Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-01, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mai 2014síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 49 · 2. mai 2014 4 VIKUSKIFTI orkar ikki meir – Eg havi altíð havt tann hugburðin, at eg vil vera bestur í tí, eg geri. Seinastu árini havi eg eisini vunnið ymsar kappingar og sett týdningar­ mikil met innan styrki, men nú orkar kroppurin ikki meir, og eg gevist, meðan væl er. Tað sigur Bogi Hammer, sum eftir at hava íðkað styrki­ venjing í nógv ár, velur at gevast við kappingum á høgum stigi Styrki Rannvá G. Fossaberg rannva@sosialurin.fo Hann hevur verið ein av Føroya sterk­ astu monnum seinastu árini, hevur vunnið fleiri styrkiskappingar og sett føroysk met innan styrki. Men tá kapp­ingin Føroya Sterkasti verður í juni mánaði, verður tað tann seinasta kappingin av sínum slag fyri 37 ára gamla Boga Hammer. Eftir at hava íðkað styrkivenjing ein stóran part av lívinum hevur sterki Havnarmaðurin tikið avgerð um at steðga við at kappast innan styrki á høgum stigi. – Eg luttaki í kappingini Battle of the North fríggjakvøldið og so aftur í einari kapping í juni mánaði, men aftan á tað velji eg at blaka handklæðið í ringin. Seinastu tíðina havi eg drigist við so nógvar skaðar og pínu í kroppinum, at eg føli, at tað er ikki tað vert meira, sigur Bogi Hammer, ið er útlærdur skipari og dagliga starvast sum stýrimaður innan norsku oljuvinnuna. – Eg merki, at tað er nú, eg skal finna hurðina og gevast við styrkiskappingum á høgum stigi, tí soleiðis, sum støðan er, føli eg, at eg offri meir, enn hvat eg fái burtur­úr við allari venjingini og teim­um ymsu kappingunum, sigur Bogi Hammer. Vil vera bestur Longu sum heilt ungur fekk Bogi Hammer áhuga fyri styrkivenjing, tá hann sá, at hann hevði røttu egin­leik­ ar­nar. – Áhugin bleiv fyrstu ferð vaktur, tá eg saman við flokksfeløgunum í 9. flokki fór í tað gamla Form & Figur, har vit skuldu royna okkum í bonkpressi. Flestu dreingirnir lyftu eini 50 kilo, men eg kláraði 102 kilo sum einki. Tá visti eg, at hetta var nakað, sum eg ivaleyst kundi venja og blíva enn betri til, for­ telur Bogi Hammer, sum líka síðani hevur vant styrki regluliga. Tað er tó ikki bara styrki, ið Bogi Hammer hevur tikist við í frítíðini. Sum barn og ungur royndi hann seg innan fleiri ymsar ítróttargreinar. – Eg havi fyri so vítt roynt meg innan allan ítrótt og havi verið Føroya­ meistari í tilsamans seks ítróttar­grein­ um, fortelur Bogi Hammer, ið hevur FM-gullheiðursmerki innan hondbólt, fótbólt, badminton, tennis, flogbólt og styrki. Sjálvur heldur hann, at hann hevur ein ótroyttiligan vilja til at vera bestur, og tað er eisini av av høvuðsorsøkunum til, at hann hevur staðið seg so mikið væl innan styrkivenjing í Føroyum. – Eg eri kappingarmenniskja um ein háls. Eg vil altíð vinna – eisini tá talan bara er um eitt borðspæl saman við døtrunum, sigur Bogi Hammer. Berjist ímóti kilounum Fyri sjey árum síðani fór Bogi Hammer undir at venja styrki miðvíst og at lut­ taka í styrkiskappingum í Føroyum. – Tá byrjaði eg at arbeiða innan olju­vinnuna, og skipini vóru so ótrúliga væl útgjørd við amboðum og tólum í venjingar­hølunum umborð, so tað var har, eg brúkti ein stóran part av frítíðini um­borð, sigur Bogi Hammer og heldur fram: – Nú hevur tað altíð ligið væl fyri hjá mær, og eg havi havt góð evni hvat styrki viðvíkur, og sum tíðin leið, sá eg, at venjingarnar góvu úrslit, og eg bleiv sterkari og størri. Tað gav mær blóð upp á tonnina til at halda fram, greiðir Bogi Hammer frá. Seinastu árini hevur hann brúkt nógvar tímar við at venja eitt nú squat, deadlift, bonkpress og aðrar greinar Kroppurin