hósdagur 2. oktober 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. oktober 2014 · Nr. 112
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eingin hjálp var til Helga, sigur 88 ára gamla Kathrina Højgaard
við grátandi rødd. Í hjálparloysi sá hon sonin líða undir
Parkinson fyri síðani at velja ringast hugsandi vegin burtur
úr sjúkuni. Stillisligu neyðarrópini um hjálp eru tagnað
Lívið fór
undan
Helga
Neyðarróp út í tóman heim
Parkinson
Jón Brian Hvidtfeldt
Dekkað er upp inni í stovuni
í hugnaligu tvíhúsunum á
Túgvu 12 í vesturbýnum í
Havn. Vakra kaffistellið leið
ir tankarnar aftur til eina
farna tíð. Trý sløg av heima
bakaðum smákøkum eru
afturvið. Eg hugsi, um hetta
man vera bakstur frá erv
inum.
Sorgin hevur lagt seg
yvir heimið, har 64 ára
gamli Helgi Højgaard livdi
síni mongu, síðstu ár. Eftir
situr mamman, 88 ára gamla
Kathrina
Højgaard,
sum
síðstu árini tók sær av son
inum.
– Helgi tosaði ikki nógv
um sjúkuna. Hann segði lítið,
var ein afturlatin persónur,
men hann rópti um hjálp.
Men eingin lurtaði, har var
eingin hjálp til hansara.
88 ára gamla kvinnan má
steðga á, tárini vinna á orð
unum, ið hon skal seta á sítt
elsta barn.
Døturnar eru um hana.
63 ára gamla Marita, sum
býr í Danmark. 62 ára gamla
Birna, sum býr í Svøríki. Og
53 ára gamla Carolina, sum
býr í Havn. Tær báðar eldru
vóru heima í Føroyum og
vitjaðu í summar, og eru nú
aftur heima, hesaferð í tung
um ørindum.
– Helgi var nógv versn
aður, tá vit vóru heima í
summar. Um hálvan juli
endaði hann eisini á sjúkra
húsinum, men varð sendur
heim aftur beinanvegin við
sterkari heilivági, sum hann
tó ikki fekk tað betur av. Tað
var tíðiligt, at heilivágurin
virkaði ikki, sum hann skuldi,
greiðir Marita frá.
Helgi
Højgaard
hevði
Parkinson. Sjúkan byrjaði
fyri sjey árum síðani, og
fekk so við og við fasta
tøkur á honum. Helgi var
útbúgvin bygningssniðkari
og elektronikk teknikari.
Hann fór í læru á Sniðkara
virkinum í Grønlandi og ar
beiddi á Telefonverkinum,
á Elektron og seinni á
Bygningssniðkaravirkinum
BSV.
Síðstu
arbeiðsárini
hevði hann egna fyritøku, ið
seldi alternativa heilivágin
Alka-Mine. Fyri góðum seks
árum síðani noyddi sjúkan
hann at gevast við at arbeiða.
– Hann var stillur, frið
arligur og tolin. Og so dugdi
hann alt, var fittur í hond
unum, greiðir Carolina frá
um bróðurin.
Systrarnar búgva uttan
lands, meðan Carolina býr í
Havn og tí hevur havt betri
møguleika at vera um bróð
urin, ið eisini á eldri árum
búði inni hjá mammuni.
– Hann var altíð
einsamallur.
Men
hjálpsamur.
Hann
hjálpti mær altíð við
at taka av borðinum
og seta í køliskápið,
greiðir Kathrina frá.
– Og so dugdi
hann væl orðaspøl.
Søgdu vit okkurt, so kom
hann ofta við onkrum stutt
ligum
aftursvari,
leggur
Birna afturat.
Fyri eina stund smílast
tær fýra kvinnurnar allar í
senn.
Sjúkan
Nýtt fokus kom á Parkinson
sjúkuna, tá kendi ameri
kanski sjónleikarin Robin
Williams í august mánað
lat lív. 63 ára gamli Williams
hevði Parkinson, og valdi
eftir øllum at døma at taka
sítt egna lív.
Hóast
Parkinson
varð
staðfest sum sjúka, heilt
afturi í 1817, so er framvegis
eingin lekjandi viðgerð móti
sjúkuni. Høvuðsorsøkin til
sjúkuna er at ov lítið av evn
inum dopamin, bindiliðið
millum nervakyknurnar í
heilanum, verður framleitt í
ávísum pørtum av heilanum.
Ymisk sløg av heilivági eru á
marknaðinum, sum kunnu
økja um dopaminið í heil
anum, men hava tey tó ofta
hjáárin við sær. Sambært
serfrøðini á økinum stríðast
40 prosent av parkinson
sjúklingum við tunglyndi.
64 ára gamli Helgi Høj
gaard stríddist eitt hart stríð
síðstu tíðina.
– Hann var óróligur í
kroppinum. Vøddarnir hjá
honum livdu alla tíðina,
og ofta fekk hann hvørki
sitið ella ligið. Segði at tað
var sum at sita á nálum. Vit
runnu ofta í frystiboksina
eftir onkrum køldum, sum
hann kundi sita á. Eisini tiv
aði hann, fekk andaneyð,
greiða systrarnar frá um
síðstu tíðina hjá Helga.
– Eg sá, at hann píndist.
Hann var stillur,
friðarligur og tolin.
Og so dugdi hann alt,
var fittur í hondunum
Helgi Højgaard
Mynd: Privat