Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. juni 2014síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 30. juni 2014 · Nr. 73 Marjun Dalsgaard Mount Everest er 8.848 metrar høgt. Anre Vatn­ hamar fór upp á norður­ síðuni, men tey flestu nýta leiðina á suður­ síðuni. Hon er betri um­ tókt millum annað av tí, at tað er skjótari at koma niður úr hædd. Haraftrat nýttu Sir Edmund Hillary, úr Ný Sælandi og Tenzing Norgay, úr Nepal suður­ síðuna, tá teir fóru upp á toppin á fyrsta sinni 29. mai 1953. Arne Vatnhamar valdi norðursíðuna mill­um annað av tí, at hon ikki er merkt av eins nógv­ um skalvalopum og objektivum forðingum, sum suðursíðan. Har­ aftrat eru færri, sum nýta norður­síðuna, og tað hevur tann fyrimun, at tað ikki er eins stórur sanlíkindi fyri, at ein skal standa í kø fyri at sleppa upp á toppin, og niður aftur. Norðursíðan liggur í Kina, og tað kann somu­ leiðis vera trupult at hava við kinesisku myndu­ leik­arnar at gera. Av og á kunnu fólk, sum koma frá ávísum londum ikki koma inn í landi – eitt nú USA. 1.700 fólk hava gjørt eina roynd at toppinum á Mount Everest og 170 eru deyð í royndini. Mount Everest liggur á markinum millumm Tibet og Nepal. Á topp­ inum er luftin 30 prosent tynri enn við havið, og hetta kallast deyðssonan, tí eingin yvirlivir í meira enn fáar dagar. Tann ringasta van­ lukkan nakrantíð á suður­ stíðuni var í maj 2014, tá 16 doyðu í einum skalvalopi. Hetta hendi meðan Arne Vatnhamar var á veg upp á toppin á norðursíðuni. marjun@sosialurin.fo Leiðin upp á Mount Everest mount everest Útlongsulin kemur bráddliga Hóast hægsti tindur er nádd­ ur, eru nógvar avbjóð­ing­ar eftir enn. – Tað eru nógv góð fjøll eftir. Tann hægsti tindurin er náddur, men onnur fjøll hava aðrar avbjóðingar. Møguliga seti eg mær sum mál at fara upp á tey hægstu á hvørjum kontinenti, eins og Brandur í Funningsstovu. Í so fall havi eg verið uppi á tveimum av sjey. So er Suðurpólin, tað er eisini ein spennandi av­ bjóðing, sigur Arne. Men fyribils er hann mettaður. – Eg havi ongan tørv á at sleppa avstað nú. Tað er nakað sum kemur á meg knappliga. Ein morgun vakni eg, og so havi eg aftur hug til at fara, sigur Arne. Hann starvast sum tryggingar­ ráðgevi í Keypmannahavn, og kontrastin millum, at upp­liva tað ekstrema og sita frammanfyri einari teldu allan dagin, er ikki til­ vildarlig. – Eg kann ikki sita framm­ an­fyri einari teldu átta tímar um dagin, alt ov leingi at gangin. Eg má út at prøva nakað annað, eg keði meg simpulthen, sigur Arne Vatnhamar. Familjulívið tolir tað, hóast tað kann vera hart. – Eg eri vísur í, at eg eri ein betri persónur, tá eg komi aftur, enn um eg ikki fór. Eg haldi, at eg veri ein súrur gamal maður, um eg ikki geri tað. Eg eri ein betri fyri­mynd fyri børnini, og haraftrat haldi eg ikki, at eitt parlag, skal merkja, at tú heldur uppat við at vera tveir persónar – eisini á tí økinum haldi eg, at vit blíva betri fyrimyndir fyri børnini, sigur Arne Vatnhamar. Eisini parlagi fær nýtt lív. – Tá eg eri burtur á hendan hátt merki eg rætt­ iliga, hvussu illa mær leingist eftir Maj-Britt og børnunum, og vit eru nógv tættari tá, vit eru saman aftur, sigur Arne Vatnhamar. Gav sherpaðini brillurnar og stúvlarnar Sum fylgisvein hevði Arne Vatnhamar ein 26 gamlan mann út Nepal, sum sherpa. Tá teir komu oman aftur, vildi Arne fegin geva honum eina gávu, og gav honum stúvl­arnar, sum høvdu kostað 1.000 dollarar. Tað svarar til ein fjórðing av árs­ lønini hjá eini sherpa. – Eg vildi geva honum eina gávu, men eg haldi, eg fekk eina gávu. Hann gjørd­ ist so fegin, at tað var ein fantastisk kensla at kunna hjálpa honum, sigur Arne. – Teir vóru alt ov stórir, men hann leyp í teir beinan­ vergin, og brúkti teir alla tíðina aftaná. Hansara egnu vóru hildnir saman av gaffa­ tape, sigur Arne. Umframt stúvlarnar gav Arne sherpaðini kavabrillurnar og onkra aðra útgerð. Hann hevur tó ongan tørv á at halda sambandið við sherpaðina. – Eg hugsi um tað, sum at tað er hansara starv at fáa meg upp á toppin, og oman aftur í øllum góðum. Vit samskiftu sera lítið á veg­ num, tí hann dugdi ikki ser­ liga væl enskt. Fantastisk kenlsa Á vegnum niðan var Arne fleiri ferðir við at geva upp. Hann var byrjaður at merkja stingir í síðuni í 8.600 metra hædd og var illa fyri. – Eg hugsaði, eg gangi til tað er ljóst. Um eg ikki eri komin upp á toppin, tá tað er ljóst, so vendi eg oman aftur. Tá tað bleiv ljóst, var eg ikki komin upp á toppin. Eg sá niðan á ein hamara, og sherp­aðin bað meg bara ganga niðan á hamaran. Tá eg kom niðan á hamaran, sá eg toppin, og so hugsaði eg, at eg mátti taka tað sein­ asta eisini, fortelur Arne Vatnhamar. Tá hann kom upp á toppin, vísti tað seg, at tað var ikki toppurin. 40 metrar manglaðu í, og tá var hann aftur við at gevast, men stríddi seg teir seinastu metrarnar fram. Tankin sum rann honum í hug uppi á toppinum var »kom skulu vit fara niður aftur«, sigur Arne. Í veruleikanum átti hann slett ikki at hava swett sær fyri at gingi til tað var ljóst. Hann skuldi verið steðgaður áðrenn, men um hann var vendur við og var komin heil­skapaður fram og ikki náddi toppin, hevði hann ikki kunna liva við tí, sigur Arne í dag. Men hann er glaður fyri at hann gjørdi tað. – Tað, at eg náddi toppin er tað besta við túrinum. Um eg ikki fór víðari, hevði eg ikki vitað tað, sum eg veit í dag. Eg hevði ikki vitað, at eg kundi gjøgnumføra tað, og hvussu eg reageri í einari tílíkari støðu. Eg haldi, eg hevði verið noyddur til at fara avstað aftur. Nú eigi eg hesa myndina frá toppinum, har eg standi við Merkinum, og tað er ein fantastisk kensla, at tað eydnaðist. Fylgisveinurin hjá Arna var ein 26 ára gamal nepalesari, sum bjargaði lívinum á honum, ta hann gav honum sína iltfløsku. Tað er óvanligt at sherpaðir nýta iltfløsku sjálvir, men teir skulu hava eina uppi á sær