týsdagur 14. oktober 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. oktober 2014 · Nr. 117
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Jón Brian Hvidtfeldt
– Reaktiónirnar hava verið
sum væntað. Summi eru
positiv og biðja okkum koyra
á, onnur halda okkum vera
svakar.
Jóannes Petersen er farin
aftur til Keypmannahavnar,
har hann hevur búð síðani
1993. Eftir í Føroyum liggur
ein ætlan, sum hevur verið
stóra samrøðuevnið síðani
framløguna á Hotel Føroyum
seinnapartin
hósdagin
í
síðstu viku.
– Nei, tað hevur ikki verið
tað reina halleluja. Men
áhugin hevur verið har, sigur
Jóannes Petersen og tekur
fram facebook-síðuna hjá
Airport 19, sum hevur verið
dúgliga vitjað síðstu dagar
nar.
Airport 19 er higartil bara
at finna á tekniborðinum
og sum myndir og video í
talgilda heiminum, eitt nú á
facebook. Nýggja flogoyggin
í Tangafirði tekur seg væl
út í teimum simuleringum,
sum higartil eru gjørdar.
Tað
sama
ger
prísurin,
sum verður mettur til 5,6
milliardir krónur.
Kortini er stigtakararin
væl nøgdur. Í hvussu er fyri
bils.
– Eg havi arbeitt við hes
um síðsta árið, havi brúkt
nógva tíð og vil nú gjarna
leggja
uppskotið
alment
fram. Eg trúgvi 100 prosent
upp á verkætlanina, og vil
fegin síggja hana veksa,
sigur Jóannes Petersen.
Afturat
sær
hevur
hann
flogskiparan
Rúna
Højgaard,
arkitektarnar
og gomlu starvsfelagarnar
Albert Isfeld og Gudmund
S. Hansen, verkfrøðingurin
Preben Hansen umframt
onnur.
– Íblásturin kom frá eini
linjuføring, sum varð gjørd
í samband við Eysturoyar
tunnilin. Eg byrjaði í smá
um við skitsum,
luftaði
tankan um eina floghavn
fyri flogskiparanum Rúna
Højgaard, sum beinanvegin
vísti hugskotinum áhuga, og
so varð arbeitt víðari harfrá.
Jóannes Petersen tekur
fram argument, ið stuðla
undir staðsetingina.
– Har eru eingi fjøll,
turbulensurin verður lítil
og eingin, og regulariteturin
verður útvið 100 prosent,
sigur
arkitekturin,
sum
byggir síni argument á met
ingar hjá roynda flogskipar
anum.
Tí kanningar eru higartil
ongar, ið byggja undir argu
mentini.
– Nei, enn eru ongar kann
ingar gjørdar av, hvussu
væl økið er egnað til eina
floghavn. Tær skulu sjálv
andi eisini gerast, men fyrst
mugu vit fáa pengarnar upp
á pláss, staðfestir Jóannes
Petersen.
Fíggingin
Hóast talan er um eina verk
ætlan fyri milliardir, so eru
higartil eingir pengar komnir
á borðið. Einasta, beinleiðis
útreiðsla hjá toyminum, sum
arbeiðir við Airport 19, er
onkur rokning í samband við
sjálva framløguna á Hotel
Føroyum síðsta hósdag.
– Men hinvegin er nógv
tíð og orka løgd í verkætlan
ina, sigur Jóannes Petersen.
Í somáta er stóra verk
ætlanin nú á einum vega
móti.
– Tað, sum nú skal gerast,
krevur pengar, staðfestir
Jóannes Petersen og váttar,
at sjálvt kanningarnar av
veður og vindi í Tangafirði
og við Flesjarnar krevja ein
íleggjara.
Sjálvt hevur Airport 19
toymið onga fíggjarliga styrki.
– Nei, vit gera ikki meira
nú uttan fígging. Her mugu
pengar á borðið, staðfestir
Jóannes Petersen enn eina
ferð.
Hetta
við
pengunum
hevur eisini verið stóra argu
mentið hjá teimum kritik
arum, sum Jóannes Petersen
hevur
møtt
síðsta
árið,
meðan hann hevur arbeitt
við floghavns-ætlanini.
meldurin
– Finna vit ongan privatan íleggjara, so steðga vit her. Men eg trúgvi fult og heilt upp á
verkætlanina og vil síggja hana veksa seg stóra, sigur 61 ára gamli arkitekturin úr Klaksvík,
sum síðsta árið hevur teknað ta floghavn, ið hann nú skal finna fígging til
Vit fara fyrsta dagin at søkja landsstýrið
um loyvi at brúka hetta økið til okkara
verkætlan, mest fyri at tryggja okkum,
at eingin annar fer avstað við tí
í Tangafirði
Luft
kastellir