Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-01, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mai 2014síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 49 · 2. mai 2014 5 VIKUSKIFTI innan styrkilyft. Og fyri hvørja venjing setur hann fleiri kilo á vektstongina, so­leiðis at hann gerst sterkari. – Tú kanst siga, at eg berjist ímóti kilo­unum. Hvørja ferð eg fari í venjingar­miðstøðina at lyfta, er tað sum ein lítil finala, sum eg bara vil vinna. Og tá eg megni at gera eitt lyft betri ella orki at lyfta tyngri, so er tað ein ótrúliga feit kensla. Hinvegin so er tað líka so keðiligt, tá eitt lyft kiksar, og eg gerist ógvuliga argur og illur inn á meg sjálvan. Tað sigur eitt sindur um, hvussu nógv styrkilyftingin hevur at siga fyri meg, fortelur Bogi Hammer, sum vanliga venur fýra ferðir um vikuna í einar tveir tímar hvørja ferð. Møtir nógvum fordómum Bogi Hammer dylir ikki fyri, at tað eru rættiliga nógvir fordómar um tey mann­fólkini, ið fáast við styrkivenjing og eru stórir á vøkstri. – Nógv halda, at vit venja okkum stórar og sterkar, tí vit onkursvegna hava undirlutakenslur. Sjálvur geri eg hetta, tí tað er nakað, eg eri góður til og klári meg væl í. Eg havi altíð verið høgur og eisini hampiliga kraftigur á vøkstri, men eg dugi væl at síggja, at styrki­venjing kann ávirka sjálvsálitið hjá einum ungum, klæntrasligum drongi, tá hann fer at venja miðvíst og gerst størri og sterkari, sigur Bogi Hammer. Við eini útsjónd sum Bogi Hammer hevur, sigur hann seg javnan uppliva, at fólk hyggja heldur skeivt eftir sær. – Fyri at siga akkurát sum er, so kenni eg meg ofta sum teknifilmsfigururin Shrek, soleiðis sum fólk hyggja at mær. Tað er ikki soleiðis, at tey siga nakað, men eitt eygnabrá kann eisini siga rætti­liga nógv, sigur Bogi Hammer, sum tó eisini skilir, at fólk eru forvitin og hyggja, júst tí hann er væl størri enn flest onnur mannfólk. – Summi halda, at menn sum eg síggja vanskaptir út, og tað dugi eg eis­ini í ein ávísan mun at skilja, tí vit hava jú ikki eina heilt vanliga útsjónd. Onkun­tíð haldi eg eisini, at tað styggir fólk at síggja menn, ið eru so stórir. Hin­vegin eru tað alsamt fleiri, ið venja styrki nú á døgum, og tí haldi eg, at fólk í størri mun enn áður eru farin av venja seg við at síggja hesar stóru menninar, greiðir Bogi Hammer frá. Í Føroyum er einki alment ítróttar­ felag fyri menn sum Boga Hammer, men hann slær fast, at teir eru fleiri, ið venja styrki á einum høgum stigi og ganga høgt upp í ítróttin. – Eg haldi eisini, at seinastu árini, vit hava havt styrkiskappingar í Føroyum, eru fólk farin at taka okkum og okkara ítróttargrein meira seriøst. Tað sæst eisini, tá kappingar so sum Føroya Sterkasti eru, tí tá klára vit sum einki at fylla eina stóra ítróttarhøll við eini 2000 áskoðarum, sigur Bogi Hammer. Ein tann størsti fordómurin, sum fólk hava um menn, ið fáast við styrki­ lyfting, er, at teir taka ólóglig evni fyri at blíva størri. Spurdur um hetta svarar Bogi Hammer fyrst heilt stutt: – Onkrir taka ivaleyst okkurt, men tað er ikki nakað, eg havi merkt nógv til, sigur Bogi Hammer, sum sjálvur við jøvnum millumbilum skal til alkohol- og narkoroyndir í sambandi við arbeiðið. – So tað sigur seg sjálvt, at eg fáist ikki við tey ólógligu evnini, slær Bogi Hammer fast, samstundis sum hann vísir á, at hann tekur ymisk kostískoyti og sokallaði proteinshakes. Hann heldur, at teir stóru menninir, ið íðka styrkilyfting, eru fyri órætti, júst tí at fólk hava lyndi til at halda, at teir taka ólóglig evni. – Kikarin skal ístaðin setast á teir ungu, klæntrasligu dreingirnar, tí tað eru ofta teir, ið hava kompleksir av ymsum slag og tískil ynskja at gerast størri og sterkari sum skjótast, tá teir fara undir at venja, sigur Bogi Hammer. Takkar fyri seg Seinastu tíðini hevur Bogi Hammer verið rættiliga nógv darvaður av skað­um, ið standast av hørðu venjing­ unum, og tí hevur hann valt at gevast í summar við at kappast á høgum støði. – Tað ávirkar míni nærmastu, tá eg fái ymsar snuddir og skaðar, og eg síggi eisini, at tey eru kedd um, at eg má dragast við skaðar. Eg merki væl, at aldurin hevur eina ávirkan á kropp­ in, hann er slitin og klárar ikki tað sama, sum hann einaferð kláraði, sigur Bogi Hammer, sum til so at siga allar kappingar­nar, ið hava verið seinastu trý-fýra árini, hevur fingið nýggjar skaðar. – Eg veit eisini, at fríggjakvøldið gong­ur tað heilt sikkurt galið, tí okkurt skal garantera slitna ella fara út av lagi á ein ella annan hátt. Soleiðis er tað bara, og kroppurin heldur simpilthen ikki til hetta meir. Nú er tað ikki tað vert meir, sigur Bogi Hammer og vísir á, at hugurin at venja á høgum støði tó fram­vegis er til staðar. – Tað hevði verið stuttligt, um eg var fimm ár yngri og kundi skrætt eini tvey ár úr álmanakkanum og satsa alt upp á ítróttin. Men nú velji eg at steðga, meðan væl er, og so ístaðin bara venja fyri at halda meg í form, tí eg kann ikki halda heilt uppat við styrkivenjing, sigur Bogi Hammer og leggur afturat: – Onkuntíð verður skipað fyri smá­ um, óformellum kappingum, og eg skal ikki avvísa, at eg verið at síggja onkra hendingaferð til slíkar kappingar. Men frá í summar er liðugt við teimum stóru kappingunum. Nú kunnu teir yngru sleppa framat, sigur Bogi Hammer. myndir: álvur haraldsen