Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-30, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. juni 2014síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 30. juni 2014 · Nr. 73 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Vit ætlar ikki at bróta nakra lóg í Føroyum. Tað hevur Sea Shepherd váttað fyri løgregluni í Før­ oy­um so seint sum fríggja­ dagin. Í alt summar verða umboð fyri Sea Shepherd eru her í Føroyum í stórum tali við tí endamáli at steðga grinda­drápi. Tað er ikki bara nakað, nógvir føroyingar hugsa um. Tað er eisini nakað, løgreglan held­ur eitt ógvuliga vakið eyga við. Áðrenn átakið byrjaði, vóru umboð fyri Sea Shep­ herd á fundi við løgregluna, og har vissaðu tey um, at ætlanin er at hava eitt friðar­ ligt mótmæli og at halda seg innan­fyri lógarinnar karmar. Og halda tey seg innanfyri lógarinnar karmar, hava tey grundlógartryggjaðan rætt at vera her, sigur Pet­er Thaysen, chef­politi­inspektør­ur. Sum tað sæst aðrastaðni í blaðnum, undrast Høgni Hoy­dal, tingmaður, á, at Sea Shep­herd yvirhøvur hevur fing­ið innferðarloyvi, tí tey hava alment boðað frá, at tey ætla sær at leggja seg út í grindadráp og sostatt ætla tey sær at bróta lógina. Men Peter Thaysen sig­ur, at sama, hvat er sagt og skriv­ að, hev-ur ein felags­skap­ur grund­lógar­tyggjaðan rætt at vera her, so leingi tey halda lógina og so leingi endamálið er at halda lógina. Og tað váttaði felags­skap­ urin fyri løgregluni, áðrenn tey komu higar. Men Peter Thaysen ásann­ar eisini, at síðani tey ko­mu higar, er mangt og hvat sagt og skrivað, og limir í Sea Shep­herd hava ferð eftir ferð ført fram, at grindadráp skal steðgast, hvussu so víkir og vendir - Vit hava eisini lagt til merkis, hvussu harðliga orð­ini eru fallin og tískil boð­sendu vit Sea Shepherd á fund so seint sum fríggja­ dag­in at umrøða støðuna, sigu­r Peter Thaysen. Friðarligt mótmæli Hann sigur, at Sea Shepherd hev-ur fingið nýggjan átaks- leið­ara í Føroyum eftir at Scott West, sum hevur staðið fyri átakinum higartil, er á veg av landinum. - Nýggi átaksleiðarin, Rosie Kunneke, hevur vissað okk­um um, at Sea Shepherd ætlar at halda landsins lógir og at hetta er eitt friðarligt mót­ mæli, sigur Peter Thay­sen. - Hon hevur vissa okkum um, at sama, hvat er sagt og skriv­að, fer Sea Shepherd at fara friðarliga fram og at halda lógina, leggur hann aftur­at. Hann sigur, at í Sea She­p­ herd eru tey púra greið yvir, at løgreglan heldur eitt vakið eyga fyri teimum og í somu løtu tey bróta lógina, verður átak­ið steðgað. - Samstundis er møguleiki fyri at fáa leiðararnar og tey, sum annars hava eggjað til lógarbrot, víst av landinum, sig­ur Peter Thaysen. Hann hevur áður sagt við Rás2, at løgreglan er væl fyrireikað upp á at handtaka eitt stort tal av fólki í einum og tey hava eisini fingið styrk úr Danmark, bæði við fól­ki og við skjóttgangandi bát­um. Áki Bertholdsen Tað sleppa ongir felags­skap­ ir at órógva ólavsøkuna við mótmælum ímóti grinda­ drápi. Tað sigur Peter Thaysen, Chef­politiinspektørur Tveir týskir felagsskapir, Pro­Wal og Wdsf, hava boðað frá, at teir ætla sær til Før­ oy­ar tann 29 juli at skipa fyri mótmæli í Havn ímóti grinda­drápi. Tað er ikki av tilvild, at teir koma akkurát 29. juli, tí teir vita fullvæl at tað er okkara tjóðarhátíð. Út um býin Nakað síðani segði Heðin Morten­sen, borgarstjóri, við www.in.fo, at skuldi ikki henda seg, at tey sluppu higar at oyðileggja ólavsøkuna við einum mótmæli ímóti grind. Peter Thaysen sigur, at útgangsstøðið er, at øll hava grundlógartryggjaðan rætt at savnast, tað er ólavsøkan besta dømið um. Hann sigur at ætlar nakar av savnast á almennum støðu, er útgangsstøðið, at tað teirra fulli rættur og at tað skulu tey ikki biðja um loyvi til. Men eru onnur atlit at taka, eitt nú trygdaratlit av ymsum slagi, kann løgreglan vísa teimum til ávís støð at savnast á. - Í hesum førum vildu vit sagt allur miðbýurin í Havn, ella alt ólavsøkuøkið sum tað er, er eitt økið, har tað ikki ber til at hava onnur tiltøk enn tey, ið hoyra ólavsøkuni til. - Sostatt mugu vit í hesum førum vísa mótmælisfólkinum á støð sum liggja langt burtur frá miðbýnum, at mótmæla á. - Tað kundi verið í Hoyvík, á Argjum, ella á oljubryggjuni á Vestaruvág, fyri at nevna trý dømi, sigur Peter Thaysen. Sleppa ikki at órógva ólavsøkuna við mótmælum GRINDAMÓTMÆLI Tveir týskir felagsskapir ætla til Havnar á ólavsøku at mótmæla grindadrápi, men teir verða vístir út um alt ólavsøkuøkið, sigur Peter Thaysen chefpolitiiinspektørur Vátta enn einaferð at tey eru friðarfólk SEA SHEPHERD Vit hava gjørt Sea Shepherd púra greitt, at gera tey seg inn á eitt grindadráp, verða tey steðgað og leiðararnir kunnu verða sendir av landinum, sigur løgreglan Fríggjadagin staðfesti Sea Shepherd enn einaferð fyri løgregluni at tey fara at halda landsins lógir, sigur Peter Thaysen, chefpolitiinspektørur