Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. oktober 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 3. oktober 2014 · Nr. 112 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 – Vit vildu bara hava tey at síggja, hvussu hann hevði tað. Um eitt sjúkrahúsi ikki kann hjálpa, hvør kann so, spyrja tær við grátandi rødd. Forðingar Marita, Birna og Carolina vóru á einum máli um, at Helgi mátti sleppa inn á eitt heim at búgva. – Tað kundi ikki vera rætt, at hansara einasta hjálp skuldi vera 88 ára gamla mamman, siga systrarnar, sum í sínum lagi hava roynt at hjálpt til. Uppgávan hevur serliga ligið hjá Carolinu, ið sum nevnt er tann einasta av systr­unum, ið býr í Føroyum. Men støðan hjá Helga var nú so vána­lig, at okkurt mátti gerast. – Eftir okkara meining hevði Helgi akuttan tørv á hjálp. Hann livdi undir rein­ um torturi, og vildi bara doyggja, greiðir Marita frá. Í juli kom ein sonevndur »visitator« á vitjan hjá Helga. Ørindini vóru at fylla út eina umsókn um pláss á Boða­ nes­heiminum. Eisini søktu systrarnar Sosialu Deild hjá Tórshavnar Kommunu um stovnspláss og umlætting til Helga. Fyri tær kendist tað trupult og knorslut at søkja. – Umsóknirnar komu so upp á pláss, og vit fingu at vita, at upptøkunevndin hevði fund 3. september. Møgu­liga fór at vera eitt pláss til Helga, greiða tær frá. Helgi hevði sum nevnt verið akutt á bráðdeplinum á Lands­sjúkrahúsinum hálvan juli. Hann átti upprunaliga tíð hjá neurologi í november, men eftir viðtaluna á bráð­ deplinum varð viðtalan hjá neuro­logi framskundað. Helgi skuldi sleppa framat, tá neuro­logurin vitjaði Lands­ sjúkra­húsið hálvan august. Systrarnar seta nú sítt álit á, at hjálp er í væntu. Parkinsonsjúkan kann ikki lekjast, men tær vóna at heilivágurin kann stillast, soleiðis at Helgi fær nakað av lívsgóðsku og innihaldi aftur. Úrs­litið av viðtaluni hjá neuro­loginum er eisini jaligt. Helgi skal sleppa til víðari kann­ingar á neurologisku deild á Bispebjerg Hospital. – Á Bispebjerg skuldu tey finna útav, hvør heilivágur var tann rætti fyri Helga, siga systrarnar og vísa á ta vón um hjálp, ið varð kveikt við boðunum frá neurologinum. Men dagarnir gingu, og einki frættist. – Vit ringdu tí á Lands­ sjúkra­húsið og spurdu, nær Helgi so slapp framat. Tað vistu tey ikki, tí tey á Bispe­ bjerg skuldu sjálvi venda aftur. Systrarnar ótolnaðust og fríggjadagin 5. september ringdu tær tí á Bispebjerg fyri at frætta nærri. Vikuskiftið gekk, og mánadagin vendi sjúkra­húsið aftur við boðum um, at Helgi skuldi sleppa inn 24. september. Við góðu boðunum fylgdi tó ein stórur spurningur, ið aftur elvdi til stúran. – Landssjúkrahúsið metti seg ikki kunna senda Helga avstað sum ein sjúkling. Hetta var ikki akutt. Helgi skuldi tí avstað sum vanligt ferða­fólk, og onkur av okk­ um skuldi fylgja honum. Trupul­leikin var bara, at Helgi hevði nógva pínu, hann fekk illa sitið, og vit óttaðust, um hann nú fór at klára túrin, greiða systrarnar frá. Tær mannaðu seg upp og bíløgdu ferðaseðlar gjøgnum Landssjúkrahúsið. Sambært systrunum var Helgi stúrin: – Helgi orkaði ikki tank­ an um at skula ferðast niður á Bispebjerg sum van­ ligt ferðafólk. Hann orkaði heldur ikki tankan um at fara inn á ein stovn at búgva. Hann orkaði einki, orkaði ikki ljóðið frá dust­súgv­ar­ anum, okkara prát. Sorgin gerst aftur sjónlig, tá Birna stillisliga leggur afturat: – Alt hetta setti hann eisini orð á í brævinum til okkara. Samanhang Ein vreiði sníkir seg inn í sorg­ina hjá teimum fýra kvinn­unum, ið sita við kaffi­ borðið og seta orð á seinastu tíðina hjá sínum kæra soni og bróðuri. Ein vreiði, ið sprettir úr tí máttloysi, sum tær hava kent seg ferðast í. – Vit hava upplivað tað so­ leiðis, at eingin arbeiðir sam­ an um nakað. Eingin tekur um endan. Tú kanst væl kalla tað ein systemfeil, sigur Marita, og hinar systrarnar taka yvir: – Eitt kvøldið í september komu tvær heimahjálpir út til Helga, meðan hann hevði ein av sínum mongu til­burð­um, ið stóðust av sjúk­uni. Tær høvdu á orði við mammu, at hann átti at fingið hjálp frá læknanum, soleiðis at Helgi skjótari slapp inn á Bispebjerg. – Nú aftaná kundi eg hugsað mær at fingið at vita, hvat heimahjálpirnar gjørdu við ta upplivingina, sum tær høvdu av støðuni hjá Helga hetta kvøldið. Har hendi í hvussu er einki. Marita, Birna og Carolina sipa til ta stríðið um hjálp frá heilsuverkinum, ið tær sjálvar til fánýtis stríddust. Helgi fekk heimahjálp, og hóast tær tóku ímóti allari tí hjálp, sum heimahjálpin veitti teimum, so var støðan sam­bært systrunum ikki altíð nøktandi. – Vit upplivdu, at heima­ hjálpin viðhvørt ikki visti, at hon kom út til ein Parkinson- sjúkling. Hvussu skal hjálpin møta einum persóni, um hon ikki veit, hvat persóninum feilar? Systrarnar kendu tað somuleiðis møtumikið at stríðast fyri einum stovns­ til­boði til Helga. – Vit frættu til dømis ongan­tíð, um Helgi var upp á tal til nakað tilboð, tá upp­tøkunevndin hevði fund 3. september, staðfesta systrarnar. Tær kenna seg einsa­ mallar og eftirlýsa eina hjálp­andi hond frá væl­ ferðar­samfelagnum Føroyar. – Hansara sjúka varð ikki loftað. Eingin tók um endan, og í staðin varð øll ábyrgdin løgd á okkum, fyrst og fremst á hansara 88 ára gomlu mammu. Tað kann ikki vera rætt, tá ein persónur fær Parkinson og gerst so sjúkur sum Helgi. Hetta má ikki henda fyri nakran annan, siga systrarnar við ein munn, og gráturin vinnur aftur á orð­unum. Seinasta farvæl Leygarmorgunin 13. sep­ temb­er broyttist alt. – Helgi plagdi vanliga at koma upp um áttatíðina. Men eg hugsaði, at hann kanska var illa fyri í morgun. Tá heima­hjálpin kom um níggju tíðina fóru vit inn á kamarið hjá Helga. Men hurðin var løst. 88 ára gamla Kathrina Højgaard upplivdi hendan morg­unin tað, sum eingin mamma ynskir at uppliva. – Tað var forferdiligt. Heilt ræðuligt. Kathrina foldar hendur­ nar og grætur. Døturnar taka yvir. Greiða frá brævinum, ið Helgi lat eftir sær. Tað kom fram á skíggjan, tá teldan á kamar­inum varð tendrað. Góða mamma og systrar, byrjaði brævið. – Hann greiddi frá stríð­ num við heilivágin, sum hann ikki vildi gerast bundin av. Hann kendi seg í somu støðu sum misnýtarar, sum bara skuldu hava meira og meira. Systrarnar greiða frá seinastu tíðini, tá Helgi skuldi taka heilivág triðja hvønn tíma fyri at fáa ein skáa frá pínuni. – Hann segði seg ikki orka at ferðast niður á Bispebjerg, og hann segði seg heldur ikki orka at flyta inn á eitt heim at búgva. Hetta er einki lív, skrivaði hann til okkara, siga systrarnar. Brævið á telduni endaði við eini tøkk til mammuna og systrarnar. Leygardagin 20. sep­temb­ er varð Helgi borin til sítt seinasta hvíldarstað. Hann hevði fylt 65 mánadagin 29. september. jonbrian@sosialurin.fo Parkinson Vit hava upplivað tað so­leiðis, at eingin arbeiðir sam­an um nakað. Eingin tekur um endan. Tú kanst væl kalla tað ein systemfeil 88 ára gamla Kathrina Højgaard saman við døtrunum Birnu, Maritu og Carolinu Mynd: Álvur Haraldsen