hósdagur 3. apríl 2014síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 4. apríl 2014 · Nr. 40
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tá eru tey komin í ein heim,
har tey kunnu siga søgur um
seg sjálvan. Og tað hevur
stóran týdning at finna útav,
hvørjum heimi tey eru í, tí
haðani arbeiða vit víðari til
næsta heimin. Hetta er ein
annar háttur at menna tey,”
sigur Súsanna Clementsen.
“Okkara borgarar arbeiða
hart í menningini, og vit eru
ómetaliga errin av teimum,”
sigur Súsanna Clementsen.
Tað er eins og ein heitur
andi er yvir øllum, hon
sigur. Og tú sært tað eisini,
tá tú gongur runt á Virkni.
Borgararnir eru góðir við
starvsfólkini.
Flenna
og
klemma. Og starvsfólkini
eru góð við borgararnar. Góði
hýrurin sæst aftur allastaðni
í húsinum. Og skemt verður
eisini nógv nýtt millum
starvsfólk og borgarar.
“Tað verður gingið høgt
upp í, at vit øll skulu hava
tað stuttligt,” sigur Súsanna
Clementsen.
Øðrvísi inklusjón
Súsanna Clementsen heldur
tað vera so uppi í tíðini at
tosa um inklusjón. Og sjálv
andi kann inklusjón vera góð
onkunstaðni og í onkrum
høpi.
“Um vit ímynda okkum,
at onkur av okkara fór í ein
vanligan skúlaflokk ella fór
í okkurt arbeiði úti í býnum,
so hevði viðkomandi kent seg
uttanfyri. Og einsamallan.
Tey høvdu lættliga dottið
niður ímillum. Og so høvdu
tey fingið eina ringa sjálvs
fatan. Tú kanst ikki inkludera
fyri ein og hvønn prís. Hátt
urin, vit inkludera er t.d. at
vita fara túrar út av húsinum.
Um summarið eru vit ofta at
síggja í býnum, og eina ferð
um vikuna eru vit í SMS.”
“Her á Virkni síggja og
hoyra vit borgarnar, hóast
teir onki mál hava. Vit ar
beiða alla tíðina fram ímóti,
at teir skulu samskifta síná
millum. Teir duga væl at
samskifta við okkum, men
tað er truplari at samskifta
sínámillum. Tá vit so síggja,
at onkur av teimum byrjar
at samskifta sínámillum, eru
vit glað, tí tað er altíð eitt
framstig,” sigur Súsanna Cle
mentsen.
Board maker
Av tí at fleiri av borgarunum
hava lítið og onki mál, nýta
tey “board maker.” Tað er
samskifti við myndum og
lutum.
“Eg kann siga við onkran
teirra, at nú fara vit at eta
matpakka, men tað er ikki
víst, at tey skilja meg. Tí
brúka vit myndir, og tær
skilja tey flestu. Vit gera
vikuskema við myndum, t.d.
at nú skalt tú eta, nú skalt tú
arbeiða, nú skalt tú á wc o.s.fr.
Vit brúka tað eisini ígjøgnum
dagin á ymsan hátt, t.d. er tað
ein genta, sum býtir fruktina
út til allar borgarnar hvønn
dag. Hon dugir ikki at telja,
men vit hava gjørt henni
eina skipan við myndum, og
soleiðis finnur hon útav, hvat
hvør einstakur skal hava.”
“Somuleiðis er tað, tá
borðreiðast skal. Við mynd
um sær viðkomandi, at so
og so nógvir koppar skulu
á borðið, so og so nógvir
tallerkar o.s.fr. Og tað riggar,”
sigur hon.
Ein av brúkarunum er
blindur og tosar ikki. Kortini
fáa starvsfólkini samskift
við hana. Her ber ikki til at
nýta myndir, men lutir. Hon
veit akkurát, hvat ymsu
lutirnir merka, sum hon fær
í hondina.
“Og so hevur hon lært at
brúka eyguni í samskiftinum.
Eg kann spyrja hana, um hon
vil hava kaffi, og koyrir hon
eyguni uppeftir, so vil hona
hava kaffi. Vil hon ikki hava
kaffi, ja, so koyrir hon eyguni
niðureftir. Soleiðis ber til at
læra borgarnar at samskifta
hóast
nógvar
forðingar,”
sigur Súsanna Clementsen.
“Við at geva borgarunum
ein skipaðan gerandisdag
upplivir borgarin forútsigi
ligheit, altso, her kemur
onki ella minst møguligt
óvæntað. Tað hevur stóran
fyri borgarnar, at teir vita,
hvat skal henda ein dag ella
eina viku. Tú gevur teimum
ein skipaðan dag og tryggar
rammur,” sigur hon.
Tað fyrsta, borgarin ger,
tá hann kemur inn á Virkni,
er at ganga ígjøgnum dag
skemaðið. Ivast hann, so
kunnu ber altíð til at venda
aftur til skemaðið at síggja,
hvat hann nú skal gera.
Ein annar háttur at sam
skifta er “tekn til talu”. Tað er,
at starvsfólkini hava eitt slag
av teknmáli - samstundis
sum tey tosa. Onkur er,
sum kanska ikki skilur tað,
sum sagt verður, og tá kann
tað vera gott við teknmáli
aftrat. Kropsmálið hevur
eisini stóran týdning, og tí
leggja starvsfólkini seg eftir
at hava eitt rættiliga greitt
kropsmál.
Marte meo
Marte meo-háttalagið verður
nógv brúkt á Virkni. Tað er
háttalag úr Hollandi, har
høvuðsamboðið er sjónband.
Er onkur serlig avbjóðing,
sum stendst í sambandi við
ein borgara, so verður Marte
meo ofta brúkt.
“Her verður ein borgari
sjónbandaður saman við ein
um starvsfólki. Upptøkurnar
vera væl greinaðar fyri at
síggja, hvat gerast kann fyri
at betra um støðuna, ella at
loysa ivamál, sigur Súsanna
Clementsen.
“Marte
meo
er
eisini
annað og meira enn bara
sjónbandaupptøkur. Og vit
arbeiða sum heild nógv við
Marte meo-háttalagnum á
Virkni,” sigur hon.
Súsanna Clementsen er
glað fyri sítt arbeiði.
“Eg
gleði
meg
hvønn
einasta dag at fara til arbeiðis.
Borgarnir geva mær so nógv,
ja, eg elski mítt arbeiði,” sigur
hon við einum brosi.
Súsanna Hovgaard
Clementsen, pedagogur,
trígvist væl í sosial
pedagogiska
umhvørvinum á Virkni
Mynd: Grækaris
Leirverkstaðið: Martin arbeiðir við leiri. Ivaleyst okkurt at selja til jóla
Mynd: Grækaris
Navn: Súsanna Hovgaard
Clementsen
Aldur: 30 ár
Úbúgving: Pedagogur
Maki: Tórður Bærentsen
Børn: Melani, 3 ár
Starv: Pedagogur á Virkni
Bústaður: Tórshavn
Fakta
Lis Eliasen, pedagogur, ímillum Liljuna og Janu
Mynd: Grækaris