sum eg einki skilti av, og heilt skjótt merkti eg, at eg fekk nógv meira burturúr. Hetta gav nógv meira varieraða renn­ing við intervalvenjing, stuttum og longum teinum, skjót­ari og spakuligari renn­ ing og so framvegis, sigur Marnar. – At byrja við rann eg ikki so øgiliga nógv, kanska einar 50 kilometrar um vikuna, og tað var einki aftur ímóti tí, eg renning ítróttur Visti einki um renning Marnar Djurhuus visti einki um renning, tá hann fyrstu ferð rann heila maratonteinin í skúlarenning á Strondum. Síðani er nógv broytt, og hann eigur enn á at tapa eina rennikapping á langteini í Føroyum. Nýggjasta avrikið hjá honum var leygardagin, tá hann í HM-kappingini í Kjøpinhavn kappaði ein minutt av 25 ára gamla metinum á hálva maratonteininum Ein 14 ára gamal morskranesdrongur avmyndaður á heysti í 2009, eftir at hann í skúlarenningini á Strondum hevði runnið eitt heilt maraton, svarandi til 42,195 metrar. Síðani tá eru fleiri av dreymum hansara um renning gingnir út og hann er í dag ein av okkara allarfremstu rennarum Mynd: Hilmar Jan Hansen