hósdagur 26. juni 2014síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 72 · 27. juni 2014
9
VIKUSKIFTI
Louis Tomlinson, sum er ein
av sangarunum í heimskenda
dreingjabólkinum One Direction,
er til reiðar at taka myndir saman
við øllum teimum fjepparunum,
sum hava hug til tað. Tað er
líka ein treyt: Fólk skulu gjalda
2600 krónur fyri at sleppa at
taka mynd saman við honum.
Eisini bjóðar Tomlinson eina
serliga VIP útgávu í sambandi
við innsavningina. Fólk unnu
fyri 120.000 krónur sleppa
í VIP stovuna á leikvøllinum
hjá Doncaser at hyggja eftir
dysti og brúka 10 minuttir
saman við poppstjørnuni.
Alt hetta ger Tomlinson fyri at
savna pengar til fótbóltsfelagið
Doncaster Rovers.
Treytin er eisini, at innsavningin
samanlagt kann skaffa Doncaster
21 milliónir krónur, og tað merkir,
at fleiri túsund fólk skulu taka
av tilboðnum. Á heimasíðuni, har
fólk kunnu tekna seg til mynda
tøku, gongur støðugt rætta
vegin, og higartil eru einar seks
milliónir krónur komnar inn.
Doncaster Rovers spæla í
triðbestu ensku fótbóltsdeildini.
Louis Tomlinson er uppvaksin
í Doncaster og er fjeppari hjá
liðnum. Hann sigur, at hann vil
fegin gera nakað fyri at hjálpa
Doncaster til betri úrslit. Og
betri úrslit krevja pengar.
Ferðavinnufelagið Wonderful
Copenhagen hevur kannað,
hvussu nógvar pengar útlendsku
gestirnir til Grand Prixið í Keyp
mannahavn brúktu. Talan er um
ein spurnarkanning millum 1471
ferðafólk, sum vóru komin til
danska høvuðsstaðin at fylgja
Eurovision kappingini í mai.
Kanningin vísur, at hvørt
ferðafólk brúkti í miðal 1.095
krónur um dagin í Keypmanna
havn, og metingin er, at ferða
fólkini samalagt løgdu 127
milliónir krónur eftir seg.
– Vit eru fegin um tað, sum
vit fingu burturúr. Tað var í
grundini meira, enn vit høvdu
roknað við, sigur Lars Bernhard
Jørgensen, sum er stjóri fyri
Wonderful Copenhagen, við dr.dk.
Kanningin vísti eisini, at 63
prosent av Eurovision-gestunum
í Keypmannahavn vóru menn, og
miðaldurin á gestunum var 38 ár.
Selfie fyri 2600 krónur
Eurovision-gestir brúktu
nógvar pengar
Jennifer Lopez
A.K.A.
Seinnu árini hevur Jennifer Lopez stútt og støðugt sungið
sangir, sum eru farnir sum hitt um heimin. Á nýggju útgávuni
samstarvar Lopez enn einaferð við Pitbull, og hon hevur eisini
sent boð eftir Iggy Zalea, Nas og Rick Ross. Tónleikurin bjóðar
bæði klubbaveipandi og ljómborðslekran popptónleik.
Ed Sheeran
X
Reyðhærdi bretin er við at gerast
altjóða poppnavn, hóast hann ikki
hevur givið fløgu út í trý ár. Sangur
til filmin um Hobban, I See Fire,
hevur verið risaradiohitt, og nú
rungar sangurin Sing allastaðni.
Her er nakað stórt á veg.
Ariana Grande
(heitið ikki váttað)
Hon er eitt undurbarn frá
Nickelodeon sjónvarpsrásini, sum er
farin at kappast við Mariah Carey.
Í summar hevur hon verið ovast á
Billboard hitlistanum, og roknað
verður við, at nýggja útgávan hjá
henni bjóðar fleiri altjóða hitt.
Willie Nelson
Band of Brothers
Góði, gamli Willie Nelson hevur enn
einaferð verið í studio, og hóast
countryabbin hevur rundað 80 ár,
er hann framúr væl fyri. Røddin
er sera sterk, og gittarspælið
eyðkent. Á nýggju útgávuni eru
eisini fleiri frálíkir countrysangir.
Sangari í One Direction bjóðar fjepparum
at taka mynd saman við sær
Keypmannahavn
fekk 1.095
krónur um dag
burtur úr sínum
Eurovision-gestum
13 ára gamli Theo
veksur upp á Man
hattan í New York.
Hann er góður við
mammu sína, pápin
er rýmdur frá teimum.
Ein dagin vitja Theo
og mamman á lista
savni, har tey hyggja
eftir niðurlendskum
meistaraverkum
– millum annað
favorittverkinum
hjá mammuni, sum
er Fagurígðan hjá
Carel Fabritius.
Dagurin endar
sum ein sorgarleikur,
tí ein bumba brestur
og ger millum annað
enda á mamu Theo.
Ein doyggjandi maður
gevur Theo myndina,
tey hava hugt eftir, og
Fagurígðan (The Goldfinch) fær ein
afturvendandi leiklut í skaldsøguni,
sum er væl skrivað og spennandi.
Tað er Donna Tartt, sum
hevur skrivað skaldsøguna, ið
hevur fingið óvanliga góð um
mæli. Bókin hevur fyri kortum
eisini vunnið Pulitzer heiðurs
løn. Bókin finst eisini á donsk
um og kallast Stillidsen.
Sjáldan hevur ein skaldsøga fingið so góð
ummæli sum tann seinasta hjá Donna Tartt
LES!
Fagurígðan