Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. september 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. september 2014 · Nr. 102 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Marjun Dalsgaard Katrin Ottarsdóttir hevur sníkt sjálvbiografiskar hend­ ing­ar inn í báðar sínar fyrru spælifilmar, men tær eru fjaldar. Við sjálv­bio­grafiska filminum, Ludo, leggur filmsleikstjórin alt fram. Filmurin snýr seg um eina lítla gentu, sum veksur upp í einari familju, har mamman er sálarliga sjúk. Her er einki at goyma seg aftanfyri. Her verður skorið inn á bein, og skurðurin er reinur, sigur filmsleikstjórin. Tann 11. september hevur hon frumframførðslu av triðja spælifilmi sínum. Film­urin er ein nakin av­dúk­ ing av kenslum og hend­ing­ um, sum hon kennir til, frá barndóminum. Hetta merkir ikki, at filmurin snýr seg um hana, sigur Katrin Ottars­ dóttir. – Sum listafólk er ikki óvanligt at brúka seg sjálvan sum lista­fólk. Tað merkir tó ikki, at hetta er tín søga, og at tað sum hendir í filminum, er hent í veruleikanum. Sostatt er hetta ikki ein filmur um meg, men eg havi tørv á at ar­ beiða erligt, og eg havi nakað uppá hjarta, sigur Katrin Ottarsdóttir. Hesin háttur at brúka seg sjálvan uppá er vanligur. Vit kenna tað frá Ingmar Bergman, sum ofta brúkti til­far frá sínu privatu sferu, eins og Lars Norén og Woody Allen gera tað. Woody Allen ofta í einum komiskum sniði. – Tú tekur nakað, sum tú kennir til, og setir tað í ein listarligan samanhang, sigur Katrin Ottarsdóttir og leggur aftrat: – Hetta er ikki mín søga, men hetta er nakað eg kenni til. Nógv av tí, sum fer fram, havi eg upplivað, men tað var ikki júst soleiðis, tað var. Tá eg arbeiði, taki eg upp­ livingar og kenslur, sum eg kenni frá mínum egna lívi og seti tað inn í ein listar­ ligan form. Tað skal ikki vera privat, tí so doyr tað. Ar­beiðir tú við list, tekur tú tað eitt stig víðari, og tað fær sítt egna lív. Er einsamøll nú Sostatt eru eisini sjálv­bio­ graf­iskar scenur í báðum fyrru spælifilmunum, Atlantic Rhapsody og Bye Bye Bluebird, men her eru tær fjaldar. – Tað var lætt at leggja nakrar sjálvbiografiskar scen­ ur inn í Atlantic Rhapsody, sigur Katrin Ottars­dóttir. Hann var settur saman av 52 søgum úr Havn­ini, og tað var møguligt at fjala hendingar, sum hon ikki ynskti, at fólk skuldu síggja sum sjálvbiografiskar. Bye bye bluebird hevur somu­leiðis ele­mentir av sjálv­bio­graf­isk­ um scenum, men eis­ini tær eru fjaldar í størru heildini. – Kanska fólk, sum hava kent meg, hava sæð, at tað meldurin Her er einki at goyma seg aftanfyri Tað finnast sjávlbiografisk brot í øllum trimum spælifilmum hjá Katrini Ottarsdóttir, men tey eru fjald í Atlantic Rhapsody og Bye bye bluebird. Í filminum Ludo er einki at goyma seg aftanfyri, sigur filmsleikstjórin. Her er skorið beint inn á bein, og skurðurin er reinur Katrin Ottarsdóttir • Fødd í Tórhavn í 1957. Í 1976 fór hon til Danmarkar at ganga á tí danska filmskúlanum í Keypmannahvn og í 1982 varð hon fyrsti føroyski filmsleikstjóri útbúgvin frá danska filmskúlanum í Keypmannahavn. • Í 1989 vann Katrin fremsta prísen á týska filmsfestivalinum: »Nordische Filmtage i Lübeck« fyri filmin Atlantic Rhapsody. • Í 1999 vann hon somuleiðis fremstu virðislønina á »Nordische Filmtage«, hesu fer fyri Bye bye bluebird. • Bye bye bluebird vann eisini ein »Tiger Award« á altjóða filmsfestivalinum í Rotterdam í 2000 umframt tríggjar aðrar virðislønir. • Dóttir Katrina, Hildigunn Eyðfinnsdóttir, spælir týðandi leiklutir í bæði Ludo og Bye bye Bluebird. • Umframt spælifilmar hevur Katrin Ottarsdóttir millum annað gjørt stuttfilmin, Maðurin, ið slapp at fara, og tríggjar filmar um listarmenninar, Jóanes Nielsen, Tórodd Poulsen og Hans Paula Olsen • Í 2012 gav Katrin Ottarsdóttir sítt fyrsta yrkingasavn út, við heitinum: Eru koparrør í himmiríki? Í september 2013 fekk hon Bókmenta­heiðursløn M.A.Jacobsens fyri debutyrkingarsavnið FAKTA