týsdagur 8. juni 2004síða 17
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 106 - 8. juni 2004
Nr. 106 - 8. juni 2004
33
Mini gravmaskina
Alt arbeiði við mini gravmaskinu verður gjørt, so
sum urtagarðar, smáir vegstubbar, grava fyri
kaðalum, grava út fyri bilhúsum o.a.
Arbeiði við brekkara verður eisini gjørt.
Fa. Hans P. Hansen
477 Funningsfjørður
Fá meira at vita á tlf. 212631 ella 441631
Vit taka minstu uppgávur í størsta álvara.
Grundstykki ella trøð
á Argjum/Tórshavn
ynskist til keyps.
Vinarliga upplýs matr. nr., stødd og ynski um
kostnað.
Skriva til:
Sosialurin
Box 76
110 Tórshavn
Bill. mrk. 08/06
Sosialurini
Hagafundur
Strandahagi hevur aðalfund leygardagin 19. juni
kl. 20.00 í skúlanum á Ziskatrøð.
Skrá: Søla av lendi.
Nevndin
Pedagogur
Søkt verður eftir pedagogi 30 tímar um vikuna til
Barnagarðin á Teiginum at byrja 9. august 2004.
Tú,sum søkir,kemur at arbeiða við børnum í Mið-
lon.
Børnini eru í aldrinum 2 -4 ár.
Søkir eingin pedagogur verður hjálparfólk sett
ístaðin fram til 31. desember 2004.
Stovnurin er ein sjálvsognarstovnur, ið er nor-
meraður til 12 barnagarðspláss og 10 vøggu-
stovupláss og 20 útibarnagarðspláss.
Krøv til umsøkjarin:
• at tú er fleksibul
• opin og erligur
• dugir at síggja møguleikar fram um avmark-
ingar
• hevur góð samstarvsevnir.
Løn sambart sáttmála millum Føroya Pedagog-
felag og Fíggjarmálaráðið.
Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til
leiðaran Randi í Soylu Joensen, tlf. 361750/
270750.
Umsókn saman við avriti av prógvi og møgu-
ligum viðmæli skal verða okkum í hendi í sein-
asta lagi 22. juni kl. 12.00 og skal sendast til
Sjálvsognarstovnurin
Barnagarðurin á Teiginum
210 Sandi
Lærarar til
Sernámsdepilin
Søkt verður eftir 4 lærarum at undirvísa í Skúl-
anum í Sernámsdeplinum skúlaárið 2004/2005.
Størvini eru tíðaravmarkaði:
3 størv frá 1. august til 31. juli 2005.
Og 1 starv frá 1.septembur til 31.desembur 2004.
Størvini eru við fullum tímatali.
Umsøknir skulu vera Sernámsdeplinum í hendi í
seinasta lagi 22. juni 2004.
Størvini verða lønt sambært sáttmálað millum
Føroya Lærarafelag og Figgjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda
sær til Eyðun Gaard, skúlaleiðara tlf. 223712.
Sernámsdepilin
Sethús á Strondum
til sølu
Húsini verða seld, um hóskandi boð fæst.
Byggiár 1950.
Telefon 448030
T-postur: richjoha@post.olivant.fo
Heimarøktin
Vágoy/Norðstreymoy
Sjúkrarøktar-
frøðingur
í Heimarøktini
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi til Sunda-
lagið/Eiði at arbeiða 28 tímar um vikuna í skiftandi
vaktum til setan 01. juli 2004.
Ynskiligt er at umsøkjarin hevur kunnleika og
royndir innan arbeiðið í Heimarøktini.
Arbeitt verður í tøttum samstarvi við røktarstarvs-
fólkið í skipanini og við aðrar fakbólkar innan Al-
manna- og Heilsuverkið. Dentur verður tí lagdur á
góð samstarvsevnir.
Vit kunnu bjóða:
• Eitt spennandi og mennandi starv har arbeitt
verður tvørfakligt
• Eitt starv við nógvum avbjóðingum í einum øki,
sum er í støðugari menning
• Eitt starv har tú kanst gera tína áskoðan galdandi
og vera við til at menna sjúkrarøktina
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
økisleiðaran á tlf. 333249 ella varðaleiðaran á tlf.
422570.
Løn- og setanartreytir eru sambært avtalu millum
Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktar-
frøðingar
Skrivlig umsókn saman við avriti av prógvi og
autorisitatión, verður at senda til:
Heimarøktin Vágar/Norðstreymoy
Økisskrivstovan, Heilsumiðstøðin
370 Miðvágur
Umsóknarfreistin er 23. juni 2004
C
M
Y
K
33
32