týsdagur 1. apríl 2014síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 2. apríl 2014 · Nr. 39
ítróttur
geri nú. Nú renni eg onkun
tíð 130-140 km um vikuna
um veturin, men eitt sindur
styttri teinar og skjótari
um summarið. Tað er jú um
summarið, at flestu kapp
ingarnar eru, men so ræður
tað meira um at byggja sær
ein góðan grundform upp
um veturin.
Við øðrum orðum, so
hevur renning síðstu sjey
árini verið ein fastur partur
av
gerandisdegnum
hjá
Marnari, ið sigur tað vera
sjálvsagt, at hann fylgir
renniskránni, tí tað er neyð
ugt, skal hann fáa nóg nógv
burturúr.
– Er ringt og keðiligt veð
ur, vindur og kalt, so ber altíð
til at renna á rennibandi
innandura, men annars royni
eg at renna so nógv úti, sum
eg kann. Tað einasta, ið kann
forða mær, er um eg havi
onkran skaða, men annars
renni eg altíð eftir skránni,
sigur hann.
– Úti renni eg fyri tað
nógva fyri meg sjálvan, men
tá eg renni innandura, er
tað ofta eitt sindur meira
sosialt, tí tá er aloftast onkur
annar har eisini. Yvirhøvur
er rennaraverðin ein fínur
felagsskapur, har saman
haldið og vinarlagið er gott,
so tað er fínasta slag.
Fer ongan veg
Eftir at Marnar Djurhuus
fyri hálvumfimta ári síðani
rann maratonteinin í skúla
renningini, segði hann seg
hava ein dreym um at koma
til Oyggjaleikir, og tann
dreymurin gekk út longu
tvey ár seinni, tí hann var
við á Oyggjaleikunum á Isle
of Wight í 2011 og nú aftur á
Bermuda í 2013.
– Annars havi eg ongar
ætlanir um at flyta av land
inum, fyri at gera meira við
renningina. Í øllum førum
ikki fyribils, tí eg trívist fínt
við at vera heima í Føroy
um, sigur Marnar, sum í
løtuni arbeiðir sum bakari
í Saltangará, men undan tí
hevur verið á kokkaskúla í
Klaksvík, arbeitt sum kokkur
í Havn og eisini hevur bakað
í Klaksvík, so hann er ikki
heilt ókendur við forskotnar
arbeiðs- og songartíðir, ið tó
ikki hava forðað fyri renn
ingini.
– Nei, tað ger mær ikki
mun. Sum nú er, fari eg til
arbeiðis klokkan fimm um
morgunin, men eg eri so
liðugur klokkan eitt seinna
partin. Vanliga fari eg heim
at leggja meg eftir arbeiðstíð,
áðrenn eg fari uppaftur at
venja. So plagi eg at slappa
av og hvíla meg, til eg skal til
arbeiðis. Renningin fer við
einum 15 tímum um vikuna
og um veturin onkuntíð
meira enn tað, men mær
dámar at renna, so í míni
verð hevur tað einki at siga.
Í vetur hevur 19 ára gamli
morskranesmaðurin
havt
øgiliga góða framgongd, um
framt at hann er sloppin
undan skaðum og teimum
bakkøstum, tað kann hava
við sær.
– Tíðirnar eru blivnar
betri og betri alla tíðina, so
tað hevur gingið stútt framá.
Nú fer so summarið at koma,
og tá ætli eg mær at vera við
í so nógvum kappingum,
sum gjørligt. Fyrsta stóra
avbjóðingin verður ein árlig
ungdómskapping í Göteborg
í Svøríki, har eg fari at vita,
um eg ikki kann koma so nær
15 minuttum á 5.000 metra
teininum, sum gjørligt, sigur
hann.
– Men tá vit tosa um
mál í framtíðini, so er tað
heilt greitt at vinna metall
á Oyggjaleikunum. Og tey
næstu árini verður tað á
teimum somu teinunum, at
eg fari at royna meg, so hálvt
maraton passar mær fínt, tí
tá kann eg samstundis vera
so mikið væl fyri, at eg eisini
kann renna hinar kapp
ingarnar, 5.000 og 10.000
metrar. Fulla maratonteinin
tími eg ikki at hugsa um
enn á sinni, tí hann er so
drúgvur og krevur so øgiliga
nógv, umframt at tú ert full
komuliga í knúsi aftaná. Tað
kanska eg fari at royna aftur,
tá eg verði eldri, men er heilt
avgjørt ikki á skránni her og
nú.
renning
Hann
tekur
fleiri met
– Tað eru ikki øll, sum
taka venjingina líka gott
til sín, hóast tey venja
nógv, men Marnar sær
út til at vera ein, ið hevur
tað, sum skal til. Tað
krevur nógv, men hann
sær út til at hava tað,
sigur Absalon Hansen,
ið átti gamla metið á
hálva maratonteininum,
ið Marnar Djurhuus tók
í Kjøpinhavn um viku
skiftið.
– Eg skrivaði saman
við honum á Facebook
kvøldið fyri renningina
og ynskti honum góða
eydnu, sigur Absalon, sum
sjálvur var 28 ára gamal,
tá hann niðri í Danmark
setti sítt met í hálvum
maraton tann 15. oktober í
1988, umframt at hann um
sama mundið eisini setti
fleiri onnur met – harav
nøkur standa enn!
– Mær ger tað einki,
um metini hjá mær verða
tikin, tí ongantíð betri,
enn at so er. Tað kann
tykjast løgið at eiga met
so leingi, men fyrr ella
seinna mást tú rokna
við, at tey verða tikin. Og
tað skal ikki undra meg,
um Marnar tekur okkurt
aftrat,
sigur
Absalon
Hansen, ið heldur tað
vera rætt av Marnari at
satsa upp á teir styttru
langteinarnar og bíða við
fulla maratonteininum.
– Tá tú skalt renna fult
maraton, kann tað bara
koma til góðar, at tú ert
skjótur á teimum fyrstu
10 kilometrunum, so í
mínum eygum er Marnar
á rættari leið. Hann skal
bara halda fram, sum
hann ger tað nú, tí hann
er í ungum árum og
hevur tíðina fyri sær sum
langteinarennari.
Enn eru tó fleiri eldri
met eftir at taka hjá
Marnari, tí Albert Marni
Joensen eigur føroysku
metini á 5, 10 og 15
kilometrum, sum hann
setti í 1993 og 1994, og so
eigur Absalon Hansen
framvegis metini á 20 og
30 kilometrum, umframt
á fulla maratonteininum
– øll frá 1988.
hilmarjan@sosialurin.fo
»We can be heroes« stendur á blusuni, 19 ára gamli
Marnar Djurhuus og hinir rennararnir um vikuskiftið
fingu í Kjøpinhavn, tá HM var í maratonrenning har.
Hann var kanska nærri tekstinum enn fleiri av hinum,
tí tað eydnaðist Marnari at taka yvir 25 ára gamla
metið hjá Absalon Hansen á hálva maratonteininum
Mynd: Hilmar Jan Hansen
Absalon Hansen, átti gamla metið á hálva
maratonteininum ið Marnar Djurhuus
tók í Kjøpinhavn um vikuskiftið
Savnsmynd
Absalon: