hósdagur 11. september 2014síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Fríggjadagur 12. september 2014 · Nr. 103
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Marjun Dalsgaard
Hóast Tróndur Álvsson fylti
18 ár í marts 2014, og foreldr
ini hava søkt um pensión í
januar 2014, varð pensiónin
ikki avgreidd fyrr enn í
august. Tá vit tosaðu vi Sóley
Hóðrará í farnu viku, hevði
hann enn ikki fingið sína
pensión, men nú er hon so
loksins komin.
Trupulleikin er bara, at
har manglar ein mánaður.
Foreldrini settu seg í
samband við myndugleik
arnar fýra mánaðir áðrenn
Tróndur fylti 18 ár, men tað
eydnaðist teimum ikki at fáa
ein fund við Almannaverkið
fyrr enn í januar 2014. Tá tey
høvdu verið á fundi við Al
mannaverkið, søktu tey um
pensión til Trónd alt fyri eitt,
men hetta var eftir øllum at
døma ov seint. Av tí, at tey
ikki hava søkt um pensión
fyrr enn í januar 2014, hevur
Almannaverkið nú trekt ein
mánað av pensiónini hjá
Tróndi.
- Vit vóru ikki greið yvir,
at ein regla er, sum sigur, at
tú skalt søkja um pensión
tríggjar
mánaðir,
áðrenn
barnið verður 18 ár. Vit søktu,
so beint sum vit høddu havt
ein fund við Almannaverkið,
og tað var so eftir øllum at
døma ov seint, sigur mamma
Trónd, Sóley Hóðrará.
Mugu søkja um
pensión
Hallur Thomsen, stjóri á
Menningardeplinum, varðar
av pensiónsviðurskiftunum
hjá fólki við menningartarni,
og hann er harmur um
støðuna.
- Eg kann siga yvirorðnað,
at vit hava eina tilgongd,
sum skal tryggja, at hetta
ikki hendir, men vit kunnu
bara staðfesta, at tað ikki er
eydnast her, sigur hann.
Lógin sigur, at øll skulu
søkja um pensión, so hóast
Tróndur hevur verið inni
í skipanini hjá tí almenna,
síðani hann var tvey ár, og
tey kenna hann, skal hann
søkja um pensión og í sama
viðfangi gera sannlíkt, at
hann ikki er arbeiðsførur.
Tróndur hevur rætt til
pensión frá tí, at hann er
18 ár, men tað er ikki nøk
ur trygd fyri, at hann fær
hana frá sínum 18 ára degi.
Neyðugt er at søkja tríggjar
mánaðir áðrenn føðingar
dagin. Gert tú ikki tað, missir
tú tilsvarandi. Sostatt missir
Tróndur ein mánað av pen
siónini, tí foreldrini søktu ein
mánaða ov seint.
Fingu ikki fund við
Almannaverkið
Eitt av evnunum, sum Sosial
urin skrivaði um, í sambandi
við greinina um Trónd í
Sosialinum 15. juli, var júst,
at tey ikki fingu ein fund í
lag við Almannaverkið.
Sostatt
segði
mamma
Trónd í tí sambandi, at
hon hevði spurt myndug
leikarnar í fleiri ár, hvat
fór at henda, tá Tróndur
gjørdist 18 ár. Foreldrini
hava altíð fingið tað svarið,
at myndugleikarnir skuldu
hyggja uppá tað, og at for
eldrini fóru at verða kallað
til fundar hesum viðvíkjandi.
Fundarboð
komu
tó
ongantíð, og fýra mánaðir
áðrenn, Tróndur gjørdist 18
ár, settu foreldrini seg sjálvi í
samband við Almannaverkið.
Tað tók tveir mánaðir at fáa
ein fund í lag, og tað var eftir
hetta, at foreldrini søktu
um pensión – eftir øllum at
døma ein mánaða ov seint.
Kunnu ikki passa
sítt arbeiði
Síðani vit skrivaðu greinina
um Trónd, hevur hann fingið
pláss á varda verkstaðnum
Virkni. Stóri trupulleikin hjá
foreldrunum var, at Tróndur
ikki hevði nakað stað at
vera eftir, at skúlin endaði.
Trupulleikin var ikki bert, at
Tróndur ikki fekk ein inni
haldsríkan gerandisdag, men
foreldrini manglaðu simpult
hen ansing. Tey høvdu tann
praktiska trupulleika, at ong
in var, at vera hjá Tróndi og
tey fingu tískil ikki passað
sítt arbeiði.
Tann praktiski trupul
leikin er ikki loystur, hóast
Tróndur hevur verið á Virk
ni síðani 1. september. Hann
kann ikki avleverast hjá
Virkni fyrr enn kl 8.30, og
tey skulu eftir honum aftur
klokkan 15.30 allar dagar utt
an týsdag, tá steingir longu
klokkan 13.30.
- Hetta er ikki nøkur loysn
fyri okkum. Tað ber slett ikki
til, sigur mamma Trónd.
Tey búgva í Vestmanna, og
Tróndur koyrir við manni
hennara til Havnar hvønn
morgum. Fyri at fáa tingini
at passa saman hevur hann
mist seks arbeiðstímar hesa
vikuna.
Sóley hevur roynt at finna
eina loysn, sum inniber, at
Tróndur verður avleverað
ur á einum sambýli, har tey,
sum búgva har, eisini skulu til
Virkni, og sostatt kann koyra
við teimum til Virkni, men
hetta ber ikki til, tí bert eitt
starvsfólk er til arbeiðis um
morgunin. Í heila tikið er tað
tungt fyri mammuna.
- Tað er alið okkurt, og eg
sakni, at onkur hugsar eina
loysn, og sigur, soleiðis og so
leiðis skulu tit gera. Vit fáa
bara at vita, at vit skulu spyr
ja okkum fyri sjálvi, og vit
mugu sjálvi royna at finna
eina loysn, sigur hon.
Fara at broyta
upplatingartíðir
Á Trivnaðardeplinum siga
tey, at tey eru klár yvir
trupulleikan við upplating
artíðunum hjá Virkni, og
at tey eru í holt við at loysa
trupulleikan.
- Eg havi ein fund við tey
á Virkni mánadagin, og tá
fara vit at tosa um, hvussu
vit loysa trupulleikan, sigur
Fríðgerð Sundskarð, sum ar
beiðir við økinunum. Hon
heldur ikki, at tað er nøkur
loysn fyri Trónd, at hann
skal koyrast fleiri støð, og
tískil má ein loysn finnast,
har hann kann avleverast
og heintast soleiðis, at for
eldrini kunnu passa sítt ar
beiði kortini. Hetta er ein
nýggjur trupulleiki, sigur
Fríðgerð Sundskarð.
- Hetta er ein stórur
trupulleiki í ár, bæði í Suður
streymoy og Eysturoynni,
men tað hevur tað ikki verið
fyrr, sigur hon.
Orsøkin er, at nógv av
teimum, sum hava brúkt
Virkni, hava búð í sambýlum,
og tey sum hava búð heima
hava havt onkra aðra loysn.
- Hetta hevur ikki verið
ein trupulleiki áður, men vit
loysa hann nú, sigur Fríðgerð
Sundskarð.
Tróndur fær ikki alla pensiónina
Almannaverkið hevur tikið eina mánað av pensiónini hjá Tróndi Álvsson, av tí at foreldrini
ikki søktu tríggjar mánaðir áðrenn hann fylti 18 ár. Foreldrini søktu so skjótt sum tað var
eydnast teimum at fáa ein fund við Almannaverkið, sigur mamman, Sóley Hóðrará
Í juli prentaðu vit eina grein um Trónd
Álvsson, sum júst var fyltur 18 ár, men
ongastaðni hevði at vera, tá Skúlin á
Trøðni var liðugur. Hann hevði heldur ikki
fingið pensión, hóast at hann bleiv 18 ár í
marts. Foreldrini vóru sera móð av at møta
mótsøðu alla tíðina, og kendu tað sum, at
virðingin fyri teimum veiku í samfelagnum
manglar.
Ein trupulleiki, sum foreldrini gjørdu vart
við, var, at tað var ringt at fáa ein fund í
lag við Almannaverkið, tá tað nærkaðist, at
Tróndur skuldi gerast 18 ár. Hetta var ein
orsøk til, at foreldrini ikki søktu um pensión
fyrr enn í januar. Tey bóðu um ein fund
við Almannaverkið fýra mánaðir áðrenn,
Tróndur fylti 18 ár. Hetta eydnaðist tó ikki,
fyrr enn tveir mánaðir seinni.
Hóast umsóknin varð latin inn í januar,
hevur Tróndur ikki fingið pensión fyrr
enn í september, og vísir tað seg nú, at
Almannaverkið hevur tikið ein mánað av
pensiónini. Av tí, at foreldrini ikki søktu um
pensión fyrr enn í januar, verður pensiónin
fyri ein mánað tikin frá honum. Orsøkin er,
at umsóknin skal latast inn tríggjar mánaðir
áðrenn ein persónur fyllir 18 ár.