hósdagur 1. mai 2014síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 49 · 2. mai 2014
6
VIKUSKIFTI
Hvat er starv títt?
Stjóri í Sp/f SMAKKA og yogalærari í Yogahúsinum.
Hvørja uppliving í starvinum
minnist tú best og hví?
Nú er SMAKKA spildurnýtt felag, sum byrjar við
at gera nýggja kafé í Norðurlandahúsinum. Tær
bestu upplivingarnar higartil eru tá ið vit fingu at
vita, at vit vunnu útboðið um kaffistovuna, og tá
ið vit gjørdu avtalu um samstarv við Hafnia.
Hvat er gott við starvinum?
At fáa møguleika at byggja eina fyritøku upp
heilt frá botni, sum hevur til endamáls at menna
útboðið av vælsmakkandi heilsugóðum mati.
Hvønn tónleik dámar tær best?
Alt eftir hvat høvi er, elski góðan tónleik. Mær
dámar t.d. væl sendingar hjá Kára Sverrisyni,
Meinhardi Jensen og Edvard Nyholm Debes.
Hvat ger teg í góðum lag?
Várið, tá alt sprettir á foldum, men eisini skifti til
hinar árstíðirnar, og tá ið eg hugsi um alt eg havi
at gleðast um, serliga mina familju og vinir.
Hvat ger tú í frítíðini?
Við smábørnum fer mesta tíðin saman við
teimum. Vit fara ofta smáar túrar og hava
onkuntíð matpakka ella døgurðan við okkum.
Ferðast tú í egnum landi?
Ja, men sum so nógv onnur kundi eg gjørt
meira av tí. Vit fara tó næstan hvørt summar
onkran tjaldtúr og undir Hamri í Froðba er
og hevur altíð verið mitt yndisstað.
Hevur tú húsdjór?
Ja, ein kritahvítan,
næstan 14 ára
gamlan frens,
sum eitur Ké
Er tú til aktiva feriu ella
vil tú sleikja sól á strondini?
So avgjørt til aktiva feriu, men eg hevði ikki
takka nei til eina fríviku á strondini just nú
Hvørjum hyggur tú eftir í sjónvarpinum?
Síggi ofta barnasendingar og tær
føroysku sendingarnar.
Hvønn ítrótt dámar tær best?
At hyggja at dámar mær best fimleik, dans og list
skoyting, sjálv dámar mær at renna, dansa og spæla
hondbólt, tó at eg havi ikki spælt hondbólt síðani er
var heilt ung. (Yoga verður ikki roknað sum ítróttur).
Hvat er tín lívrættur?
Vælgjørdir grønmetisrættir, frískt grønmetisdjús við
nógvum ingiferi, og rísgreytur við kaneli. Eg elski eisini
ræst kjøt og ræstan fisk, men eti tað ikki serliga ofta.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
Nógvar ymiskar bøkur liggja opnar. Fyri tíðina verða
nógvar kókibøkur lisnar og bøkur um barnauppaling.
My experiments with Truth hjá Mahatma Gandhi liggur
eisini á náttborðinum og á kindle’inum havi eg í eina
tíð verið í gongd við at lesa Anna Karenina hjá Tolstoy.
Sigst, enn óváttað, men hvat ger
tað? Havi frætt, at eitt upp
skot er á veg úr hægri staði um
nýtt heiti til vikuna fyri páskir,
so siga nøkur, tí ósemja er um,
antin ein vika byrjar sunnudag
ella mánadag, og byrja páskirnar
hósdag ella sunnudag? Ruðu
leikin er við at gerast fullkomin.
Men, vikan, vit tosa um her, er
stilla vikan, dymbildagavikan,
men okkara millum stilla vikan.
Eggini verða rullað annan
páskadag, tí einki buldrar so
øgiliga sum eitt harðbalið egg,
sum fer í knús.
Mammon, hasin háli fanin,
vann borgarakríggið um jólini,
hoyrdi eg í Útvarpinum herfyri.
Nú er bara ein megahøgtíð
eftir hjá teimum kristnu, funda
mentalistiskum og lunkaðum.
Men nú er næst størsta
religiónin farin at hótta páskirnar.
Stilla vika skal tí brúkast til at
stilla kanónirnar. Hon skal eita
stillingarvikan. Skrúva og snara
og sikta eftir teimum, sum ikki
trúgva rætt.
Í ár brustu kristindómurin og
ítróttin saman um skírisdag, tí
kirkjutíðin bráddliga varð longd
nakrar timar pluss summartíð, so
handbólturin noyddist at taka eitt
alt ov langt timeout.
Ítróttin bakkaði, men tað
verður neyvan aftur.
Í ítrótti er loyvt at banna og
blóta, sparka og royta og hava
aðrar gudar, tá dómarin ikki
hoyrir ella sær. Men Gud hoyrir
og sær alt, eisini uttan fyri óvan
liga kirkjutíð. Eingin finala fyrr
enn klokkan hevur sligið seinastu
ferð, og dómarin bríkslað fyrstu
ferð. Øgiligur gangur í stillu viku.
Vána taktikkur hjá kirkjuni
kortini. Fólk durva skjótari ella
sovna eftir ein rimmar páska
døgurða enn seint fyrrapart,
millum ábitið og døgurðan við
heitari sós og súltutoyi.
Hetta er seinasti skansin hjá
løggildu skattafíggjaðu sálar
hjálpini. Og hann skal sjálvandi
verjast. Og, sum tey siga í ítrótti,
álop er besta verjan.
Útvísing í miðjari útgangsbøn.
Og so skuldi enn eitt meistara
verkið úr Hollywood vísast í
føroyska sjónvarpinum, men tað
langa fríggjakvøld. Tó ikki fyrr
enn børnini vóru farin í song, ella
áttu at verið farin í song.
Ikki tí at børnini og aðrar
veikar sálir tola ikki at síggja
Jesus. Nei, tí so nógvur harð
skapur er í filminum.
Síðani nær hava børn ikki
tolað at sæð fiktivan harðskap?
Í ongum filmum er so nógvur
harðskapur sum í teknifilmum,
teknifilmum fyri børn.
Teir verða vístir, áðrenn børn
ini fara í song.
Tey í kirkjuni hjá fólkinum
eru so ill um filmin um Jesus, tí
hann sigur vist ikki somu søguna
um Jesus enn ta 1900 ára gomlu,
sum er sannleikin for ever og ikki
pilkast skal við. Sannleikin er
altíð fremri enn fiksjónin, skald
skapur, lygn, hugurin at gera seg
upp og lata Jesus svíða fyri tað.
Latið hann nú fáa frið, gravar
frið.
Men, sum sagt, fyribils er
støðan 1-0 til kirkjuAliðið. Sein
asta bríkslið hevur tó ikki skrætt
tøgnina í stilluviku. Og bólturin
er líka rundur sum jørðin var
fløt, tá tey kristnu bardu seg upp
í fremstu deildina.
Fólkaræðið er í vanda. Føroyar
eru ein politikoloni, og tí er
eingin kriminalitetur her.
Tað var ikki hildið vera
ágangur á demokratiið fyrr, tá øll
í Føroyum avlurtaðu Tórshavn
Radio og loggaðu til slatur og
sleyg.
Men tá var loggingin ikki
uppfunnin og Kaj Leo var ikki
løgmaður, og heldur ikki tá var
nakar kriminalitetur, sum verdur
er at tosa heim um í avlurtaðari
telefon.
Størsti trupulleikin við fólka
ræðinum eru annars politikarar
nir, sum fólkið velur at ráða í
fólkaræðinum.
Fólkaræði er kriminielt.
Men revsiramman er max fýra
ár, so vit tosa ikki um harðan
kriminalitet.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Hildur Eyðunsdóttir
lagt til rættis: Leo Poulsen
Várið tá alt sprettir
á foldum ger meg
í góðum lag
Tað sigur Hildur Eyðunsdóttir, sum við nýggja
felag sínum júst hevur vunnið útboðið um kaffi
stovuna í Norðurlandahúsinum. Við smábørnum
fer mesta frítíðin, og vælgjørdir grønmetisrættir,
frískt grønmetisdjús við nógvum ingiferi, og
rísgreytur við kaneli, er hennara lívsrættur
Churchtime-out