Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. juli 2014síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 9. juli 2014 · Nr. 77 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 at arbeiða saman við før­ oy­ing­um. Hon hevur eitt nú arbeitt saman við Jens L. Thomassen í Orka, har hann hevur sett ljóð til eina sýning hjá henni. Hann hevur verið við fleiri ferð­ir og verður somuleiðis við til mótavikuna í Keyp­manna­ havn 5. august. - Vit hava sama estetiska mál. Tað er sum um, at hann tulk­ar tað føroyska eins og eg – tað er beinleiðis umsett til tónleikaramál. Tí riggar tað so ótrúliga væl, sigur Bar­ bara í Gongini. Hon vil fegin seta eina framsýning upp í før­oysk­um umhvørvi. Hon ferðast tó mest út í heim, og vísir sínar kollektiónir fram tvær ferðir um árið í Keyp­ manna­havn, Berlin, Milano, USA og París. Meldurin Barbara í Gongini Barbara í Gongini er 48 ár. Hon varð liðug sum sniðgevi í 1996 og gjørdist ein av teimum fyrstu á Unikalinjuni á Danmarks Designskúla. Fyrstu árini arbeiddi Barbara í Gongini sum freelancari við grafikki og scenografi. Eftir eina tíð kom hon inn í felagsskapin Könrøg, har 12 sniðgevar høvdu tvær kollektiónir um árið. Í 2004 fór hon úr felagsskapinum og fór undir at marknaðarføra merkið Barbara í Gongini. Hon fekk um tað mundi 25.000 krónur í stuðli frá Mentunargrunni Landsins, og tað var startskotið til merkið Barbara í Gongini. Í 2005 fekk hon 100.000 krónur í stuðli frá Statens Kunstfond, og hevði í 2005 á fyrsta sinni nokk til eina kollektión fyri seg sjálva. Síðani hevur fyritøkan verið í støðugari menning, og hon hevur í dag 10 fólk í starvi. Síðsta ár var umsetningurin 12 milliónir krónur. Klæðini verða sniðgevin í Keypmannahavn og seymaði í Litavien, Indien og Kina. Síðani verða tey sett í framleiðslu aðrastaðni, alt eftir hvussu kostnaðurin er. Umframt at hava verkstað í Keypmannahavn, hevur hon showroom í Marcona 3 í París saman við teimum mest frammaligu sniðgevunum í heiminum