Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-11, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. september 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 103 · 12. september 2014 2 VIKUSKIFTI Tónleikur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Seinastu árini hava føroyska Eivør Páls­ dóttir og danskfinski Lennart Ginman javnan samstarvað um tón­leik. Nú er ein útgáva, sum hevur verið leingi ávegis, umsíðir komin út, og fyri at markera hetta, høvdu Eivør og Ginman konsert í Keypmannahavn í vikuni. Og danskir ummælarar spara ikki upp á jaligu vendingarnar, tá ið konsert og útgáva verða umrødd. Blaðið Politiken skrivar í ummæli, at Eivør og Ginman fáa tað besta fram í hvørjum øðrum, og tí er tað eyðsýnt, hví hugskotið um samstarv er so gott fyri bæði. – Eivør hevur fingið tónleikaligar karmar, sum er hennara stóru rødd og talenti verdugt. Ginman hevur funnið ein sangara, sum kann realisera hansara ógvusligastu hugskot, skrivar Politiken í ummælinum, har Eivør og Ginman fáa fimma av seks hjørtum fyri framførsluna í Vega mánakvøldið. Orkuverk Tónleikatíðarritið Gaffa hevur ummælt útgávuna The Color Of Dark, sum Eivør og Ginman hava útgivið í felag, og eisini har eru nógv rósandi orð at lesa. Gaffa kallar Eivør og Ginman fyri eitt órímiliga sterkt makkarapar. – Eivør hevur føroyskar røtur, og hon brúkar hesar, tá ið hon við sín­um óvanliga sterka vokali syngur fólka­ vísur, popprock og standards. Hon minn­ir onkuntíð um Bjørk, onkuntíð um Kate Bush, men hevur altíð megnað at verið sí egna – eitt orkuverk av heilt ser­ligum slagi, skrivar Gaffa í um­mæl­ inum. Gaffa letur út­gáv­uni fimm av seks stjørnum. Læra av mistøkum Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin Forsíðumynd: Facebook / tilgjørd mynd klumman Danskir miðlar geva nýggjum samstarvi hjá Eivør Pálsdóttir framúr ummæli »Vit mugu læra av mistøkunum, so tey ikki henda aftur«. Hesi orð ljóða sum ekkó, tí mær tykir, at tey hoyrast so javnan frá almennari síðu. Og meiningin er sjálvsagt ikki at hoyra tey umaftur og umaftur. Men tað gera vit álíkavæl. Tað var útbjóðing av tilboði um møbla­ keyp, har Almannaverkið ikki tók av lægsta tilboði, sum hesaferð var orsøk til orðini. Sjálvsagt kærir tann við lægsta boðnum beinan­vegin og vil hava frágreiðing. Síðan verður skrivað og skrivað aftur og fram millum ráð og verk í minsta lagi eitt hálvt ár. Til niðurstøðan kemur: ekkóið! Víst ljóðar alt hetta meiningsleyst hjá vanliga borgaranum. Uppaftur meira tápuligt og tíðarspillandi man tað kennast teimum, sum í hálvt ár hava arbeitt við málinum. Tað er eisini ein onnur síða av slíkum málum. Og hon er ikki minni álvarsom. Tað er, at tað ikki verður bíðað við avgerðini at taka av, í hesum føri einum tilboði, til komið er til eina niðurstøðu av kæru ella fyri­spurn­ ingi. Veit vinstra ikki, hvat høgra ger! Tað minnir um tað reina anarki. Skeivar avgerðir kosta. Í hesum føri, um­framt valið av dýrari tilboði, eisini eftir­ spælið, sum skeiva avgerðin fekk. Fyri nøkrum mánaðum síðan hoyrdist frá landsstýrinum, at ætlanin er at spara í al­mennu fyrisitingini. Er hetta ikki tá ein gloypibiti: sovorðið hava vit stundir til, og so­leiðis oyðsla vit við arbeiðsmegini. Eg velji tó heldur at trúgva, at skeiva avgerðin hevur skumpað aðrar uppgávur til síðis. Á Keypsportalinum hjá Gjaldstovuni kanst tú lesa søgugongdina í málsviðgerðini. Ymisk mál hava seinastu árini verið frammi, har miðlarnir hava víst á, at alt ikki er farið rætt fram. Sjáldan hendir nógv meira, enn at málini verða vend og snarað nakrar ferðir. So gott sum ongantíð eigur nakar ábyrgdina og tekur við avleiðingunum. Tað er ikki at rópa »krossfest!«, at vilja hava rættvísi og sannleika. Tað er einasti vegur, bæði í stórum og smáum málum. So segði hon... Eivør og Ginman róst til skíggja – Vit mugu geva ferðafólkum møguleikan at brúka pengarnar. Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands Simona Weihe Eivør og Ginman fáa sera góð ummæli fyri framførslu og útgávu í Danmark