hósdagur 27. mai 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 99 - 27. mai 2004
Nr. 99 - 27. mai 2004
9
Ráðstevnan við tí
lovandi navninum
hevði fleiri spennandi
røðarar at bjóða, men
serliga eitt sera vána-
ligt politisk kjak
gjørdi, at høvdið datt
meira á bringuna enn
á blokkin
RÁÐSTEVNA/
UMMÆLI
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Tey komu úr øllum ættum.
Summi við stórslignum
starvsheitum og hóskandi
búnum. Onnur komu sum
tey einaferð vóru. Øll
høvdu tey tað til felags, at
dagliga yrkið gav teimum
møguleika at vitja Christ-
iansborg ein vanligan týs-
dag í apríl til eina ráðstevnu
um búskap. Tey flestu før-
oyingar og grønlendingar.
Og sjálvandi eisini vóru
eisini fitt av dønum, onkur
úr Ìslandi og eitt umboð
fyri sendistovuna hjá Eri-
trea hevði á ein ella annan
fingið fatanina av, at hetta
var nakað fyri hann.
Norðuratlantsbólkurin
hevur við at skipa seg sum
bólk fingið hendur á einum
munagóðum bita av játtan-
ini til danska fólkatingið.
So stórur er bitin, at týð-
andi politisk evni kunnu fáa
eina gjølla viðgerð. Hesa-
ferð var tað búskapurin, ið
átti tørn. Skráin var eitt
sindur ørkymlandi á at líta.
Heitið var høvdið á blokk-
in, og sagt varð í kunnandi
tilfarinum, at ráðstevnan
fór at snúgva seg um før-
oyskan búskap. Røðararnir
vóru nógvir. Bæði altjóða
serfrøðingar
og
meira
heimligar typur við holllari
vitan greiddu frá, men tað
var torført at fáa eyga á
breiðu og nágreiniligu lýs-
ingina av búskaparstøðuni,
sum er neyðug, tá mann ger
greitt, at endamálið er
kunning, kunning og meira
kunning. Tað var ógvuliga
trupult at gera sær nakra
heildarmynd av saman-
hangunum.
Tað er vert at nevna, at
hugtók sum sjálvberandi
búskapur at kalla ikki vóru
at hoyra.
Á teimum næstu linjun-
um, eins og á teimum om-
anfyri, kunnu tygum lesa
subjektivu metingina hjá
undirritaða av ráðstevnuni.
Aðrastaðni á hesum báðum
síðum ber til at lesa meira
objektivar frágreiðingar til
tey ymsu evnini og ymsu
røðarnar, ið vórðu uppi og
vendu á ráðstevnuni.
Så smukt
Fyri at siga tað so einfalt
sum gjørligt, so var tað ikki
so nógv galið við hesari
meira ella minni politisku
ráðstevnuni. Ikki annað enn
politikararnir, altso. Og har
vóru teir donsku politik-
ararnir í serflokki at hála
virðið á ráðstevnuni undir
lágmarkið ta løtuna, teir
luttóku. Politikararnir úr
hinum pørtunum av ríkin-
um hava eisini staðið seg
betri enn týsdagin, men í
mun til donsku starvsbrøð-
urnar glógvaðu teir.
Umboð úr fýra donskum
flokkum sótu við pall-
borðið. Seinni sama dag
vóru týðandi politiskar
tingingar
skipanina
av
donskum kommunum í
framtíðini. Og tað var
kanska hetta torføra mál,
sum var á huganum á
donsku politikarunum. Ì
øllum førum tóktist donsku
politikararnir
fjarir
og
ógvuliga óvitandi. Evnið
hjá teimum var at røða um,
hvat Danmark væntaði sær
av blokkstuðulinum, og
høvuðsevnið á ráðstevnuni
var búskapur í ríkisfelags-
skapinum í sambandi við
rískisveitingar. Men tað var
kortini bert Marianne Jel-
ved úr Radikale Venstre,
sum kortini hevði tað
minsta av ítøkiligum við-
merkingum, og tað var eitt
lyfti um tosa víðari og
endurskoða. So var restin
ein long røð av innantóm-
um orðafellum um vakur-
leikan og styrkirnar í ríkis-
felagsskapinum, sum, alt
eftir politiskari yvirbevís-
ing, kann tykist mikið
skilagott, men í mun til
evnið var tað burturvið.
Men teir føroysku og
grønlendsku
politikarnir
høvdu eisini góðan hug at
tosa um kenslir heldur enn
tøl og blokk. Tað ber jú so
grúiliga væl til at varðveita
samstarv og brøðrabond
sum sjálvstøðugir statir,
ljóðaði tað ferð eftir ferð,
um nakar skuldi ivast.
Astrup rulaði
Tann so eyðkendi, næstan
føroyski, bankastjórin í tí
stóra bankanum í Føroyum,
Jørn Astrup Hansen, er
fastur fúsur, tá føroyska
samfelagsgongdin seinnu
árini skal lýsast. Tað er
valla nakar, ið megnar at
gera tað so gott sum Jørn
Astrup. Hann byrjaði væl,
men so gekk tað meira
striltið. Hann virkaði ikki
so væl fyri, sum mann
kanska skuldi vænta. Men
so var ikki. Tá hann hevði
rist tey heldur turru hag-
tølini frá sær, byrjaði
bankastjórin at bíta frá sær.
Og hann hevði nógv at geva
av.
Nógv fingu eitt prik.
Eingin meira enn føroysku
politikararnir. Ikki bert fyri
teirra vantandi vilja at
loyva pant í fiski- og ali-
loyvum, men tað er eisini -
sambært Jørn Astrup Han-
sen - nakað lort við øllum
hesum grunnunum og al-
mennu partafeløgunum og
vantandi privatiseringunum
og alt møguligt annað, sum
hann loyvdi sær at undrast
yvir.
– Der sidder sådan et
underligt slør i den færøske
økonomi, segði Jørn Astrup
Hansen millum annað.
Turt kjak
Ráðstevnan varð hildin í
stásiligum
umhvørvi
á
Christiansborg frá klokkan
níggju á morgni til nakað
væl út á seinnapartin.
Tvær reisir var kjak við
tveimum ymsum pallborð-
um. Og tað var næstan ikki
til at halda út. Politikararnir
megnaðu
hegnisliga
at
kvala sína egna ráðstevnu
við teirra gamla víni - í
gomlum fløskum.
Høvdið rakti ongantíð
rættiliga blokkin í tann
mun, at vit fóru nógv av-
stað við vitan, men eins
nógvari lítið týðandi sum
hent vitan. Fleiri hildu upp
á, at blokkstuðulin var av tí
ónda, men tað var meira
enn nakað annað av hug-
sjónarligum orsøkum og
ikki so nógv við búskapar-
liga greiningum. Tað vóru
mest orðingar sum "kann
vera skaðiligt" og "ynski-
ligt at avtaka blokkin". Tað
var kanska heldur ikki so
undarligt, at fólk á einari
ráðstevnu hjá loysingar-
sinnaða
Norðuratlants-
bólkurin ikki eru so glað
fyri blokkstuðulin.
Og tunga kjakið gjørdi, at
tað kendist meira sum at
fáa blokkin á høvdið - men
ongantíð endavendan.
Blokkin á høvdið
Henrik Vestergaard, Venstre, og Marianne Jelved, Radikale Venstre, sótu í politikarar
pallborðinum. Henrik Vestergaard er framsøgumaður í grønlendingamálum hjá Venstre, og
hann tóktist ikki at vita so nógv um Føroyar. Marianne Jelved segði seg hava hug at tosa um at
skipa blokkstuðulin øðrvísi.
Mynd: Heri á Rógvi
Formurin bilaði ikki. Jørn Astrup Hansen stórtrívdist á
Christiansborg, og tað gjørdi áhoyrarafjøldini eisini, tá hann
gav nøkur prik.
Mynd: Heri á Rógvi
Felagssalurin á Christiansborg var karmur um ráðstevnuna um búskap og blokk.
Mynd: Norðuratlantsbólkurin
Eitt føroyskt gjald-
oyra fær tað trupult,
líkamikið hvat til-
knýtið verður til
donsku krónuna,
sigur Bodil Nyboe
Andersen, stjóri fyri
Danmarks National-
bank
RÁÐSTEVNA
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Tað verður dagliga ikki
prátað serliga nógv um eitt
møguligt føroyskt gjald-
oyra. Hetta var eisini orsøk-
in til, at stjórin fyri Dan-
marks Nationalbank, Bodil
Nyboe Andersen, vildi siga
nakað um evnið. Eftir eina
gjølla lýsing av gjaldoyra-
skipanini í danska ríkinum,
hættaði hon sær at gera
nakrar viðmerkingar til
nakrar teoretiskar møgu-
leikar í sambandi við stovn-
setanina av einum møgu-
ligum føroyskum gjaldoya.
Stjórin fyri Nationalbanken
nýtir ikki nýmótans teldu-
forrit, tá hon leggur fram.
Og hon leggur ikki so nógv
í,
hvat
fyrireikararnir
ynskja at hon skal siga.
Men boðskapurin er púra
greiður. Tí sambært stjór-
anum fyri Nationalbanken,
so
kann
eitt
føroyskt
gjaldoyra fáa tað trupult.
– Líkamikið hvat til-
knýtið verður til donsku
krónuna, so verður tað ein
tungur burður at halda eitt
føroyskt gjaldoyra á einum
stabilum støði, sigur Bodil
Nyboe Andersen. Orsøkin
er einamest støddin á før-
oyska búskapinum.
Tríggir møguleikar
Í stuttum ber til at siga, at
ein skipan við einum
møguligum "sjálvstøðug-
um" føroyskum gjaldoyra
kann gerast upp á tríggjar
mátar. Aðrar skipanir eru
eisini møguligar, men tað
eru serliga hesar tríggjar
skipanirnar, sum eru gald-
andi. Eitt føroyskt gjald-
oyra nýtist ikki at vera so
nær tengt at loysingini,
men kann eisini vera ein
møguleiki, um Danmark
velja evruna sum gjaldoyra.
Ein tann mest vanliga
skipanin er ein skipan við
einum føstum kursi. Hend-
an skipanin kann merkja
eitt sokallað "currency
board". Tað merkir í stutt-
um, at eitt møguligt før-
oyskt gjaldoyra kundi verið
fastsett til donsku krónuna.
Tað er kortini upp til ein
føroyska landsbanka at
verja føroyska gjaldoyra
móti spekalatión. Bodil
Nyboe Andersen metir, at
eitt danskt statsgaranti vildi
givið betri umstøður. Stjór-
in fyri Nationalbanken
nevndi eisini møguleikan
fyri
einum
"vanligum"
fastkurs samstarvið, men
hesa loysnina helt hon
týðuliga ikki vera serliga
hóskandi, tí búskapurin er
so lítil, og ein tílík skipan
er rættiliga krevjandi.
Møguleiki er eisini at
hava eina skipan við sokall-
aðum "flótandi kursum".
Hetta er ein skipan sum
eins og vanliga fastkurs
skipanin setir stór krøv til
fíggjarpolitikkin, tí gjald-
oyra skal stýrast við serliga
rentuna. Royndir við tílík-
um skipanum í smáum bú-
skapi hava gingið serstak-
liga illa í hond, sigur Bodil
Nyboe Andersen.
Ein triði møguleiki er
eisini at "union" ella gjald-
oyra samstarv, har tað stórt
sæð er sum nú, men tað er
ein teoretiskur møguleiki
fyri, at ein størri partur av
ábyrgdini av umsitiningi
verður fluttur til Føroya,
men tað virkaði á Bodil
Nyboe Andersen at vera
ógvuliga lítið sannlíkt..
Konubrot
Hon ansar meira enn bert
vanliga væl eftir ikki at
blanda seg í nakað politiskt
kjak ella at geva sínar polit-
iskar meiningar til kennar.
Í danska búskaparheim-
inum er Bodil Nyboe And-
ersen ikki júst ein og hvør.
Rætta heitið er formaður
fyri stjórnina í National-
banken. Hetta starv hevur
hon røkt síðani 1995, men
gjørdist partur av ovastu
leiðsluni í Nationalbanken í
1990.
Hon varð útbúgvin í
búskaparfrøðingur í 1966,
og hon byrjaði stutt eftir at
undirvisa á Københavns
Universitet. Har var hon til
1980, tá hon fór í starv í
Andelsbanken og seinni
koncernchef í Unibank.
Ì Danmark er hon ein
ógvuliga nógv vird kvinna.
Bæði sum undirvísari og
stjórin er hon tiltikin.
Meira í morgin
Ráðstevnan "Høvdið á blokkin" rúmaði so mikið av nógv, at pláss varð
ikki fyri øllum í blaðnum í dag. Ì morgin ber til at lesa meira um
ráðstevnuna.
Menniskjaligur
kapitalur er tað
týdningarmesta
tilfeingið hjá Før-
oyum. Útbúgving og
mening av vitanini
verður avgerandi
fyri, hvussu føroyski
búskapurin fer at
klára seg í framtíð-
ini, sigur íslendski
professarin Thor-
valdur Gylfason
RÁÐSTEVNA
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Skal føroyski búskapurin
menna seg sum best í
framtíðini, gerst hetta
best við at útbúgva fólk.
Boðskapurin
hjá
ís-
lendska professaranum í
búskapi er greiður: Mest
av øllum er neyðugt at
menna menniskjaliga til-
feingið.
Thorvaldur Gylfason
leggur stóran dent á, at
hansara fatan av einari
framtíðarmenning av bú-
skapinum merkir, at mun-
andi minni partur av bú-
skapinum verður mynd-
aður av teimum tí slag-
num av arbeiði, sum
krevur lítlan og onga út-
búgving og í primeru
vinnugreinunum.
– Tað er vitan, ið skal til
fyri at skapa stóran
vøkstur. Hetta síggja vit
ferð eftir ferð dømi um.
Tú skapar ikki nóg stóran
vøkstur, og tað er ein stór-
ur vandi fyri afturstigum
við einari stóra óútbúnari
arbeiðsmegi
í
aftur-
gongdstíðum, sigur Thor-
valdur Gylfason.
Hann nýtti serliga Ír-
land sum dømi upp á ein
búskap, har umfatandi
vøkstur hevur merkt bú-
skapin seinnu árini. Og
hetta hongur ikki minst
saman við, at nýggjar
íløgur hava vent býtið av
arbeiðsmegini frá næstan
hundrað
prosentum
í
landbúnaðin
í
øðrum
primerum
vinnum
til
vinnugreinir grundaðar at
kalla bert á vitan.
At menna menniskja-
liga kapitalin er ikki nóg
mikið í sær sjálvum at
tryggja búskaparvøkstur,
leggur Thorvaldur dent á.
Ein marknaðarbúskapur
og møguleikar fyri so
fríum handli sum gjørligt
eru grundarlagið undir
einum
væl
virkandi
búskapi, sigur Thorvaldur
Gylfason.
Styrkja mentanina
Í Føroyum er støðan tann,
at ein sera stórur partur av
teimum, ið taka eina
hægri útbúgving, leitað
sær í onnur lond. Tey
flestu fara til Danmarkar,
men áhugin fyri øðrum
londum er eisini voksin
seinnu árini.
Vit spurdu íslendska
professaran í búskapi,
hvørt hetta kann gerast
ein trupulleiki fyri menn-
ingina, sum hann metir
vera avgerandi.
– Tvørturímóti er tað
ein fyrimunur, at føroy-
ingar
útbúgva
seg
í
øðrum londum. Tað kann
vera sera læruríkt fyri
tann einstaka at nema sær
vitan á útbúgvingarstøð-
um, har støðið kanska er
serliga høgt, sigur Thor-
valdur Gylfason.
Íslendski búskaparfrøð-
ingurin starvast í dag sum
professari við lærda há-
skúlan í Íslandi. Men
hann roynir á ongan hátt
at halda fólk í Íslandi í út-
búgvingartíðini.
– Eg eggi altíð mínum
bestu næmingunum at
fara uttanlands til góðar
skúlar. Hetta eiga vit ikki
at vera bangin fyri - held-
ur ikki í Føroyum, sigur
Thorvaldur
Gylfason,
sum sjálvur hevur lisið á
víðagitna Princeton há-
skúlanum í USA.
Ìslendski professarin
hevur eisini eitt boð upp
á, hvussu fólkið fæst aftur
til landið, tá útbúgvingin
er lokin.
– Tað er avgerandi at
styrkja mentanina. Hetta
skal skiljast soleiðis, at
íløgur mugu gerast frá
almennari síðu í mentan-
arlívið. Hetta er fyri at
skapa trivna í landinum
og fyri at fáa útnytta
styrkirnar í landinum,
sum jú ikki finnast aðra-
staðni.
– Tú kanst ímynda tær,
hvussu nógv betri tað
hevði verið, um føroying-
ar høvdu nýtt bert ein
lítlan
brotpart
av
tí
stuðulinum, ið varð latin
fiskivinnuni í áttatiárun-
um til Sjónvarp Føroya,
sigur Thorvaldur Gylfa-
son, sum ávarar ímóti at
undirmeta týdningin av
mentanarligum íløgum.
Íslendingar mennast
og lána
Thorvaldur
Gylfason
nýtti stóran part av sínum
fyrilestri á ráðstevnuni at
greiða frá gongdini hjá
íslendska
búskapinum.
Sum so mangur íslend-
ingur leggur hann stóran
dent á týdningin av, at
Ísland loystu frá Dan-
mark. Leiðin móti fullum
sjálvstýri
byrjaði
av
álvara í 1904, og komið
var stórt sæð á mál í
1944. Frá 1900 til 2000
var vøksturin í íslendska
búskapinum, máltur í
BTÚ fyri hvønn íbúgva,
2,5% í miðal um árið.
Hesin vøksturin skyld-
ast millum annað handil,
útbúgving og onnur bú-
skaparlig
viðurskifti.
Men íslendski búskapurin
hevur tað ikki bara gott.
Tí høga livistøðið er
fíggjað serliga við láns-
veitinginum og við lang-
um arbeiðsvikum. Saml-
aða skuldin er í dag eini
150% av BTÙ. Tað vil
siga, at samlaða fram-
leiðslan í Ìslandi átjan
mánaðir skal til fyri at
rinda skuldina aftur.
– Vit liva yvir evni,
staðfestir
Thorvaldur
Gylfason.
Víðagitin
Thorvaldur Gylfason er
sum nevnt professari við
lærda háskúlan í Reykja-
vík. Hann er ein viður-
kendur og nógv lisin í bú-
skaparfrøðingur, ið ger
seg galdandi í fleiri al-
tjóða høpum. Sum nevnt
varð hann útbúgvin á
Princeton. Àðrenn hann
fór aftur til Ìslands, hevur
hann millum annað starv-
ast hjá IMF í Washington
og undirvíst á hægri há-
skúlan í Evropa og í
USA.
Hann ger seg regluliga
galdandi í íslendska kjak-
inum. Frettablaðið hýsir
einaferð um vikuna hans-
ara viðmerkingum til ym-
isk viðurskifti, og hann
skrivar eisini javnan í
øðrum bløðum og í al-
tjóða búskaparligum tíð-
arritum.
Eisini
hevur
hann skrivað bøkur á
bæði íslendskum, enskum
og svenskum. Thorvaldur
Gylfason fyllir 53 ár í
juli.
Útbúgving er lykilin
Thorvaldur Gylfason er
ikki í iva um, at lykilin til
búskaparvøkstur í Føroyum
er at satsa upp á útbúgving
og menning av menniskja-
ligum kapitali.
Mynd: Heri á Rógvi
Trupult við egnum
gjaldoyra
Bodil Nyboe Andersen, stjóri fyri Danmarks Nationalbank, er
ikki hvør sum helst í danska fíggjarheiminum, og hon ansar
væl eftir, hvat hon sigur. Á ráðstevnuni greiddi hon frá um
gjaldoyru.
Mynd: Norðuratlantsbólkurin.
C
M
Y
K
9
8