Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. juni 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. juni 2014 · Nr. 73 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 mount everest Eg gjørdi tað rætta Marjun Dalsgaard Nú veit eg, at eg tók røttu avgerð. Eg siti her, og eg havi eingi varandi mein, so tað eydnaðist. Tí var tað rætta avgerðin fyri meg. Eg hevði ikki kunnað liva við at siti her og havt tað fínt, um eg ikki hevði gjøgnumført tað. So hevði eg veri noyddur til at fara avstað aftur, sigur Arne Vatnhamar. Tá tað er sagt, skal eingin fara upp á toppin á Mount Everest við vætu í lungunum, leggur hann aftrat. Í sjey tímar stríddi hann seg niður úr hædd, eftir at hava staði á toppinum á Mount Everest eina lítla løtu. At koma niður úr hædd var einasti møguleiki hjá honum at yvirliva, tí kroppurin lekj­ ur ikki í 8.0000 metur hædd. Túrurin niður var harður, og Arne minnist bert brot frá teimum sjey tímunum, sum tað tók at koma oman. Hann mátti steðga javnan fyri at fáa luft og hjartarútmu upp á pláss. Støðan bara versnaði, og tá hann hostaði blóð, skilti hann, at tað kundi vera, at hann ikki vann omanaftur. – Tað var sum um, tað bleiv veruligt, tá eg hostaði slím og blóð. Tá visti eg gott, at nú stóð illa til. Tá so iltin var við at ganga undan, og eg vendi mær til sherpaðina fyri at fáa Nifedipen, sum er ein heilivágur, sum steðgar vætu í lungunum, segði sherpaðin, at tað kendi hann einki til, for­telur Arne Vatnhamar. – Eg bleiv frætørur og bangin alt í einum. Tað løt­ una, var eg slett ikki í iva um, at eg fór at doyggja har uppi, sigur Arne Vatnhamar. Men tað nyttaði lítið at gerast illur inn á sherpaðina, tí hann visti einki um nakran heilivág, og hevði aldrin havt nakran við. – Eg var óður inn á ferða­ leiðaran, sum hevði sagt, at allar sherpaðirnar høvdu heili­vág við. Eg hugsaði, at um eg hitti okkara ferða­ leiðara aftur, skuldi eg brenna tað í hann, sigur Arne Vatn­hamar. Men tá hann hitti ferða­leiðaran aftur, tímdi hann ikki at brúka orku uppá tað. – Tá vit komu oman í leg­ una, fekk eg nýggja iltfløsku, og eg var bara takksamur fyri, at eg var á lívi, sigur Arne Vatnhamar. Aldrin kent seg so einsamallan At vera deyðanum nær uppi á Mount Everest, var ein eins­lig kensla. – Eg havi aldrin kent meg so einsamallan í lívinum, sigur Arne um tímarnar, har hann stríddist fyri at koma livandi úr støðuni, hann var komin í. – Eg hevði ongastaðni at venda mær. Har var eingin, sum kundi hjálpa mær, og eingin av teimum, sum eg eri góður við. Tað einasta, eg hugsaði var: Hetta kann ikki passa. Tað kann ikki passa, at eg fari at doyggja her. Tað kann ikki passa, tí miss­ urin var for stórur, tað var óveruligt, sigur Arne. Á vegnum upp sá hann deyð fólk, sum hava ligið har í fleiri ár. Ella rættari, tvær kavadragtir og ein per­són. Tann eini sat beint við gøtuna, har hann kom gang­andi. Men tað kann man ikki fyrireika seg upp á, sigur Arne. Eins og hann ikki kundi fyrireika seg uppá at koma í tí støðu, at hann skuldi gerast ein av teimum. – Eg hugsaði, hetta hendur ikki fyri meg. Um eg skuldi hugsa, at tað kundi henda, so var eg ikki farin avstað, sigur Arne. – Eg haldi, eg havi eitt so­ vorði í mær, sum 18 ára gamlir menn, sum fáa koyrikort og koyra alt ov skjótt, tí teir halda, at einki kann raka teir. Eg hugsaði eisini, tað kann ikki henda fyri meg, og eg haldi, at tað er tað, sum gjørdi, at eg fór avstað. Um eg skuldi hugsa um alt, sum kann ganga galið, ja so var eg aldrin komin avstað, sigur Arne Vatnhamar. Hevði Ketogan við Summi bróta seg sundur og liggja eftir. Onnur fáa aðrar trupulleikar, sum gera, at tey ikki kunnu ganga víðari. Ferðaliðið kann ikki hjálpa teimum uppi í hæddini, og tískil verða tey latin eftir at doyggja. Arne hevði, eins og fleiri onnur, tikið Ketogan við í stórum mongdum, sum hann kundi taka, um tað skuldi hent fyri hann. – Eg hevði 10 við, sum eg kundi taka í einum, umt að skuldi vera. Summi taka morfin, men tað er so keðiligt at fást við. Tað skal sproytast inn, og tað er ikki serliga gott at ganga og mala við nálum har uppi. Tí hevði eg Ketogan við, greiðir Arne frá. Hann ivast ikki í, at hann hevði brotið túrin av fyri at hjálpa onkrum, um tað var neyðugt. Um hann kom út fyri at hann mátti lata onkran liggja eftir frá ferðaliðinum, veit hann ikki, hvussu hann hevði klára tað. – Nei, tað kann eg ikki hugsa um. Tað klári eg slett ikki. Eg kann slett ikki rúma tí, sigur hann. Umframt vatn í lunguni fekk Arne kavablindni, og ímeðan tað vardi, visti hann ikki, um tað fór at ganga yvir. Hann hevði givið sherp­aðini sínar kavabrillur, tí hann fekk kavablindni. Í 36 tímar sá hann ikki, og hann minn­ ist, at hann vaknaði um nátt­ ina, og sá aftur fyrstu ferð. – Tað lætnaði, eg hugsaði yes! Eg síggi! Gevur ikki meining Á veg oman av fjallinum hugs­aði Arne bert um eitt, og tað var, at hann skuldi fram og oman. Um tað at náða toppin var vert at lata lív fyri, kundi hann slett ikki rúma at hugsa um. – Eg hugsaði slett ikki so­ leiðis. Eg hugsaði bara, at eg skuldi fram eftir. Tí sjálv­andi gevur tað slett ikki meingin at missa lívið fyri at ganga uppá eitt fjall. Tað er púra burturvið, sigur Arne Vatn­ hamar og leggur aftrat – Tað er sum við øllum ítrótti. Tað gevur ikki meingin. Tað er eingin logikkur í tí, sigur Arne. Hann hugsaði heldur ikki um túrin, sum nakað bragd. – Tað at koma heim, og síggja, hvussu nógv stóðu aftanfyri meg var fan­tast­ iskt, og tað at fólk kallaðu tað eitt bragd, og tað tjóð­ skapar­kenslu, tað hevur vakt, at Merkið hevur veitrað á toppinum á Mount Everest, tað smittar, og tað ger, at eg sjálvur verði glaðari fyri tað. Men sjálvur hugsaði eg ikki um tað, sum nakað bragd, sigur Arne Vatnhamar. Orsøkin til, at hann fer avstað ferð eftir ferð, er, at gerandisdagurin verður ov keðiligur og átta tímar framman­fyri telduni í longri tíðarskeið, er ikki til at halda út fyri Leirvíkingin. – Eg haldi, tað er ein flýggjan frá trivialitetinum í ger­andis­degnum. Eg klári ikki at sita frammanfyri eina teldu í átta tímar dag út og dag inn, um ikki okkurt av­ brot er. Tá eg so komi aftur sakni eg gerandisdagin, og gleðist yvir dagligu upp­gáv­ urnar, sigur Arne Vatnhamar. Vaknaði um náttina og græt Tá Arne Vatnhamar, var komin niður aftur hevði hann ein langan túr framm­ fyri sær, og honum longdist illa eftir famlijuni. – Í fyrstani var eg gráti­ labilur og vaknaði ofta um náttina. Eg fór at gráta, um eg hugsaði um Maj-Britt og børnini og um familjuna. Mær longdist illa, og tankin um, hvussu tað kundi verið endað, gjørdi ofta, at eg græt, sigur hann. Kroppsliga var hann útlúgvaður. – Eg orkaði einki, var sera veikur. Eg eri komin nógv fyri meg, og havi tikið uppá, men enn orki eg ikki meira enn at renna tvær ferðir tríggjar kilometrar, sigur Arne Vatnhamar. Kenslan av, at tað gongur líðandi framá, hálpir tó upp á tað, og upp­ livingarnar tykjast long­ur burtur. – Longur tíð, ið gongur, betur havi eg tað við tí. Tað er meira sum nakað, eg havi upplivað, og ikki nakað, sum eg eri í longur, sigur Arne Vatnhamar. Tað besta við túrinum er, at hann náddi toppin. – Eg havi myndina av mær uppi á toppinum. Tað kann eingin taka frá mær, tað er tað coolasta eg eigi, tað besta eg nakrantíð havi gjørt. Jú meira frástøðu eg eg fái til upplivingarnar og kenslurnar, tess glaðari verði eg fyri túrin, og at eg náddi upp á toppin, sigur Arne Vatn­hamar. Tað er trýsta seg sjálvan heilt út á kantin og kenna síni egnu mørk, er ein týdningarmikil partur av upp­livingini. – Eg veit nú, at eg klári upp á toppin á Mount Everest. Eg veit, at eg steðgi ikki í einari tílíkari støðu, men at eg gjøgnumføri tað. Eg kenni meg sjálvan betri nú, sigur Arne Vatnhamar. Arne Vatnhamar mundi doyð á veg niður av Mount Everest, men nú er hann sannførdur um, at hann tók røttu avgerð, tá hann valdi at fara upp á toppin hóast trupulleikar við lungunum