týsdagur 8. juli 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. juli 2014 · Nr. 77
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Marjun Dalsgaard
Klæðini hjá Barbaru í Gong
ini eru sum oftast svørt. Tey
hava eitt rátt dámi og eru
essensurin av tí føroyska.
Tað svarta dýpið, teir brest
andi stormarnir, basalt og
svørt fjallasíða.
- Hetta er tað føroyska, tá
tað er botnfelt í mær. Kanska
hevði tað sæð heilt øðrvísi
út, um eg búði her, sig-ur
Barbara í Gongini. Men til
dagligt er hon langt vekk frá
tí føroyska, og tað sum situr
í henni frá tí føroyska er
duftirnir, stormarnir, mýru
lendið og mosin, havið, sum
í hennara eygum sær út sum
tað er svart, tá tú hyggur nið
ur í dýpið,.
Altjóða mótapallurin er
ein beinhørð verð, og tað
snýr seg um at halda fast í
sær sjálvari, um tú skalt yvir
livað. At lata vera við fylgja
við rákinum, men trúgva upp
á sítt egna, og betra tað alla
tíðina.
- Tað er kanska ein serliga
hørð nissja, sum eg havi valt.
Tað er ikki serliga kommer
cielt, og tú skalt alla tíðina
royna nakað nýtt, sigur Bar
bara í Gongini.
Nógv hava stóra eks
poneringsflatu, tí tey kenna
tey røttu og hava røttu
viðurskiftini, men tað kanst
tú ikki kappast við. Tú mást
trúgva uppá tað, sum tú ger,
og alla tíðina betra títt egna.
Tað havi eg alla tíðina trúð
uppá, er vegurin fram sigur
Barbara í Gongini.
Ein organisk menning
Í ár stendir Barbara í Gongini
fyri at lata upp Copehagen
Fashion Week, hon hevur
10 fólk á lønarlistanum og
egið showroom í París har
hennara klæðir hanga lið
um lið við teimum kendastu
sniðgevunum í heiminum.
Hon er komin langt á altjóða
pallinum, men tað hevur
eisini verið hart arbeiði.
- Eg havi arbeitt ótrúliga
nógv. Tað harðasta hevur
verið tað fíggjarliga. At fáa
tingini til at hanga saman.
Men hetta hevur verið ein
organisk menning. Tað vil
siga, at eg havi roynt ymiskt,
og so havi eg brent meg av
og á. Á tann hátt havi eg so
líðandi funnið útav, hvat
riggar og hvat ikki riggar.
Tað er ein hørð menning og
tað tekur langa tíð, men eg
eri sannførd um, at tað er
einasta haldgóða menningin,
sigur Barbara í Gongini.
Barbara hevur altíð vitað,
hvat hon vildi.
- Faktiskt royndi eg tvær
ferðir at sleppa inn á lista
skúlan, ella Kundakademiið í
Danmark, men tað eydnaðist
ikki, fortelur Barbara. Hon
var einans 19 ár, tá hon á
fyrsta sinnið royndi seg hjá
listaskúlanum. Tá tað ikki
eydnaðist, fór hon undir
at sleppa inn Danmarks
Designskole, og tað eydnaðis.
Hennara arbeiði liggur á
markinum millum list og
klædnasniðgeving.
- Eg arbeiði við avantgard
istiskari
sniðgeving,
sum
liggur á markinum millum
móta og list. Men tá tú gert
klæðir er munurin sjálvsagt,
at tú skalt fyrihalda teg til
form,
kropp,
framleiðslu,
salg og samtíð. List er púra
leyst av øllum hesum, sigur
Barbara. Hon var ein av teim
um fyrstu, sum kom inn á tí
nýggju linjuna Unika á Dan
marks Designskúla, og tískil
hevði hon undirvísarar fra
listaskúlanum í Danmark.
Avantgardistisk
sniðgeving
Umframt at sniðgeva til
sínar
egnu
kollektiónir,
hevur Barbara gjørt aðr
ar uppgávur millum ann
að búnar til Betty Nansen
sjónleikarahúsið. Avantgard
istisk sniðgeving er merkt av
einum
eksperimenterandi
stíli, har nýhugsan og ný
skapandi royndir alla tíðina
verða gjørdar við sniði og
funktionaliteti.
- Eg leggi meg eftir fleiri
leiðum í framleiðsluni. Eitt
nú burðardygni. Tá setur tú
tær sum mál, at materialið
skal verða burðardygt, og tað
skal verða multifunktionelt.
Tað vil siga, at tað skal kunna
nýtast á ymiskan hátt. Eitt
nú ein jakki kann hava eitt
skap, um hann er opin, men
eitt annað, um hann verður
latin aftur á ein serligan
hátt, greiðir Barbara frá. Av
tí sama skal materialið eisini
hava eina ávísa dygd.
- Tað týdningarmesta er,
at tú skilir tína nissju. At tú
sum klædnasniðgevi kennir
rákið og er framskygdur.
Avantgardist nissjan er ikki
eins kommerciel, eins aðrar
nissjur, men vit miðja eftir
at vera framsíggin, sigur Bar
bara.
Sostatt verður nógv av tí,
sum hon hevur sniðgivið fyri
4 arum síðani, selt nógv nú,
tí tað tekur eina tíð, áðrenn
gongd kemur á.
Skal lata upp
Copenhagen
Fashion Week
Tann 5. august í ár skal Bar
bara í Gongini lata upp árligu
mótavikuna í Keypmanna
havn. Í løtuni arbeiða 90
fólk við verkætlanini, sum
umfatar 40 modellir.
- Tað eri eg sera fegin um.
Vit hava altíð verið tað svarta
lambið í donsku mótaverðini.
Tað at vera føroyingur hevur
ikki verið lætt í einari verð,
har donsk sniðgeving og
donsk framleiðsla verður
stuðlað,
sigur
Barbara
í
Gongini. Hon hevur altíð
gjørt nógv burturúr sínum
føroysku røtum, men hevur
gjørt greitt, at hon hoyrir
heima í Keypmannahavn.
- Vit hava havt viðurkenn
ing uttanlanda leingi, og tað
hevur ført við sær, at vit nú
eisini fáa viðurkenning í
Danmark, soleiðis er tað ofta,
sigur Barbara í Gongini.
Serliga mótavikan er eitt
stað, har tað kommersiella
yvirtekur tað listarliga, og
tað er alt ov nógv eitt show,
heldur Barbara í Gongini.
- Tá koma øll tey kendu, og
tað verður marknaðarføring
bara fyri marknaðarføring
ina. Tað er jú slett ikki tað,
sum tað veruliga snýr seg
um fyri meg, og tað er júst
her, at tað er av týdningi, at
tú heldur fast í tær sjálvari.
At tú ikki fylgir við rákinum,
bara fyri at selja, ella at blíva
sædd bara fyri at blíva sædd,
sigur Barbara í Gongini.
Hon hevur hildið mark
naðarføringina av sínum vør
um á eini neyvari kós, sum
hevur verið mótasýningar
nar í eitt nú París, og hevur
altíð lagt seg eftir at ganga á
odda innan mótaheimin.
- Eg havi miðjað høgt
og lagt meg eftir at vera
tann, ið gongur undan. Í
dag hanga vit lið um lið við
størstu
sniðgevunum,
og
vit fáa viðurkenning bæði
úti og heima, sigur Barbara
í Gongini. Hon veit ikki um
hon heldur á við sama farti.
- Eg havi ikki sama skund
nú. Eg hugsi, at eg vil gjarna
njóta tað meira, sigur hon.
Fyrispurning frá
Lady Ga Ga og
Lenny Krawitz
Viðurkenningin
uttan
úr
heimi umfatar hægstu pop
tindarnar. Ein listakvinna,
sum gongur høgt uppí sín
avantgarde klædnastíl, er
songkvinnan Lady Ga Ga.
Hon hevur eisini fingið eyga
á Barbaru í Gongini, og hevur
spurt, um hon kundi gera
sær ein búna. Hetta er enn á
samráðingarborðinum, men
Barbara hevur millum annað
gjørt klæðir til sangaran,
Lenny Krawitz.
- Tað kom av, at hann hevði
mist ein prýðsilut, og bað
okkum um at endurskapa
hann. Stutt eftir kom ein
umbøn um búnar til alt hold
ið hjá honum. Har fóru 200
kassar avstað, fortelur Bar
bara. Hon er somuleiðis von
at hitta nógv kend og konga
lig, men tað er ikki nakað, sum
hon verður imponerað av.
- Eg havi eisini havt
kongalig inni – eitt nú
Prinsessu Mary, tað venur tú
teg við. Tað imponerar meg
als ikki. Tað, sum imponerar
meg, er tá fólk hava ein
integritet, og halda fast í sær
sjálvum og síni list, sigur
Barbara í Gongini.
Stuttligt at arbeiða
saman við føroyingum
Av tí at tað føroyska er ein
so týdningarmikil partur av
tí, sum Barbara ger, heldur
hon tað er seliga stuttligt
Tað ræður um at halda
fast í sær sjálvari
Meldurin
Tað føroyska er kjarnan í arbeiðinum hjá Barbaru í Gongini, sum hevur sligið sítt navn fast á altjóða
mótapallinum. Á leiðini hevur tað verið avgerandi at halda fast í sær sjálvari, fortelur hon
Barbara í Gongini er í Føroyum um dagarnar. Hennara sniðgeving hongur lið um lið við teir
allar størstu í heiminum í París. Komandi dagarnar hanga vørurnar eisini í Östrøm