Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-26, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juni 2014síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 72 · 27. juni 2014 8 VIKUSKIFTI LURTA LES & UPPLIV lagt til rættis: Eyðun Klakstein Ed Sheeran, Jennifer Lopez og Willie Nelson eru aktuell við nýggjum útgávum Ert tú til frískan popp ella traditionellan country, so er ovmikið av nýggjum tónleika­ útgávum at lurta eftir í summar. Vit hava kagað í úrvalið og gjørt okkara egna úrval av nýggjum útgávum, sum tú kanst geva ein kjans í summar. Nakrar av fløgunum eru longu komnar út, aðrar eru ávegis komandi vikurnar. Manic Street Preachers Futurology Walisiski rockbólkurin, sum stórhittaði um aldarsskiftið, er ávegis við 12. studioútgávuni. Seinasta útgávan hjá bólkinum var meira friðarlig, men tað sigst, at walisarnir nú hava funnið aftur til sinnisrørsluna, øðina og litinskapin, sum hevur eyðkent nógv av teirra tónleiki. Jason Mraz Yes! 14 skeringar, sum eru meira akutstiskt merktar enn undanfarni tón­leikurin, eru at finna á fimtu studio­fløguni hjá Jason Mraz, sum byrjaði karrieruna við at spæla á kaffistovum í San Diego. Nú er hann altjóða kendur og hevur roynt ferðina upp á tóna­ tindarnar, hagar hann ætlar sær aftur við nýggju útgávuni. Sia 100 Forms of Fear Tað løgna við australsku Sia er, at tá ið hon tók ein steðga frá egnum útgávum og fór at skriva fyri onnur, gjørdist hon av álvara heimskend. Diamons hjá Riahanna er ein av sangunum hjá Sia. Ivaleyst hevur Sia goymt onkrar perlur til sína nýggju útgávu, og stakfløgan Chandelier gevur greiðar ábendingar um tað. Endaleikur hjá nýútbúnum sjónleikara verður framførdur á Tjóðpallinum Í hesum døgum er heims­frum­ sýn­ing av nýggja stórfilminum í Trans­formers-røðini, men upp undir hesar sýningar hevur órógv verið á framleiðsluni. Orsøkin er, at ein stórur kines­iskur stuðul hevur kravt filmin kliptan av nýggjum. Beijing Pangushi Investment, sum hevur goldið eina stóra millióna­upphædd til framleiðsluna er misnøgt við filmin. Felagið vil hava pengar­nar aftur og hevur biðið fram­leiðararnar klippa høvuðs­bygningin hjá felagnum, sum verður vístur í filminum, úr. Hetta skal alt koma av, at kinesiska felagið er misnøgt við, hvussu Paramount Pictures tulkar stuðuls­avtaluna. Hvørgin av pørtunum fæst at siga neyvt, hvat stríðið snýr seg um, men fram­leiðararnir ætla ikki at broyta filmin. Teir siga, at teir ar­beiða við at fáa trupulleikarnar við Pangushi loystar. Oddamaðurin í tungmálms­bólk­ inum As I Lay Dying, Tim Lambesis, situr í fongsli. Orsøkin er, at hann hevði roynt at leiga ein drápsmann at gera av við konu sína. As I Lay Dying skal eitast at spæla kristnan rocktónleik, men Lambesis sigur nú, at hann hevur bert viðurkent kristna trúgv fyri at selja fleiri fløgur. Í samrøðu við Alternative Press sigur Lambesis, at hann er ateistur og hevur verið tað í fleiri ár. Longu í studentaskúlanum vendi hann sær frá kristnu trúnni. Lambesis greiðir frá, at hann lat sum um hann var trúgvandi, tá ið tað kom til bólkin hjá sær, tí bólkurin gekk undir at verða ein kristin bólkur og hetta tryggjaði teimum fløgusøluna. – Tá ið ungfólk komu til okkum og spurdu, um tey kundu biða við okkum eftir eina konsert, segði eg bara »ja, sjálvandi, biðið bara«, sigur Lambesis. Hann leggur eisini eftir øðrum tónleikarum, sum eru við í kristnum bólkum og leggur teir undir at lúgva um sína trúgv. – Mín fatan er, at tey 12 árini eg spældi við As I Lay Dying vóru kanska 1 av 10 bólkum, sum vit spældu saman við, veruliga trúgv­andi, sigur Lambesis. Hann sigur, at teir í bólkinum tosaðu saman um, at teir kundu halda fram at virka tí kristna tón­leika­marknaðinum, hóast teir ikki vóru trúgvandi, og tað gjørdu teir so. Durita Dahl Andreassen er ný­út­búgvin sjónleikari úr sjón­ leik­ara­skúlanum á Århus Teater, og nú kemur hon til Føroya við einum øðrvísi leiki. Leikurin »Løfter« er júst fram­førdur fyri fullum húsi á Århus Teater og fyri fullum sali á Edison-pallinum í Betty Nansen Teatrinum í Keypmannahavn. Hetta er endaleikurin hjá Duritu á sjónleikaraskúlanum, og hon spælir saman við donsku Nannu Ceciliu Bang. Durita leggur ikki skjól á, at hon gleðir seg til at sleppa at fáa sínu debut sum út­búgvin sjónleikari í Føroyum. Um leikin skrivað tær: »Der var engang en forestilling, der faldt fra hinanden. Det var egentlig en simpel historie. En kærlighedshistorie, du allerede har hørt før. Og nu ligger den dér, på gulvet, i tusind stykker.« Leikurin verður spældur á Tjóð­pallinum leygardagin kl. 16.00 og sunnudagin kl. 18.00. Durita hevur áður spælt nógv­ar leikir í Føroyum, eitt nú sum partur av kvinnukabarettini, men eisini á Tjóðpallinum, har hon spældi við í leikinum »Aftan á undrið« hjá Jóanes Nielsen. Niels Uni Dam »Kristin« sangari trýr ikki Nýtt til summarið Kinesiskt felag vil hava Transformers-film kliptan av nýggjum Sangari í sokallaðu kristnum tónleikabólki sigur seg ikki trúgva á Gud og heldur, at støðan er tann sama við nógvum øðrum kristnum tónleikarum Stuðul krevur stórfilm broyttan Durita til Føroya við sjónleiki