Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. oktober 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. oktober 2014 · Nr. 114 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Jón Brian Hvidtfeldt – Nei, hatta er ov tíðliga at siga nakað um enn. Svarið kemur oftani undir sam­røðuni við nýggja stjóran í almenna parta­felag­ num Eystur- og Sandoyar­ tunlar. So­mikið ofta, at tað vekir undran, hví persónurin yvir­høvur fer úr einum starvi sum fíggjar­stjóri hjá milliarda­fyri­tøkuni Bakka­ frost, ið meira enn nøkur onnur føroysk fyritøka hev­ ur havt vind í seglini síðstu árini. – Tað er fyrst og fremst samfelagsligi týdningurin, ið hesar íløgur hava fyri Før­oyar, sum dregur meg. Tað er eingin ivi um, at nógv fólk fara at fáa stóra gleði av tunlu­num, og persónliga er tað ein ógvuliga spennandi avbjóðing fyri meg at standa á odda fyri arbeiðnum, sigur Teitur Samuelsen. Báðir undirsjóvartunlar hava eina drúgva og knorsl­ uta søgu aftan fyri seg. Sand­ oyar­tunnilin kom somikið langt, at løgtingið á sinni við lóg samtykti at farast skuldi undir Sandoyar­ tunn­ilin 1. november 2009. Skála­fjarðar­tunnilin byrjaði privatur, gjørdist síðani eitt stutt skifti á sumri 2011 al­ menn­ur, fyri síðani aftur at gerast privatur eftir løg­tings­ valið sama heyst. Privata tunnils­loysnin var bara eina undir­skrift burturi, tá nógv umrøddi CIP-sátt­málin sendi skjálvtar gjøgn­um alla politisku skipan­ina og tá avtornaði tók bæði lands­ stýris­mann og Innlendis­ mála­ráðið við sær í fallinum. Privat gjørdist aftur al­ ment, 1. februar settu allir floks­formenn og táverandi uttan­flokkamaður Gerhard Lognberg sínar undir­skrift­ ir á eina politiska semju um Eysturoyar- og Sandoyar­ tunnil, og 19. mai varð P/F Eystur- og Sandoyartunlar stovnað. Felagið er stovnað við 15 milliónum í almennum parta­peningi, umframt eini tilsøgn um tilsamans 400 milliónir krónur úr lands­kass­ anum fram til 2024. Restin skal fíggjast við lán­um, ið bummgjøld næstu mongu árini skulu gjalda aftur. Tað er henda veruleika, ið Teitur Samuelsen kemur inn til. Ein veruleiki, ið hóast breiðu, politisku semjuna fram­vegis er merktur av óvissum. Ikki minst um kostnaðin á tunlunum. – Politikararnir hava sett karmarnar, og eg trúgvi upp á verkætlanirnar. Annars hevði eg ikki søkt starvið, sigur Teitur Samuelsen. Bakgrund Yrkisleiðin hjá Teiti Samuelsen byrjaði í danska olju­felag­num Dong, har hann ar­beiddi við fíggjarliga part­inum í samband við leiting og rakstur av olju­ felt­um hjá felagnum. Hann flutti til Føroyar og tók við sum fíggjarleiðari í Atlantic Petroleum, áðrenn hann í 2009 tók við sum fíggjarstjóri í Bakka­frost. Felags fyri báðar tær seinastu fyri­tøk­ ur­nar er, at tær eru farnar á keyps­skálan, meðan Teitur Samuelsen hevur sitið við fíggjar­ligu ábyrgdini. – Mær dámar sera væl nýggjar verkætlanir. Tað er sera krevjandi at flyta eina fyri­tøku á keypsskálan, men samstundis sera spennandi. Nú fari eg so at royna nakað heilt annað, sigur nýggi tunnils­stjórin. Stórur vøkstur hevur gjørt Bakkafrost til eina milliarda­fyritøku, ið síðstu fimm árini hevur havt so­ mikið stór yvirskot at vísa á, at partaeigarar hava fingið 576 milliónir út­goldnar í vinnings­býti. Annað sjónligt dømi um styrk­ina hjá Bakka­ frost fekst í juli í fjør, tá fyri­ tøkan legði fram eina fimm ára íløgu­ætlan á 1,1 milliard krónur. Fleiri enn 1000 fólk eru í dag á lønarlistanum hjá Bakkafrost, umroknað til árs­verk er talið 640. – Tað hevur verið ein ótrú­ liga spennandi og mennandi tíð á Bakkafrost, sigur Teitur Samuelsen um sítt nú fyrr­ verandi arbeiðspláss, áðrenn hann stuðlar seg at gamla orðatakinum um at maður kemur í mans stað. 42 ára gamli fíggjarstjórin hevur gjørt semju við Bakka­ frost um at hann er tøkur hjá fyritøkuni, til nýggjur fíggjar­stjóri er settur. Gamla skriv­stovan í høvuðs­sæt­ inum hjá alirisanum á Glyvrum er framvegis hans­ ara ein­asta. – Nei, eg veit ikki, hvar eg komi at halda til. Eg má væl til at finna eina skrivstovu onkustaðni, men tað verður so í Havn, sigur Teitur Samuelsen. Stjórin hevur onga skriv­ stovu og eingi starvsfólk. – Nei, eg veit ikki, nær eg komi at seta fólk í starv. Og eg veit heldur ikki, hvussu nógv starvsfólk koma at vera í felagnum. Tað valdast, hvønn leist vit velja at ar­ beiða eftir, sigur Teitur Samuelsen. Hóast hann kemur úr eini risa fyritøku, so er nýggja støð­an ikki heild fremm­and fyri Teit Sam­uel­sen. – Vit vóru ikki stórt fleiri enn fimm starvs­ fólk, tá eg byrj­aði hjá Atlantic Petrol­ eum, so tað ræð­ ir meg ikki, sigur hann. Fy r s t a u p p ­g á v ­ an hjá tunnils­ s t j ó r ­ a n u m v e r ð ­u r , sam­an við nevnd­ini, at seta seg væl inn í øll viður­skifti í fel­ag­ num. Fak­liga styrk­ in hjá Teiti Sam­uel­ sen ligg­ur í fíggjar­liga part­inum, heldur enn tí tekn­iska. meldurin – Síðstu fimm árini havi eg koyrt úr Havn inn á Glyvrar til arbeiðis, so eg kenni tørvin á egnan kropp, sigur Teitur Samuelsen. Sambært nýggja tunnilsstjóranum var tað samfelagsligi týdningurin av undirsjóvartunlunum, sum lokkaði hann úr leiðandi stjórastarvi í Bakkafrost til eitt starv uttan kontór ella starvsfólk Eg føli við pendlarunum Tað er fyrst og fremst samfelagsligi týdningurin, ið hesar íløgur hava fyri Føroyar, sum dregur meg Teitur Samuelsen: Eysturoyartunnilin Sandoyartunnilin Kelda: Landsverk