mánadagur 12. mai 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. mai 2014 · Nr. 53
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
útlendsk arbeiðsmegi
Ingolf S. Olsen
Meðan nakað av larmi hevur
verið í sambandi við, at Løg
tingið fríggjadagin lækkaði
gáttina fyri, nær handverk
arar úr ES-londunum kunnu
koma henda vegin at leita
sær arbeiði og eisini linkaði
generellu
reglurnar
fyri
arbeiðsmegi úr ES, hevur
minni verið at hoyrt um eina
aðra broyting, sum serliga
skipasmiðjurnar kunnu gera
brúk av .
Við virknaði frá 1. apríl
var sonevnda útlendinga
kunngerðin nevniliga broytt,
soleiðis at útlendskir skips
smiðir,
maskinsmiðir
og
sveisarar nú kunnu koma
higar at arbeiða uttan fram
manundan at hava útvegað
sær arbeiðs- og uppihalds
loyvi eftir útlendingalógini.
Talan skal tó vera um
serstakt viðlíkahalds- ella
umvælingararbeiði,
og
tann einstaki handverkarin
kann í mesta lagi vera her í
tríggjar mánaðir.
- Hetta er ein ótrúliga
góður og skilagóður møgu
leiki,
sum
politikararnir
her hava givið okkum við at
broyta hasa kunngerðina.
Hon merkir einfalt, at vit nú
kunnu kappast við skipa
smiðjur í grannalondun
um um at loysa brákomnar
uppgávur í størri mun, sigur
Mouritz Mohr, stjóri í skipa
smiðjusamtakinum Mest.
Í tøkum tíma
Kunngerðarbroytingin kun
di valla rakt betri í tíð, tí
stutt fyri, at hon kom í gildi,
var eitt óhapp hent í Klaks
vík, har Slættaberg rendi á
Ågot, sum fekk stóran skaða.
- Tað eru júst til brá
feingis uppgávur sum hesa,
at nýggja kunngerðin er
sum skraddaraseymað til.
Her er brúk fyri sveisarum
og stálskipasmiðum, sum
vit ikki hava her heima.
Við
nýggju
kunngerðini
í hondini bar tað til hjá
okkum at fáa einar 15 pó
lendingar, sum hava neyð
ugu førleikarnar og sertifi
katini, at koma henda vegin
at gera arbeiðið.
- Um kunngerðin ikki
var, so høvdu vit mugað
farið tann langa og drúgva
vegin við at skula søkja um
visum og arbeiðs- og uppi
haldsloyvi. Tað kann taka
mánaðir, og tað er ikki vist,
at reiðaríið hjá Ågot hevði
havt tol til at bíða so leingi,
sigur Mourtiz Mohr.
Hann vísir á, at nýggi
møguleikin, har tað við
stuttum skotbrái ber til at
skaffa fólk, hevur alstóran
týdning, tá tað snýr seg um
útlendsk og føroysk skip,
sum eru á okkara leiðum,
og skulu hava okkurt gjørt
beinanvegin.
- Nú er aftur gongd í
oljuleitingini, og frálanda
skip eru á feltinum. Tá slík
skip fáa skaða ella skulu
hava okkurt gjørt, so skal
tað henda skjótt. Tá er ikki
tíð at bíða eftir arbeiðs- og
uppihaldsloyvum hjá teim
um, ið skulu gera arbeiðið, og
var kunngerðin ikki broytt,
so høvdu vit ikki kunnað
bjóðað okkum fram til hesi
skip í sama mun sum nú.
Vit skulu eisini minnast til,
at tað smittar væl av upp á
nógvar aðrar vinnur, tá vit
fáa hesi skipini sum kundar.
- Men kappingin er als
ikki avmarkað til okkara
heimasjógv. Nú hava vit
eisini nógv betri fortreytir
at bjóða okkum fram, hvar
tað skal vera í heiminum og
serliga í okkara grannalond
um, tí tað er vorðið so nógv
smidligari at útvega røttu
fólkini til uppgávurnar, sig
ur Mest-stjórin.
Ikki bíligari
Útlendingakunngerðin
hevur ongar avmarkingar
viðvíkjandi tjóðskapi hjá
teimum, sum koma higar, og
sigur heldur onki um, hvus
su teir skulu verða løntir. Tí
Betri atgongd hjá
útlendingum alt
at siga fyri Mest
Møguleikin fyri í eini handavending at kunna boðsenda útlendskum skipshandverkarum við serførleikum
til serligar uppgávur ger, at skipasmiðjan Mest nú er meira kappingarfør við útlendskar skipasmiðjur.
Hetta hevur ikki minst týdning, nú frálandaskip aftur arbeiða á landgrunninum og fyri onnur skip, føroysk
ella útlendsk, sum kunnu hava brúk fyri bráfeingis tænastum, sigur Mouritz Mohr, stjóri á Mest
Mouritz Mohr, stjóri í skipasmiðjusamtakinum Mest, fegnast um betraðu møguleikarnar at blanda seg í
altjóða kappingina, sum broytingin av útlendingakunngerðini hevur við sær. - Hetta er ein ótrúliga góður og
skilagóður møguleiki, sum politikararnir her hava givið okkum við at broyta hasa kunngerðina, sigur hann