Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-03, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. apríl 2014síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. apríl 2014 · Nr. 40 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 “Okkara høvuðsuppgáva er at geva fólki við kropsligum og sálarligum menningartarni best møguligar umstøður at menna síni skapandi evni og at økja lívsvirðið,” sigur Súsanna Hovgaard Clementsen, námsfrøðingur í Verkhúsinum Virkni, í Berjabrekku 2, í Havn. Á Virkni eru øll til arbeiðis Grækaris Djurhuus Magnussen - PRESS Verkhúsið Virkni er eitt verk­hús, har øll arbeiða. Ikki bara tey 12 starvsfólkini, men eisini teir 30 borgararnir, sum dagliga koma í Virkni. Og borgararnir, sum starvs­ fólkini siga, eru fólk við ymisk­um skerdum førleikum. Har­aftrat er onkur blindur, onkur er deyvur, fleiri hava autismu o.s.fr. Hetta eru tey fólkini við menningartarni í samfelagnum, sum hava minst møguleika at arbeiða. Kortini arbeiða tey øll. “Nøkur arbeiða við leiri og gera skálir og annað, onkur ger hálsbond, onkur annar ger sápur og sápuúrdráttir, onk­ur málar o.s.fr. Vit hava eisini eina sølubúð, sum er opin, tá vit eru til ar­beið­is, t.e. frá kl. 8.00 til 16.00 ger­ andis­dagar,” sigur Súsanna Clementsen. Hóast til ber at keypa vørur alt árið, so er tað til jóla, at stóra sølan er. “Borgarnir her í húsinum gleða seg alt árið til jóla­søl­ una. Hóast tey ikki siga so nógv, so síggja og merkja vit, hvussu spent tey eru, og hvussu errin tey eru av at hava framleitt eina vøru, sum onnur vilja keypa,” sigur hon. Arbeiða eftir førimuni Førleikin hjá borgarunum er rættiliga ymiskur, og tískil er eisini rættiliga ymiskt, hvat arbeiði ymsu borgararnir megna. Øll eru oman fyri 18 ár, og elsti borgarin er 56 ár. “Tað hevur stóran týdning, at tey merkja, at tey eru til nyttu, at tey duga nakað. Tí gera vit alt fyri, at tey skulu kenna tað sum, at tey veru­liga koma til arbeiðis. Tey hava fult skema hvønn einasta dag, og tá tey fara heim, eru tey móð, akkurát sum vit onnur, ið hava verið til arbeiðis,” sigur Súsanna Clementsen. Hon leggur dent á, at hes­ ir borgarnir eru partur av samfelagnum, og tað er gott fyri tey at merkja tað. Menningin frammarlaga Eitt av endamálunum er, at tey skulu menna tað kogni­ tiva, sosiala og krops­liga. “Øll menning er í grundini meiningsfult arbeiði. Vit hava t.d. ein ungan mann, sum ikki kann ganga. Har hava vit so ein serligan stól ella eitt serligt amboð, har hann kann standa. Tað mennist hann av, og tí er hann eisini í veruleikanum til arbeiðis ta løtuna,” sigur Súsanna Clementsen. Hon vísir á, at á Virkni er grundtankin, at øll menn­ ing er meiningsfult arbeiði. Arbeitt verður fram ímóti, at borgarin verður so sjálv­ bjargin sum tilber. Á tann hátt fær hann eina kenslu av at vera týdningarmikil í samfelagnum. Sosialpedagogisk útbúgving Fyri nøkrum árum síðan vórðu námsfrøðiligu útbúgv­ ing­arnar í Danmark broyttar. Frá at kunna útbúgva teg til annaðhvørt barnapedagod, frí­tíðarpedagog ella sosial­ peda­gog, var alt gjørt til eina felags pedagogútbúgving. Og soleiðis hevur eisini ver­ ið í Føroyum. Men júst í hes­um døgum eru tey farin at fyrireika broyt­ingar í náms­frøðiligu útbúgv­ing­ un­um í Danmark. Og skjótt ber aftur til at velja millum útbúgvingar: Barnapedagog, frítíðarpedagog og sosial­ peda­gog. Súsanna Clementsen er útbúgvin námsfrøðingur. Hon varð liðug við útbúgv­ ingina í Danmark í 2009. Henn­ara áhugi peikaði alla tíð­ina á sosialpedagogikkin. “Eg las eisini á einum goml­um sosialpedagogiskum skúla, har lærararnir vóru gamlir lærarar í sosial­peda­ gogikki. Og allar mínar upp­gávur vóru í sosial­peda­ go­gikki. Tí eri eg ómeta­liga fegin um júst hetta ar­beiðið á Virkni. Her arbeiði eg í veru­leikanum sum sosial­ pedagogur,” sigur Súsanna Clementsen. Hon metir seg hava lært nógv, síðan hon kom á Virkni. “Her ert tú noydd at hava eina meining, tað er onki sum eitur. Her eru fleiri starvsfólk og nógvir brúk­arar, og tú mást altíð duga at grund­ geva fyri, hví tú gert sum tú gert. Her eru starvsfólk, sum hava drúgvar royndir, og tí er so nógv á hesum arbeiðs­ plássinum, sum tú lærir rætti­liga nógv av,” heldur hon. Pedagogisk massasja Rørsla og venjing er ein part­ur av gerandisdegnum á Virkni. Haraftrat kemur peda­gogisk massasja. Hetta er ikki vanlig fysioterapi, men meira vælveruskapandi rørsla. At knýta borgarnar sam­an, og ikki bert at vera sosialur saman við starvs­ fólkunum. Massasjan er eitt arbeiðsamboð, til dømis kunnu tey fáa fótabað, fáa massera hendur, armar og bein - ella fáa eina heila krops­massasju. Endamálið er at borgarnir skulu kenna seg væl í egnum kroppi. “Um tú hevur pínu í bein­ inum til dømis, fært tú illa gjørt nakað annað. Tá kann tað vera gott at fáa massasju. Tað hevur jú stóran týdning ikki at sita ov nógv, situr tú ov nógv, kunnu liðirnir verða purøsir og brotna. Kuno Beller Á Virkni gera tey nógv burtur úr sonevndari virkisætlan. Til dømis liggja nógvir tímar aftan fyri hvørja einastu avgerð, tey taka. Her verður eisini SMTTE-háttalagið nýtt. Hugt verður eftir, hvat borgarin “søkir”, hvat megnar viðkomandi, hvør er styrkin, og á hvørjum øki skal tað serliga setast inn. Og hvat skal sum heild til, fyri at tiltøkini skulu rigga. Alt verður hugsað og tosað væl og virðiliga ígjøgnum, áðrenn tað verður sett í verk. Og her nýta tey eisini tað, rópt verður Kuno Beller- háttalagið. “Tað er ein háttur at kanna menningaraldurin hjá borg­arunum, altso at kanna, hvar tey eru í menningini. Hvørjum aldri eru tey, 5 mánaðir, 4 ár og so framvegis. Vit kanna kognitiva aldurin og sosiala aldur,” sigur hon. “Tað er vandamikið at meta ein borgara megna meira, enn hann í veruleik­ an­um ger. Tað leggur ov stórt trýst á teir. Tí er tað so týdn­ ingar­mikið at finna rætta menn­ingar­stigið. Við at fáa jaligar upp­livingar, styrkist sjálvs­fatanin, og gerandis­ dagurin verður betri,” heldur hon. Hon gevur dømi um ein borgara, sum situr í rullistóli, men sum “kann” ganga. Eftir at hava hugt eftir, hvat tey kundu gera, eru tey farin at ganga nógv meira við henni. Hon má vera í hjálmi, so hon ikki fær skaða, um hon dettur. “Vit fara eisini út í hagan at ganga við henni, tí har eru rørslurnar heilt øðrvísi enn eftir sløttum. Og hvør veit, kanska fer hon onkuntíð at kunna ganga sjálv,” sigur Súsanna Clementsen. Ein ungur drongur við spast­iskum rørslum megnaði ikki at koyra mat í munnin sjálvur sum 20 ára gamal. Í dag, eini tvey ár seinni, dugur hann at koyra mat í munnin sjálvur, um onkur hevur koyrt honum matin upp á gaffilin frammanundan. “Næsta málið er at læra hann at koyra upp á gaffilin. Hetta eru framstig, sum borgarin sjálvur er ómetaliga fegin og errin av,” sigur hon. Daniel Stern Daniel Stern er ein teoret­ik­ ari, sum lýsir ymisk háttaløg. Í einum háttalag finnur tú útav, í hvørjum “heimi” børn - ella borgarnir í hesum førinum, eru í. Talan er um fleiri heimar. “Eitt er t.d. sagnarheimurin. Pedagogisk massasja: Sólrun Ziska, pedagogur og massørur, og Poul Mynd: Grækaris Sosialpedagogikkurin er í brennideplinum hjá Pedagogfelagnum í vár, og í tí sambandi prenta vit fýra greinar um ymisk sosialpedagogisk virkisøki. Hetta er fjórða og síðsta greinin í røðini, sum journalisturin Grækaris D. Magnussen skrivar fyri Pedagogfelagið.