Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. september 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. september 2014 · Nr. 102 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 12 Karin Kjølbro Samstundis eru 30 ár liðin, síð­ani viðgerðarheimið í Havn lat upp. Frá­halds­ rørsl­an Blái Krossur er eitt av elstu feløgum landsins, og er frá 1904. Ivaleyst hev­ ur felagið verið virkið í sam­ band við fólkaatkvøðuna um at banna rúsdrekkasølu í 1907, har føroyskar kvinnur fyri fyrstu ferð sluppu at siga sína hugsan. Kná hava tey verið, støðugt ikki bara at hava áhuga í hesum álvarsama sam­fe­lags­spurn­ ingi, men eisini at flyta seg við tí menning í viðgerð og hug­burði, ið hevur verið á øk­in­um. Mong fráhaldafeløg hava verið, eisini eldri enn Blái Krossur, men tey flestu eru farin aftur í ommu sína. Í hesum høpi er ætlanin bert at bera fram eina heilsan til eldsálir, sjálvboðin og gras­ grøtur, ið hava gjørt tað møguligt at fáa eitt við­gerð­ ar­heim í Føroyum, ið er bygt til endamálið. Seinast í 7o árunum hevði eg sum leiðari í Kri­ mi­nal­forsorgini samstarv við Blá­kros­skriv­ar­an Johs. Álv­heygg. Blái­kross­ur hevði júst fing­ið end­ur­nýtslu­ klæðna­hand­il­in í Konga­ gøtu, og har komu eis­ini fólk reglu­liga inn á gólv­ið, ið høvdu avtalu við Álv­heygg, at fáa heilivágin anta­bus. Ør­ minnist, at júst tað at kunna geva antabus, so varliga sum gjørligt, møgu­liga var orsøk til, at end­ur­nýtslu- klæðnabúðin í Konga­gøtu var latin upp tá. Tá meira enn nú var við­gerð­ar­krevj­ andi rús­drekka­nýtsla eitt tabuevnið, ið skuldi dyljast. Eisini eg sum Kri­mi­nal­for­ sorg gav við hvørt við­skifta­ fólkum, sum vóru dømd fyri revsu­lóg­ar­brot, anta­bus. Tá eins og nú vóru revsu­lóg­ar­ brot sum herverk, stuldur og harð­skap­ur ofta framd í fyll­skapi. Tað verður ikki hildið so nógv um anta­bus­ við­gerð í dag, men tað hendi alt í samstarvi ar við lækna, og tann tíðin hjá tí bundna og fam­ilju hansara , har hann var edrú­ur, var góð, og ikki ring. Tað var hildið stórt fram­ stig, tá Blákrossheimið í Lyng­gøtu kom í 1984 og síð­ ani Heil­brigd­ið á Velba­stað 1988. Við­gerð­ar­kon­sept­ ini eru ymisk, men okk­urt bend­ir á, at part­arnir báðir í dag brúka ikki sørt hvør frá øðr­um. Eing­in loyna er, at eitt anda­ligt mát er í báð­um støð­um. Blákrossur er ein kristi­lig­ur fráhalds- og hjál­p­ar­fe­lags­skapur, og Heil­brigd­ið, ið arbeiðir eftir 12-stigs­skránni (Minnesota mod­ell­ið) arbeiðir við "tíni hægri makt, sum tú sjálv/ ur upp­livir hana". Árni Ol­ sen, yvirlæknin var uppá tað besta í hesum árum, og hann var fegin um hesar við­gerð­ar­møguleikar, eins og hann hevði virðing fyri tí andaliga vavinum, sum kanska treystari og meira álít­andi enn so mangt ann­ að. Ann­ars kann leggj­ast aftr­at, at núverandi Blá­ kros­skriv­ari í KVF herfyri greiddi frá, at tey leggja størsta dent­in á, at fólkini, ið arbeiða í viðgerðini fyrst og fremst eru fakliga skikkað. Og soleið­is er í báðum støð­ um. Iva­leyst spyr onkur: er tørv­ur á tveimum við-gerð­ ar­heim­um í okkara lítla landi? Stutta svarið er, at eing­in við­gerð­ar­háttur kann hjálpa øll­um, ið eru bundin av rús­drekka, heilivági ella rús­evnum. Hóast álvarsamt, so er stutt­ligt at hugsa aftur á kjakið, ið var, antin alko­hol­ isma er ein sjúka ella ikki. Eg hevði lært, at alkoholisma er ein arvilig sjúka, hon kann ikki lekjast, men hon kann steðg­ast. Sjálvandi komu vit báð­ar Sólborg Dulavík fyrri leið­ar­in á Blákrossheiminum ásamt um, at tað kundi gera tað sama, hvussu barnið at, bara vit kundu gera ein mun. Ingi Mohr, sáli táverandi leið­ari á Heilbrigdinum setti mang­an eisini lit á kjakið. Líkamikið ´viðgerðheimið hjá Bláakrossi – nú undir leiðslu av Olgu Steinhólm – hev­ur hjálpt mongum. Nógv er broytt hesi 30 árini. Fleiri kvinnur koma nú í viðgerð og meira enn áður eru tey kem­isk bundnu nú eisini bund­in av heilivági og/ella rúsevnum. Her krevst fak­ lig­ur førleiki, tol og hjartalag. Umframt avrúsing og við­ gerð, fæst eisini ambulant við­gerð, familjuviðgerð og eft­ir­við­gerð á við­gerð­ar­ heim­in­um. Eisini koyra verk­ætl­an­ir sum: Øll hava rætt til góð barnaár (sam­ røðu­bólk­ar fyri børn). Hoyri til teirra, ið eisini rað­festa familjuviðgerðina sera høgt. Minnist m.a. ein arbeiðs­gev­ara á einum skeiði í alko­hol­poli­tikki á arbeiðs­ pláss­in­um. Hann nevndi, at hann hevði fleiri kvinn­ ur í arbeiði, ið stundum vóru óarb­eiðs­før­ar vegna drykkju­skap hjá manninum. Hildið verður, at fyri hvørt fólk, ið er kemiskt bundið eru minst 5, ið líða undir tí. Nógv kann sigast um tað, men valla beinraknari enn Tove Askham lýsir tað í hjá­ lagda prenti frá 1982, sum hon nevndir Jólaaftan. Góða Olga og starvsfólk á Blá­krossheiminum. Tykkum verð­ur yngst eyðnu og hepna hond í nýggju kørmunum. Tit vita betur enn onnur, at ong­in er bara tað tú sært, og tað er virðismikið at kunna birta eina vón hjá við­skifta­ fólkunum og teirra av­var­ andi, eins og tað er týðn­ ing­ar­mikið at leggja dent á, at antin tað at vera kemisk bund­in er ein sjúka ella ei, so hev­ur hin einstaki ábyrgd av egn­um lívi. Í hesum døgum flytir viðgerðarheimið hjá Bláa Krossi í Lynggøtu í Havn inn á Nes, har nýggj og stásilig hús standa til reiðar at taka ímóti. Eingin er bara tað tú sært kjak Alcohol gave me wings to fly, then it took away the sky