Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-26, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juni 2014síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 72 · 27. juni 2014 10 VIKUSKIFTI Myndakvinna Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Søgufrøðingurin John Maloof var í ferð við at skriva eina uppgávu og leitaði eftir gomlum myndum. Hann vitjaði ofta loppumarknaðir, og hesaferð hevði hann eydnuna við sær og fann eina stóra eskju av gomlum negativum, sum hann fekk fyri 380 dollarar. John byrjaði at framkalla myndirnar og helt sjálvur, at tær vóru avbera góðar. Sjálvur hevði hann onga útbúgving sum myndamaður, so hann avgjørdi at leggja myndirnar út á internetið. Har vóru fólk ikki sein at viðmerkja og spaku­liga rann tað upp fyri John, at hann hevði funnið ein skatt. Myndirnar, hann fann, eru tiknar í New York, Chicago, París og aðrastaðni í heiminum í tíðarskeiðinum 1950-1970. Samanlagt hevur John nú funnið yvir 100.000 óframkallað negativ. Myndakvinnan Vivian Mayer sjálv náddi ikki at uppliva, at hennara myndir gjørdust kendar. Hon doyði í 2007 - 83 ára gomul. Barngenta Søgan um Vivian er óvanlig á nógvar hættir, tí Vivian var ikki myndakvinna, men starvaðist sum barnagenta alt lívið. Børnini, hon passaði, hava í samrøðum greitt frá, hvussu Vivian altíð hevði eitt fototól hangandi um hálsin, og at hon ofta tók tey við sær inn í býin fyri at taka myndir. Myndatólið, sum hon nýtti, var eitt sokallað Rolleiflex, har persónurin, tú tekur myndina av, ikki veit, at tú tekur hana, tí tú hyggur niður á myndatólið í staðin fyri ígjøgnum tað. Hetta hevði við sær, at smædna Vivian kundi koma per­són­unum nær, og tey flestu vita helst ikki av, at hon tók mynd av teimum. Fleiri kendir myndatakarar vilja verða við, at myndirnar hjá Vivian eru so góðar, at hon lættliga hevði verið ein av bestu fotografunum í 1900-talinum, um hon bara hevði givið seg til kennar. Men tað gjørdi hon ikki, og spurning­ urin um, hví hon bara tók myndirnar, og síðani lat tær liggja óframkallaðar, fær nokk ongantíð nakað svar. Síðani søgufrøðingurin John Maloof fann eskjuna við myndinum, hava tær ferðast um allan heimin, og fleiri bøkur eru givnar út um Vivian Mayer. Les meira um hennara verk á: www.vivianmaier.com Mynda­ skatturin Søgan um Vivian Mayer er søgan um, hvussu ein ókend barnagenta gjørdist heimskend myndakvinna fleiri ár, eftir at hon var deyð. Søgan byrjar á einum loppumarknaði í Chicago hjá Vivian Vivian Mayer var ein loyndafull kvinna við fáum vinum. Hon livdi einsamøll alt lívið og doyði 2007