týsdagur 16. september 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. september 2014 · Nr. 105
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Formaðurin í Landsfelag Pensjónist
anna leggur ikki fingrarnar ímillum
her í blaðnum mánadagin, tá hann
sigur, at føroyska samfelagið er við
at gerast eitt samfelag, har hvør ein
stakur bara hugsar um sjálvan seg.
Tað var á evnisdegi í Suðuroy um
vikuskiftið, at Arne Thorsteinsson
segði sína hugsan um rákið, sum
sambært honum fær Føroyar aftur
í tíðina, tá fólkapensjónin var ein
olmussa.
Formaður pensjónistanna sipar
til førda politikkin hjá landsstýri
num og avgerðina um, at hvør ein
stakur sjálvur skal rinda til sína
pensjón. Hann ávarar føroyingar
ímóti beinleiðis at verða lumpaðir
av politikarunum.
Hann vísir á, at veruliga ætlanin
ikki er at tryggja føroyingum nakað
luksuslív á ellisárum við góðari eft
irløn.
– Tað er púra greitt, at ætlanin
hjá politikarunum er, at tá ið fólk
hava spart upp til sína egnu, priv
atu pensjón, so skal almenna fólka
pensjónin avtakast.
Og mistankin hjá pensjónista
formanninum er ikki heilt ógrund
aður. Vit hava sæð tað fyrr, at pol
itikarar serta tiltøk í verk, til dømis
inntøkulógirnar frá 1985 við eitt nú
oljuavgjaldi. Tá var talan um fyribils
tiltøk. Men slík fyribilstiltøk kunnu
skjótt gerast varandi:
Tá fólk hava vant seg við tankan
um at gjalda – og at gjalda »ov
nógv«, so vilja politikarar ikki taka
skipanina av aftur.
Arne Thorsteinsson vísir á, at
samstundis sum hetta hendir, so
skal almenna fólkapensjónin aftur
verða ein olmussa, ella ein fátækra
veiting, sum hon var fyrr.
Hann vísir eisini á vandan við
Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn
inum, sum millum manna verður
róptur Samhaldsfasti.
– Hann er nú lagdur undir Fíggj
armálaráðið, og tað skal ikki undra
meg, at hann endar í landskassa
num, áðrenn vit vita av, sigur Arne
Thorsteinsson, sum vísir á, at tá
endar hann í stórapotti og kann
brúkast til onnur endamál, enn
hann varð ætlaður til.
Hann vísir á, at tað eru sterkar
politiskar kreftir, sum vilja leggja
Samhaldsfasta og fólkapensjónina
saman til eina fátækraveiting til tey,
sum ikki hava sína egnu pensjón.
Tað er eyðsæð, at fólkapensjónin
í Føroyum er afturúrsigld. At av
bjóðingarnar eru stórar er eisini
greitt. Skipanin við Samhalds
fasta er ein góð og solidarisk skip
an – sum er einføld at umsita. Hon
kundi væl verið ment til at verið
nógv sterkari, enn hon er í dag.
Hevði ein so smidlig skipan
kunna verið bróðurparturin av pen
sjónini – har aðrar privatar pensjón
ir vóru ískoyti, so hevði helst nógv
verið vunnið.
Pensjónistar bangnir fyri at
verða lumpaðir av politikarum
Óttast fólkapensjónina
Jan Ottosen
situr við sv
peri Ítr s19
Siga
eitt og
gera eitt
annað
Tíðindi síða 6
Vísindi
fyri eygu
og oyru
Eykablaðið
Vísindavøka
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Tað verður í flúgving millum
Føroyar og suðurolnd, at ís
lendska flogfelagið Primera
Air fer í kapping við Atlants
flog.
in.fo visti mánadagin at
siga, at íslendska flogfelagið
ætlar sær at flúgva til og úr
Føroyum.
Hóast hvørki felagið ella
flogvallamyndugleikar vilja
siga nakað um málið, so er
greitt, at tað ikki er á dan
markarrutuni, at felagið ætlar
sær í kapping við Atlants
flog, men heldur við at flyta
føroyingar beinleiðis úr Før
oyum til suðurlond, eitt nú til
Italia, sum Atlantsflog hevur
slept við nýggju strategiini.
Ein avgerð hjá Atlantsflog,
sum føroyska ferðavinnan
harmast um, tí har vóru
longu fleiri áhugaverd
sambond knýtt við at fáa fólk
úr Italia hendanvegin.
Íslendska flogfelagið hev
ur verið í samskifti við yms
ar partar í føroysku ferða
vinnuni, tí ætlanin er eisini
at flyta fólk úr suðurlondum
hendavegin – serliga í lágárs
tíð.
Tað er eisini sera væl
hóskandi, at Primera Air
nýtir Boeing flogfør, tí reint
tekniskt hóska tey eins væl
til flogvøllin í Vágum, sum
Airbusflogførini hjá Atlants
flog.
Primera Air er eitt chart
erflogfelag, sum serliga røkir
charterflúgving.
Tað einasta, sum Jákup
Sverri Kass, flogvallarstjóri,
vildi siga um málið var, »at
samskfiti er millum
partar
nar«.
Men sum in.fo skilir, so
eru
ætlanirnar
hesaferð
rættiliga ítøkiligar, og at tað
ikki er nakað, sum skal bíða
til næsta summar – men rut
ur, sum kunnu verða aktuell
ar longu í heyst ella vetur, tí
felagið hevur nógvan yvir
kapasitet í lágárstíðini.
Primera Air er eitt ís
lendskt
charterflogfelag,
sum varð stovnað 2003 við
navninum JetX. Tað er Prim
era Travel Group, sum eigur
felagið – og sum eisini eigur
felagið Bravo Tours.
Flogfelagið hevur sítt høv
uðssæti í Íslandi, haðani fel
agið verður stýrt. Flogførini
eru fyri tað mesta stationerað
í útlondum, í Skandinavia,
haðani tey flúgva ferðafólk
á charterferðir og røkja aðrar
fyrifallandi uppgávur.
Umframt Ísland, so hevur
Primera Air eisini eina deild í
Danmark, sum tó er eitt sjálv
støðugt felag, nevnt Primera
Air Scandinavia. Primera Air
flýg
ur við Boeing
f l o g fø r u m .
Tey hava seks
737-800
og
tvey
737-700
flogfør.
Primera Air skal flúgva millum
Føroyar og suðurlond
týsdag
mikudagin
Petur Skeel
Jacobsen
greiðir frá
um veðrið
hósdagin
Seinnapart:
Fleyr til gul av eystri ella av ymsum
ættum og sirm ella mjørki. men onkur
sólglotti. Hitin millum 11 og 14 stig.
Fleyr til gul av landsynningi og sirm
ella mjørki. Hitin millum millum 11
og 14 stig.
Fleyr til gul av suðri og útsyningi og
um kvøldið okkurt æli. Hitin millum 11
og 14 stig.
Veðrið fríggjadagin og
leygardagin:
Gul til stívt andøvsgul av vestri,
leygardagin minni vindur. Okkurt
æli fríggjamorgunin, annars turt
og sólglottar. Hitin millum 10 og
14 stig.
Veðrið týsnáttina:
Eitt hátrýstryggur frá Finlandi til
Føroya vikna nakað.
Veðrið mikunáttina:
Eitt brúgvalag í útnyrðing úr
Føroyum stendur mestsum í stað.
1-6 m/s
1-6 m/s
1-6 m/s
1-6 m/s
1-6 m/s
1-6 m/s