hósdagur 17. juni 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 113 - 17. juni 2004
19
Nr. 113 • hósdagur • 17. juni 2004 • 78. árg.
Leygardagin 5. juni
skipaði Pennzoil fyri
smyrjioljuskeiði á
Hotel Vágum. Norð-
maðurin, Thomas
Bull Enger frá Bull
Enger A/S í Oslo,
greiddi frá hvat liggur
aftan fyri merkingar
av teimum ymsu
oljuproduktunum og
um krøvini frá verk-
smiðjunum
SMYRJIOLJA
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Fólk frá ymsum fyritøkum í
Føroyum vóru á einum
smyrjioljuskeiði á Hotel
Vágum leygardagin 5. juni.
Tað var Marner við Skipá
frá Sp/f Føroya Oljusølu í
Hoyvík, sum skipaði fyri
skeiðinum. Fyritøkan um-
boðar oljuproduktini frá
Pennzoil í Føroyum.
Norðmaðurin
Thomas
Bull Enger, marknaðar-
leiðari hjá norska Pennzoil
umboðnum, Bull Enger
A/S, greiddi frá krøvunum,
ið verða sett til tey ymisku
oljuproduktini.
Eisini
greiddi hann frá, hvat
liggur aftan fyri merkingar-
nar á teimum ymsu olju-
produktunum, so sum tøl,
bókstavir og aðrar merking-
ar.
Pennzoil er eitt ameri-
kansk smyrjioljufelag, sum
framleiðir øll sløg av olju-
produktum til skip, bátar,
øll sløg av akførum og til
ídnaðin, so sum hydraulik-
olju og líknandi. Tó verður
ikki brennievni framleitt,
eitt nú bensin og dieselolja.
Samstarvað verður mill-
um annað við bilverksmiðj-
ur, tá nýggjar motorar,
girkassar og annað skal
gerast. Til dømis er auto-
matgirkassin
á
nýggja
Chrysler Voyager gjørdur í
samstarvi við Pennzoil.
Verið við frá byrjan
Pennzoil hevur sín uppruna
frá tíðarskeiðinum, tá olju
av fyrstan tíð varð funnin í
Pennsylvania síðst í 1880-
unum. Tá var felagið South
Penn Oil Company við í
menningini av Bradford,
sum er heimsins fyrsta olju-
leitiøki.
Fyrst í 1960-unum bleiv
South Penn Oil Company
lagt saman við øðrum olju-
feløgum og nýggja felagið
fekk
navnið
»Pennzoil
Company«, sum fyrstu ferð
var børsnoterað í juli 1963
undir navninum »Pennz-
oil«. Pennzoil hevur í dag
22 prosent av amerikanska
smyrjioljumarknaðinum og
kann breggja sær av at vera
mest
selda
motoroljan
átjanda árið á rað.
Síðani fyrst í 1900-talin-
um hevur fyritøkan verið
marknaðarførd í Norra, og
síðani 1988 hevur norska
fyritøkan Bull Anger A/S
umboðað
Pennzoil
við
høvuðsskrivstovu í Sande-
fjord.
Yvir 20 ár á baki
Í Føroyum hevur Pennzoil
yvir 20 ár á baki. Í 1983 fór
George Jacobsen undir at
innflyta Pennzoil. Hann var
umboð líka til hann í 2002
gavst fyri aldur. Eftir tað
hevur tað verið Føroya
Oljusøla, ið hevur tikið sær
av at selja og umboða
Pennzoil í Føroyum.
Marner við Skipá, sum
eigur og rekur Sp/f Føroya
Oljusøla, sigur, at teir satsa
upp á at vera totalleveran-
dørar av oljuproduktum til
verkstøð og til ídnaðin.
Tó er vøruúrvalið breið-
ari enn so, og Sp/F Føroya
Oljusøla umboðar eitt nú
oljuprodukt frá ELF og
sápu frá Americol, ið eitt
nú er framúr sum reinsi-
evni, um óhappið er hent og
olja hevur dálkað onkra-
staðni.
Sp/f Føroya Oljusøla:
Pennzoil smyrjioljuskeið á Hotel Vágum
Ov fá nýta
trygdar-
beltini
TÍÐINDASKRIV
Sum kunnað varð um
frammanundan í press-
uni skipaði Politiið fyri
f e r ð s l u á t a k i n u m
"Trygdarbelti
v.m."
vikurnar 22 og 23 í
2004.
Samanlagt vóru 2743
akfør kannað. Ikki øll
akførini vóru í lagi. 439
rapportir vóru skrivað-
ar. Á 61 akførum vóru
ljósini ikki í lagi, 267
brúktu ikki trygdar-
beltini, 121 høvdu ikki
koyrikort hjá sær, á 24
akførum vóru dekkini
ikki í lagi, og ein var
tikin fyri rúsdrekka-
koyring.
Bøturnar komu sam-
anlagt upp á 117.685,-
krónur.
Undir átakinum hjá
politinum í ár hava 267
fólk fingið bót fyri ikki
at vera íbundin. Talið á
øðrum lógarbrotum er
munandi lægri.
Í somu kanningum í
2003 sótu 144 fólk ikki
íbundin og í 2002 var
talið 201.
Á hvørjum ári letur
landslæknaembætið
eina heilsulagslýsing.
Har verður nomið við
nýtsluna av trygdarbelti
í ferðsluni.
Í seinastu útgávu 7.
juni 2004 verður mett,
at umleið helvtin av
teimum 44, sum ikki
vóru í bundin, tá tey
lótu lív í ferðsluni árini
1986 til 2003 kundu
havt bjargað sær lívinu-
m, um tey brúktu
trygdarbelti.
Fríggjadagin 25. juni
verður eitt sokallað
MC-treff á Bileftir-
litinum í Havn, har
tær luttakandi motor-
súkklurnar verða
sýnaðar, meðan
eigararnir kunnu fáa
sær ein kaffimunn og
eitt prát saman við
øðrum motorsúkklu-
eigarum
TÍÐINDASKRIV
Seinastu árini er talið av
innfluttum motorsúkklum
til Føroya økt munandi.
Tí fer Bileftirlitið nú at
skipa fyri regluligum sýni
av hesum akfarabólki.
Ætlanin er at royna við
einum heldur ørvísi tiltaki
fríggjadagin 25. juni. Til-
takið verður á Bileftirlit-
inum í Tórshavn, millum
kl. 12.30 og 18.00.
Talan er um eitt sonevnt
MC-treff, har allir motor-
súkklueigarar eru vælkom-
nir.
Tær luttakandi súkklur-
nar verða síðan kannaðar
av sýnsmanningini á Bil-
eftirlitinum, meðan eigar-
arnir kunnu fáa sær ein
kaffimunn og eitt prát
saman við hinum motor-
súkklueigarunum.
Á henda hátt skuldi verið
gjørligt hjá okkum at fingið
sýnað eitt stórt tal av súkkl-
um eftir einum degi, sam-
stundis
sum
eigararnir
kunnu fáa ein stuttligan dag
burtur úr tiltakinum.
Tær motorsúkklur ið ikki
koma við til tiltakið verða
innkallaðar til sýn seinni.
MC-treff á Bileftirlitinum
Jákup Jacobsen, stjóri á Bileftirlitinum, og Búgvi Apol, deildarleiðiar. MC-treffið verður á
Bileftirlitinum í Havn fríggjadagin 25. juni millum kl. 12.30 og 18.00
Mynd: Jens Kristian Vang
Thomas Bull Enger frá Bull Enger A/S í Norra og Marner við Skipá frá Sp/f Føroya Oljusølu,
sum umboðar Pennzoil í Føroyum
Mynd: Magnus Gunnarsson
Fyrst í komandi ári
kemur ein heilt
nýggjur Ford Focus,
ið avloysir verandi
Focus, sum hevur
verið á marknaðinum
síðan 1998. Bilurin
verður fyrstu ferð
sýndur fram á Paris
Motor Show í sep-
tember
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Ford Focus kom fyrstu ferð
á marknaðin í 1998 sum
avloysari fyri Ford Escort.
Bilurin hevur roynst sera
væl og er ein av mest seldu
bilum yvirhøvur.
Á altjóða bilaframsýn-
ingini, Paris Motor Show, í
september, verður ein heilt
nýggjur og størri Focus
sýndur fram.
Hópframleiðslan byrjar í
oktober, og bilurin kemur
hendan vegin fyrst í kom-
andi ári.
Bilurin verður bygdur
yvir sama plattform sum
Focus C-Max, Volvo S40
og Mazda3.
Um motorskránna vita
vit at ein av bensinmotor-
unum verður ein 2,0 litur
við 150 hk og tveir diesel-
motorar við avikavist 109
og 145 hk.
Kelda: FDM / Motor
Nýggjur Focus í 2005
ÚTFERÐ
Tíðindaskriv frá Føroya
Ellisakførum
Sunnudagin verða ellis-
akfør aftur at síggja á veg-
unum. Seinastu árini hava
Føroya Ellisakfør skipað
fyri útferð longsta dag, og
soleiðis verður aftur í ár.
Hóast longsti dagur er
mánadagin, leggja ellis-
akførini til brots sunnu-
dagin, tá farið verður til
Selatrað.
Farið verður frá felags-
hølunum yviri við Strond í
Havn sunnumorgunin kl
10, og fara akførini í rað-
koyring norðeftir, har koyrt
verður gjøgnum bygd-irnar
á vegnum, eitt nú Kolla-
fjørð, Hvalvík og Streym-
nes og bygdirnar við Skála-
fjørðin.
Kl 13 verður grillað á
Skótadeplinum á Selatrað,
har ætlanin eisini er, at
børnini skulu kunna hugna
sær.
Av tí at steðgað verður
ymsa staðni á vegnum
verða fólk biðin um at hava
kaffi o. s. fr. við sjálvi.
Kostnaðurin fyri at verða
við er 50 kr fyri hvønn,
íroknað grill og okkurt aft-
urvið.
Tey, ið vilja verða við,
verða biðin um at tekna seg
hjá Petur á telefon 317036 í
seinasta lagi hóskvøldið.
Ellisakfør á Selatrað longsta dag
Nýggi Focus
verður ein størri
bilur enn
forgangarin
Aftan líkist hann nógv núverandi Focus
Ellisakfør á
Kongabrúnni
flaggdagin
Lexus seldir
í Japan
Toyota byrja fyrst nú
søluna av Lexus í
heimlandinum Japan.
Lexus verða gjørdir í
Japan, men higartil
bert til útflutnings
Kelda: Motor Magasinet
Sama bil-
merki aftur
Minni enn helvtin av
týsku
bileigarunum
keypa sama bilmerki
aftur, tá tann brúkti
bilurin verður skiftur
út. Mest trúfastir er
Audi og Mercedes-
Benz eigararnir
Kelda: Motor Magasinet
Kia og Hyun-
dai á havsins
botni
Á havsins botni í Suð-
urkinesiska havinum
liggja 4190 Kia og
Hyundai bilar eftir ein
samanstoyt millum eitt
suðurkoreanskt bila-
flutningsskip og eitt
annað skip. Meira enn
helvtin av bilunum
skuldu til Bretlands
Kelda: Motor Magasinet
C
M
Y
K
19
18