Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. oktober 2014síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 8. oktober 2014 · Nr. 114 meldurin Eg eri vanur við at fáast við fígging og havi royndir frá samskifti við fíggjar­stovnar. Men nei, eg havi einki tekniskt innlit – Eg eri vanur við at fáast við fígg­ing og havi royndir frá samskifti við fíggjarstovnar. Men nei, eg havi einki tekniskt inn­lit, sigur Teitur Samuelsen og leggur speiskliga afturat: – Eg havi tó royndir úr oljuvinnuni, og har bor­ aðu vit niðureftir. Pendlarin Teitur Samuelsen er havnar­ maður, hann er giftur og hevur trý børn í skúlaaldri. – Síðstu fimm árini havi eg koyrt úr Havn inn á Glyvrar til arbeiðis, so eg kenni tørvin á egnan kropp, sigur Teitur Samuelsen og heldur fram: – Millum annað tí veit eg, at Eysturoyartunnilin fer at lætta um hjá mong­um. Og tað sama fer Sandoyar­ tunnilin, tá hann kemur. Sambært politisku tunnils­semjuni skal vera koyr­andi gjøgnum báðar tunlar í 2021. Nýggi stjórin vil ikki geva til kennar, hvørt politiski málsetningurin eis­ ini letur seg gera í praksis. – Nei, hatta er ov tíðliga at siga nakað um enn, ljóðar eftirhondini retor­ iska svarið. Almenna tunnilsfelagið hevur framvegis til góðar at útvega sær seinastu tøkn­ iligu vitanina um jarð­frøð­ ina í økjunum, har borast skal. Fíggjarligi parturin skal fáast upp á pláss og sjálvt arbeiðið at gera tunlar­ nar skal leggjast til rættis, áðrenn sáttmálar kunnu undirskrivast við tær fyri­ tøkur, ið skulu gera sjálvt ar­beiðið. – Tað er framvegis alt ov tíðliga at siga nakað um fígg­ingina. Men yvirskipað er talan um eina góða, sam­ felags­liga íløgu, sum eg havi góðar vónir um at fáa fígging til, sigur Teitur Samuelsen, sum tó ikki vil út í tos um rentu­satsir og bummgjøld. Sambært nýggjastu met­ingini hjá Landsverki fer Eysturoyartunnilin at kosta 1050 milliónir krónur og Sandoyartunnilin 865 milliónir. Men talan er fram­ vegis bara um metingar. Fíggjarliga óvissan um kostnaðin á tunlunum fær tó ikki nýggja stjóran at rysta á hondunum. – Uppgávan verður at taka hædd fyri øllum fak­tor­ um og minimera váðan, stað­ festir hann turt. Sum fíggjarstjóri í lands­ ins størstu fyritøku hevði Teitur Samuelsen sambært roknskapinum eina ársløn á góðar 1,5 millión krónur. Í nýggja starvinum kemur hann, sambært sær sjálvum, at liggja í niðara parti av stjóralønunum í almennu partafeløgunum. – Ja, eg fari niður í løn. Men hinvegin spari eg tveir tímar koyring hvønn dag. Tað gevur meira tíð saman við fam­iljuni, og tað er sera positivt, sigur Teitur Samuelsen. Nýggi tunnilsstjórin kem­ur sum longu nevnt at pendla millum Havnina og Glyvrar eina tíð afturat, men hann gleðir seg til nýggju av­ bjóð­ingina. – Tað er sjálvandi trupult at siga, nær tíðin er tann rætta at fara úr einum starvi. Men henda møguleikan fái eg neyvan aftur, sigur Teitur Samuelsen um avbjóðingina at standa fyri Føroya størstu sam­ferðsluútbygging. jonbrian@sosialurin.fo – Síðstu fimm árini havi eg koyrt úr Havn inn á Glyvrar til arbeiðis, so eg kenni tørvin á egnan kropp, sigur Teitur Samuelsen Mynd: Álvur Haraldsen