týsdagur 14. oktober 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 15. oktober 2014 · Nr. 117
meldurin
Sjálvt við tilsøgn
um nakrar hundrað
milliónir krónur koma
vit ikki langt
– Onkur hevur gott nokk
biðið meg koma niður aftur á
jørðina. Men afturvendandi
ráðini frá kritikarunum hava
verið, at eg má og skal finna
privatar íleggjarar til verk
ætlanina.
Jóannes Petersen stendur
ikki við blankum blokki, nú
hann skal víðari til næsta og
avgerandi stigið í hesi risa
verkætlan:
– Tveir útlendskir íleggj
arar hava higartil víst ætlan
ini áhuga. Nú fara vit sjálvi
út og tosa við potentiellar
íleggjarar, og so mugu vit
síggja, hvussu langt tað ber,
sigur Jóannes Petersen, sum
tó ikki vil upplýsa nøvnini á
teimum báðum, ið higartil
hava
víst
verkætlanini
áhuga.
Samlaða
verkætlanin
Airport 19 er mett at kosta
tilsamans
5,6
milliardir
krónur.
Men
hon
kann
býtast sundur í trý.
Fyrsta stigið kostar 2,4
milliardir. Fyri tað fæst ein
vøllur á 3300 metrar,
t e r m i n a l ø k i
við einum
terminali á 5000 fermetrar,
parkeringspláss
og
upp
koyring
frá
Eysturoyar
tunlinum.
Annað stigið kostar tvær
milliardir. Fyri tað fæst
styttri vøllurin, ið er á 2500
metrar til longdar, ein størri
terminalur, parkering, verk
staðsbygningur og byrjandi
havnarbygging.
Triðja stigið kostar 1,2
milliard.
Teir
pengarnir
verða brúktir til havnar
bygging, ein størri terminal,
størri verkstaðsbygging og
parkering.
–
Sjálvt
um
arbeiðið
kann gerast í stigum, so er
talan um eina milliarda-
verkætlan, og tí skulu eisini
rættuliga nógvir pengar til.
Sjálvt við tilsøgn um nakrar
hundrað milliónir krónur
koma vit ikki langt, ásannar
Jóannes Petersen.
Hóast perspektivið røkk
ur eini 10-15 ár fram í tíðina,
so metir stigtakarin tað vera
ein avgjørdan fyrimun, um
Airport 19 kann fáa ágóðan
av stóru tunnilsætlanunum
í føroyska samfelagnum.
Sambært politisku semj
uni
um
undirsjóvar
tunlarnar
skal
vera
koyrandi
gjøgnum
bæði Eysturoyar- og
Sandoyartunnilin
í
2021, og tí verður ikki
leingi til fyrsta grót
ið kemur út tunl
unum.
– Tað vildi verið
fantastiskt,
um
tað lagaði seg so
leiðis, at grótið úr
tunlunum kundi
verið brúkt til
at fylla út fyri
floghavnini,
men so skal ar
beiðast skjótt,
sigur Jóannes
P e t e r s e n
og
sipar
til
privatu íleggj
ararnar,
ið
partvís skulu
finnast
og
ikki
minst
sannførast.
...framhald
– Nei, tað hevur ikki verið tað
reina halleluja, sigur Jóannes
Petersen, arkitektur
Mynd: Álvur Haraldsen