týsdagur 9. september 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 10. september 2014 · Nr. 102
meldurin
hevur verið frá mínum egna
lívið, tað veit eg ikki, men eg
havi nokk meira ella minni
tilvitað sníkt tað inn í fyrru
filmunum,
sigur
Katrin
Ottarsdóttir.
At hon nú opið viðgerð
upplivingar og kenslur frá
barndóminum
við
einari
mammu, sum er sálarliga
sjúk, hongur saman við, at
hon ikki hevur somu atlit at
taka longur.
– Eg haldi, at hetta kemur
fram í hesum reina formi nú,
tí eg ikki havi havt atongd
til tað fyrr. Tað hevur altíð
ligið har, men eg havi havt
familjuna at taka atlit til. Nú
eri eg einsamøll, og eg tað er
helst so, at eg gevi mær sjálv
um loyvi til at brúka tað nú,
sigur Katrin Ottarsdóttir.
Ludo lýsir eitt samdøgur
hjá einari 10 ára gamlari
gentu, sum er fangað millum
dapra sinnið hjá mammuni,
og ein ólukkuligan og veikan
pápa. Hugskotið til filmin
sprettir úr yrkingini, Ludo,
sum Katrin Ottarsdóttir gav
út við yrkingarsavninum,
”Eru koparrør í himmiríki?”
– Yrkingin sigur nakað um
mín barndóm. Filmurin er
ikki yrkingin, men hugskotið
byggir á yrkingina, sigur
Katrin Ottarsdóttir.
Fekk stress
Tað er eingin loyna, at film
urin Ludo var í svárari pen
inganeyð fleiri ferðir undir
framleiðsluni. Til tað síðsta
var Katrin í iva um, um film
urin fór at verða liðugur.
Sostatt vóru tey fleiri ferðir
noydd at søkja um pening
fyri at gera tað møguligt.
Óvissan hevur verið eitt
stórt trýst og hevur elvt til
stress hjá Katrini.
– Tað, at ikki vita, um
filmurin verður til veruleika
hevur verið ræðuligt. Eg
havi fleiri ferðir sitið og
klipt og havt eitt fantstiskt
flow og gott arbeiðslag, men
bráddliga hevur tað sæð út
sum, at tað ikki bar til at fáa
filmin lidnan, og so havi eg
verið noydd til at leggja alt
frá mær. So havi eg roynt at
gloyma alt um filmin, tí tað
er ov hart at hugsa um, men
bráddliga sær betur út, og so
aftur at klippa. Soleiðis havi
eg sitið í fleiri umførum,
greiðir Katrin Ottarsdóttir
frá. Hon er vorðin stressað
og hevur fingið kroppslig
árin av strongt, sum ov høgt
blóðtrýst og hjartabankan,
men vónar, at tað lagar seg,
nú filmurin er liðugur. At
filmurin gjørdist veruleiki
var ikki greitt fyrr enn
fríggjadagin.
– Eg trúði ikki ordiliga
uppá, at filmurin fór at vera
liðugur, fyrr enn eg stóð við
biografeintakinum í hondini,
sigur hon.
Sjálvar filmsupptøkurnar
tóku einans tvær vikur, men
tað er nógv arbeiða eftir, tá
upptøkurnar eru lidnar.
– Fólk hava ofta ilt við at
skilja, hví ein filmur nýtist at
vera so dýrur. Men tað er eitt
ótrúliga stórt arbeiði í allari
eftirviðgerðini. Litir skulu
stemmast av, nógv ljóð skal
takast av nýggjum, filmurin
skal klippast og so framvegis,
sigur Katrin Ottarsdóttir.
Mest heil-
stoypti filmurin
Hóast Ludo er tann bíligasti
av teimum trimum spæli
filmunum, sum hon hevur
gjørt, er hann tann mest
heilstoypti, heldur Katrin
Ottarsdóttir.
– Eingin annar hevur ver
ið inn yvir. Eg havi staðið
fyri øllum sjálv, og tí havi eg
eisini kunnað gjørt filmin so
leiðis, sum eg haldi, at hann
skal vera. Tað er lætt at missa
fokus, tá eini 10 fólk hava
ymiskar meiningar um, hvat
skal gerast øðrvísi, sigur hon.
Tað hevur kostað 800.000
krónur at framleiða Ludo.
Tað svarar til 10% til 15%
av kostnaðinum av einum
vanligum donskum filmi,
greiðir Katrin Ottarsdóttir
frá.
Til
samanbering
kostaði Bye bye bluebird
sjey milliónir krónur og
Atlantic Rhapsody kostaði
1,7 milliónir krónur. Í sam
bandi við Bye bye bluebird,
var tað Dansk Filminstitutt,
sum stóð fyri næstan allari
fíggingini, og tað vóru tískil
krøv til framleiðsluna, sum
gjørdi hann sera dýran. Tað
eru føroyska filmsliðið, sum
hevur gjørt tað møguligt at
framleiða filmin so bíliga,
sigur Katrin Ottarsdóttir.
– Tað hevur verið eitt fan
tastiskt árræði og vilji. Tey
hava øll arbeitt hart, fyri at
filmurin skal gerast liðugur,
og tað er greitt, at tey hava
arbeitt fyri eina minstuløn,
sigur Katrin og leggur aftrat:
– Eg eri ikki í iva um, at
tað er tey, sum hava borið
framleiðsluna á mál.
Hjálmar
Dam
spælir
pápin, Hildigunn Eyðfinns
dóttir spælir mamman og
Lea Bláberg spælir dótturin í
familjuni. Jón MCBirnie hev
ur gjørt ljóð og hevur somu
leiðis brúkt nógvar tímar og
árræði upp á verkætlanina,
sigur Katrin Ottarsdóttir.
Skilir familjuna
At casta eitt barn til leiklutin
var ikki torført, sigur Katrin
Ottarsdóttir.
Hóast
Lea
Bláberg bert er 11 ár, tá hon
spælir leiklutin, sum dóttur
in í familjuni, hevur gingið
sera væl, at spæla filmin.
– Hon er eitt natúrtalent.
Hon skilti familjuna og sín
leiklut til fulnar, og tað gekk
sera væl, sigur Katrin Ottars
dóttur. Ludo er ein barskur
filmur, men hetta ávirkaði
tó ikki gentuna, tí tað er lætt
at flyta fokus undir upptøk
unum, sigur Katrin.
– Tú merkir ikki tað
undirliggjandi dapra í síni
heild undir framleiðsluni.
Har er alla tíðina okkurt
praktiskt, sum skal rættast,
og sum man tosar um, og so
tóku vit okkum av henni og
tvætlaðu við hana, so hon
hevur ikki upplivað tað ser
liga ógvusligt, sigur Katrin
Ottarsdóttir. Lea er 13 ár í dag
og sleppur at síggja filmin,
sum er óegnaður fyri børn
undir 11 ár.
Katrin Ottarsdóttir hevur
brúkt sera flottar myndir
í bæði Ludo og Bye Bye
Bluebird. Hetta er eitt tilvitað
val, sigur filmsleikstjórin.
– Í Ludo havi eg gjørt sera
nógv burtur úr fyri at fáa
flottar og ja, lekrar myndir.
Hvørt tað einasta tapet í hús
inum er væl gjøgnumhugsað,
saman við scenografinum,
tí tað lýsir persónarnar, og
støðuna teir eru í, á einum
psykologiskum støði. Júst
í Ludo haldi eg, at tað er av
týdningi fyri filmin, tí tað
skapar eina kontrast millum
tað dapra og tað vakra. Tað
hevði verið so lætt at lýst tað
dapra við at gera alt grátt,
tað hevði eg ikki hug til, sigur
Katrin Ottarsdóttir.
Filmurin
Ludo
verður
frumsýndur í Norðurlanda
húsinum tann 11. september,
og verður somuleiðis sýndur
í sambandi við »Færøske
biodage« í Keypmannahavn.
Filmurin verður somuleiðis
sýndur í fýra biografum í
Danmark, og tað er Katrin
sera fegin um.
– Tað ringasta kann vera
at fáa filmin sýndan í bio
grafunum, men vit hava
gjørt eina avtalu við bio
grafar í Odense, Ålborg,
Århus og Vejle, sigur hon.
Næsta hálva árið fer at
ganga við at marknaðarføra
filmin.
marjun@sosialurin.fo
Í Ludo er einki at goyma seg
aftanfyri, her er skorið beint inn
á bein, og skurðurin er reinur
LUDO
tey klemmast á gólvinum
hann
og hon
øðin er uppi fyri hesa ferð
klandrið seyrar út gjøgnum veggirnar
niður í gólvið
barnið stendur bara har
hyggur
heldur ondini
sleppur alíkavæl upp í klemmið í nátt
vil
vil ikki
spæla spælið longur
um eina løtu kemur møðin
og ludospælið undir lampuni
har náttin ræður
á reyða voksdúkinum
tey lata tankarnar ansa eftir hvørjum øðrum
spælið er ikki bara spæl
eitt heilt annað spæl
vandamikið spæl
ikki ludospæl
deyðiligt veruleikaspæl sum hvørja løtu kann bresta
Hugskotið til filmin Ludo, er sprottið úr yrkingini, Ludo, sum er í yrkingasavninum,
Eru koparrør í himmiríki?, sum Mentunnargrunnur Studentafelagsins gav út í 2012.
Katrin Ottarsdóttir fekk Bókmentaheiðursløn M.A. Jacobsens fyri yrkingarsavnið
LUDO
er upptikin á Sandi
í august 2013
Handrit og leikstjórn
Katrin Ottarsdóttir
Leikarar:
Dótturin: Lea Bláberg
Pápin: Hjálmar Dam
Mamman: Hildigunn
Eyðfinnsdóttir
Læknin: Bárður Persson
Læknakonan:
Gunnvá Zachariassen
Scenografi og búnar:
Edward Fuglø
Ljóðupptøkur og mix:
Jón McBirnie
Klipp:
Katrin Ottarsdóttir
Framleiðslustjóri:
Hugin Eide