hósdagur 11. september 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. september 2014 · Nr. 103
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tíðindi
Vilmund Jacobsen
Fyrr í summar metti
havnarstjórin í Fuglafirði,
at Fuglafjarða havn í ár
kanska fór at seta met
við skipavitjanum. Hann
nevndi eitt runt tal sum
1000 skip, men nú heldur
Rólant Højsted, at hetta
helst var ein ov optimist
isk meting.
– Kanska tók eg nakað
rívan til, men metingin
verður neyvan langt av
leið kortini. Í august í ár
høvdu vit tilsamans 114
skipavitjanir, og tað er ein
góður mánaði. Samlaða
talið av skipavitjanum
higartil í ár er 560, og eg
meti, at vit við árslok fara
um tey 900 skipini. Hin
vegin ivist eg onga løtu í,
at vit í 2015 fara at koma
upp á 1000 skipavitjanir.
Havnarstjórin vísir á,
at hóast skipaferðslan øk
ist á Fuglafirði við nýggja
uppsjóvarvirkinum, hev
ur tað higartil gingið á
einari leið at avgreiða øll
skipini. Hann sigur, at
neyðugt er við neyvari
fyriskipan,
um
tingini
skulu kunnu laga seg sum
best.
– Tað verður neyðugt
við fráboðan fyri landing
og bunkring í hampiligari
tíð, soleiðis at skip ikki
boða frá, tá tey eru kom
in inn á vánna. Fyri at
fáa alt at laga seg sum
best,
verður
neyðugt
at siga frá í rímiligari
tíð, tá skip koma inn at
landa ella bunkra, sigur
Rólant Højsted, ið altíð
er fryntligur at vitja á
skrivstovuni hjá Fugla
fjarðar havn.
Vilmund Jacobsen
Flestu føroyingar munnu
hava etið tvøst og spik,
men tað eru neyvan øll,
ið kenna kunngerðina um
grind, sum hon verður
rópt í Kunngerðarblað
num.
Í kunngerðini eru ym
iskar ásetingar og reglur,
men í kapitli 3 um grinda
rakstur og grindadráp
stendur ymiskt áhuga
vert, sum neyvan øll vita.
Í
grein
9
stendur,
at sýslumaðurin kann
steðga
einum
grinda
rakstri ella grindadrápi,
um hann metir, at um
støðurnar tala fyri tí.
Í grein 10 stendur, at
tað er landsstýrismaður
in, sum kann áseta bráð
feingis bann fyri grinda
drápi í ávísum grindaum
dømum.
Men, so verður lagt
aftrat í somu grein, grein
10:
– Bannið verður ikki
ásett, uttan at onnur
grindaumdømi
hava
fingið høvi at seta fram
ynski um at skifta grind
úr avvarðandi grindaum
dømi.
Sostatt er einki til hind
urs fyri at halda grind til
í grindaumdømum, har
nóg mikið er av grind
frammanundan.
Onnur grindaumdømi
eiga nevniliga at fáa høvi
at seta fram ynski um at
skifta grind úr nevnda
øki, ið hevur nóg mikið
frammanundan.
Hetta merkir við øðr
um orðum, at øll grinda
umdømi í Føroyum hava
rætt til grind, áðrenn
landsstýrismaðurin kann
áseta bráðfeingis bann
fyri grindadrápi.
Áki Bertholdsen
Bjørt Samuelsen hevur spurt
Bjørn
Kalsø,
landsstýris
maður í skúlamálum, hvørja
orkukeldu,
skúladepilin
í
Marknagili skal brúka.
Hon hevur hon fingið
upplýst, at verður berghiti,
lagdur í skúladepilin, verða
útreiðslurnar til orku 80 pro
sent minni, enn tær verða við
oljufýring.
Tað talið varð kortini ikki
váttað í Løgtinginum.
Landsstýrismaðurin sig
ur, at upprunaliga var ein
grøn orkuskipan spard burt
ur, men bygningurin er kort
ini lagaður soleiðis til, at tað
ber til at seta grøna orku í
hann.
Men
beint
nú
hevur
Landsverk víst á, at tað ber
til at leggja berghita í skúlan.
Men tað er ein skipan, sum
skal bjóðast út eftir eini ser
ligari skipan, har tann, sum
vinnur útboðið, fær vinning
in í nøkur ár, kanska seks-
sjey ár, men eftir tað, fær
skúlin vinningin.
Landsstýrismaðurin sig
ur, at hetta er ein spurningur,
sum nú verður kannaður út í
æsir.
– Einasta treyt, eg havi
sett, er, skúlin ikki verður
seinkaður og at hann ikki
verður dýrari, sigur lands
stýrismaðurin.
Og sum tað sær út nú, sær
tað út til at tíðin og kostnað
arætlanin halda.
– Men tað er ein stór av
bjóðing, leggur hann afturat.
Bjørt Samuelsen heldur,
at tað kann vera ein stutt
skygd sparing at krevja, at
ein grøn hitaskipan ikki skal
kosta eitt sindur at leggja inn
í skúlan.
– Tað er ein lítil upphædd
aftur ímóti eimum 515 milli
ónunum, skúlin kostar. Eigur
landsstýrismaðurin ikki at
hyggja nøkur ár fram í tíðina
og hugsa um, hvat tað kostar
samfelagnum í longdini, spyr
hon.
– Skal tað einki kosta eyka
nú, kann tað kosta rættiliga
nogv meiri seinni segði ting
kvinnan, og kallaði hetta
eina ábyrgdarleysa sparing.
Danjal av Rana
Mikudagin
var
heystfrá
greiðingin hjá Búskaparráð
num løgd fram. Í henni stað
festir Búskaparráðið, at flest
øll búskaparligu lyklatølini
peika frameftir.
Kaj Leo Holm Johanne
sen, løgmaður, skilir hetta
sum eina staðfesting av, at
tað gongur væl í Før-oyum.
– Ein munagóður búskap
arvøkstur í ár og komandi
ár, veksandi lønargjalding
ar, minkandi arbeiðsloysi,
størri og størri útflutningur
og ábendingar um minkandi
landskassahall, vekir eitt satt
búskaparligt
bjartskygni,
heldur løgmaður.
Búskaparráðið vísir mill
um annað á, at byggivinnan
blómar og at virksemi hjá
henni er tað størsta síðani
fíggjarkreppuna.
Innflutningstølini,
løn
artølini og MVG-tølini geva
ábendingar um ein lítlan
ella byrjandi nýtsluvøkst
ur, og fyri húsarhaldini vísa
treystitøl fíggjarmálaráðsins
størri bjartskygni enn síðan
fíggjarkreppuna,
sambært
frágreiðingini frá Búskapar
ráðnum.
–
Búskaparliga
bjart
skygni vekir góðar vónir.
Kortini
eru
avbjóðingar.
Búskaparráðið nemir eisini
við demografisku broyting
arnar í Føroyum komandi
árini.
Fólkasamansetingin
er ein stór avbjóðing, sum
verður tikin í stórum álvara.
Broytingarnar seta stór krøv
til eina holla fíggjarstýring
hjá tí almenna. Við einum
veksandi
búskapi,
við
góðum útlitum fyri enn
størri vøkstri, verður lættari
at røkka hesum máli, heldur
løgmaður.
Sera nógv skipaferðsla
er í Fuglafirði
Øll grindaumdømi í Føroyum
hava rætt til grind, áðrenn
landsstýrismaðurin kann áseta
bráðfeingis bann fyri grindadrápi
Tað er nú okkurt sum bendir á, at stóri skúladepilin
í Marknagili skal hitast við grønari orku
Búskaparliga bjartskygni vekir góðar vónir, sigur løgmaður
114 skip á Fuglafirði
í ein mánað
Øll grindaumdømi
hava rætt til grind
Verður 80 prosent
bíligari at hita skúladepil
Løgmaður bjart
skygdur um búskapin