Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. oktober 2014síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Fríggjadagur 3. oktober 2014 · Nr. 112 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Helgi segði lítið, men hann græt. Segði seg ikki orka meira, leggur mamman afturat. Hóast 88 ára gomul, so fekk Kathrina Højgaard upp­ gávuna at pleyga sín sjúka son. – Í seinastuni mátti eg skera honum bitarnar sund­ ur og geva honum eta. Hann fekk einki gjørt sjálvur, sigur mamman, meðan gráturin aftur treingir uppá. Mótloysi hevur merkt síðstu tíðina hjá fam­ilj­uni Højgaard. Mótloyvi í stríð­ num móti tí vælferðar­sam­ felag, sum eftir teirra tykki ikki dugdi at lætta um hjá hart raktu familjuni. Sum ikki kláraði at geva Helga ta hjálp, ið hann eftir teirra tykki átti at fingið. – Fyrstu árini við sjúkuni var Helgi fyri alternativari við­gerð, hann var ímóti heili­vági og gjørdi ikki altíð eftir boðum frá læknunum. Hann trúði, at hann nokk skuldi vinna á sjúkuni. Tað kom onkurs­vegna aftur um brekku, tí sum avvarandi merktu vit í samskiftinum við heilsuverkið nú í summar ein undirtóna av, at hann jú ikki tók sín heilivág eftir forskriftunum, greiða systrarnar frá. Í fleiri mánaðir hevði Helgi tikið heilivág fjórða hvønn tíma, alt samdøgrið. – Men tað var, sum um heili­vágurin hjálpti minni og minni. Hann fekk sterkari heili­vág, men støðan batnaði ikki, greiða systrarnar frá. Helgi Højgaard fekk sterk­ara heilivágin eftir at hava verið sendur akutt á bráð­depilin á Lands­sjúkra­ hús­inum hálvan juli. Í despera­tión trilvaðu systrar­ nar eftir hjálp: – Vit ringdu til hvønn Per & Pól fyri at fáa onkran at hjálpa Helga. Men eingin lækni segði seg kunna broyta heilivágin. Øll, sum vit vóru í samband við, vístu bara til viðtaluna, ið Helgi hevði hjá neurologi 14. august. Í summar tóku Helgi og systrarnar málið í egnar hend­ur. Í felag avgjørdu tey, at Helgi skuldi taka sín heili­ vág triðja hvønn tíma. Samstundis gjørdust systrar­nar alt meira despe­ ratar. – Sum eina seinastu roynd ringdu vit til kommunu­ lækn­an fyri at biðja um ein innleggingarseðil til Helga. Vit fingu eina tíð tveir dagar seinni, og har sótu vit so. Vit grótu. Vit fortaldu søguna um Helga, og vit fortaldu lækn­anum, hvat Helgi hevði sagt við okkum. At vit bara kundu skjóta seg og leggja seg í eina kistu. Boðini frá kommunu­ lækn­anum vóru sum vátur vøttur hjá systrunum, ið høvdu havt eina inniliga vón um at fáa Helga innlagdan á Lands­sjúkrahúsið, soleiðis at tey har kundu síggja, hvussu nógva pínu hann hevði tvørtur um eitt samdøgur ella tvey. – Læknin segði, at á Lands­ sjúkrahúsinum fóru tey bara at senda Helga heimaftur. Vit høvdu sett okkum fyri, at nú skuldi tað vera, nú skuldi Helgi fáa hjálp. Men vit fóru heimaftur við ongum, greiða systrarnar í felag frá. ...framhald á næstu síðu Parkinson Helgi tosaði ikki nógv um sjúkuna. Hann segði lítið, var ein afturlatin persónur, men hann rópti um hjálp. Men eingin lurtaði, har var eingin hjálp til hansara Sorgin hevur lagt seg yvir heimið, har 64 ára gamli Helgi Højgaard livdi síni mongu, síðstu ár. Eftir situr mamman, 88 ára gamla Kathrina Højgaard, sum síðstu árini tók sær av son­inum Í seinastuni mátti eg skera honum bitarnar sund­ur og geva honum eta Mynd: Álvur Haraldsen