Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. oktober 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. oktober 2014 · Nr. 117 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin – Tíðin vil so vísa, hvussu langt vit eru komin við okkara verkætlan til ta tíð. Men søgan úr Norðoya­tunl­ inum má bara ikki endurtaka seg, har man ikki visti, hvat grótið úr tunlinum skuldi brúkast til og tí bara vippaði tað á sjógv í Klaksvík, sigur Jóannes Petersen. Klaksvíkin Tað eru nú 35 ár síðani nú 61 ára gamli Jóannes Petersen flutti úr heimbýnum Klaks­ vík. Hann hevði verið í læru sum sniðkari hjá Tofta Karl, og við hesi barlast fór hann í 1979 niður at lesa. Fyrst til konstruktør og síðani arki­ tekt. Í 1987 fóru hann og kon­an tvey ár til Grønlands, áðrenn kósin varð sett aftur móti Føroyum. Jóannes Peter­sen fór at arbeiða hjá arkitekt­unum Albert Isfeld og Gudmund S. Hansen. Steðg­urin í Føroyum gjørdist tó stuttur, búskaparliga skræll­ið fyrst í nítiárunum merktist, og í 1993 fluttu hjún­ini aftur til Dan­markar. Árini í Keypmannahavn hevur Jóannes Petersen ar­ beitt hjá ymiskum arki­tekta­ fyri­tøkum, áðrenn hann í 2006 byrjaði fyri seg sjálvan. Uppgávurnar hava verið sera ymiskar, og hóast hann í Føroyum í hesum døgum er aktuellur við Airport 19, so er tað ein heilt onnur verk­ætlan, sum tekur fokus aðra­staðni. Talan er um ein tallerk, sum er serliga væl egn­aður til reseptiónir og líkn­andi. Hann er soleiðis hátt­aður, at tí kanst halda tallerki og vínglasi í einari og somu hond. – Hann hevur júst vunnið eina virðisløn í Italia. Hann fekk bronsu og verður nú sýnd­ur fram í Hong Kong, leggur Jóannes Petersen afturat. Arbeiðið hevur ofta ført hann til Føroya, har hann hevur verið við í eini røð av størri og smærri verk­ætlan­ um. – Ja, síðani eg byrjaði fyri meg sjálvan, havi eg øll árini pendlað millum Danmark og Føroyar, umleið hálva tíð hvørt staðið, sigur Jóannes Petersen. Konan, Marianna Andreasen, er útbúgvin sosio­logur, og eisini hon er í somu støðu, har partur av arbeið­num liggur í Føroyum. – Tað kann væl vera, at mongu ferðirnar millum londini hava verið ein drívmegi í ætlanini við floghavnini. Í hvussu er havi eg havt nógvar góðar tímar við blokkinum umborð á Atlantsflog, sigur Jóannes Petersen. Røturnar røkka aftur til Klaksvíkar, har arkitekturin á ungum døgum var virkin í tónleikalívinum. Fyrst í bólk­ inum The Tigers og seinni Hjarnar. – Eg haldi at eg var 12 og Karl Martin átta, tá vit byrjaðu í Tigers, greiðir Jóannes Petersen skemtiliga frá. – Eg spældi bass. Minnist at Hildibjartur Hansen loysti meg av í Hjarnar, áðrenn eg fór niður at lesa, greiðir Jóannes frá og nevnir restina av mann­ingini í seinni so kenda bólkinum. – Jú, tað kemur meira enn so fyri, at eg spæli enn. Ikki í bólki, men til stuttlig og hugna­lig høvi. Politikkurin Tað er eitt tilvitað val, at stig­takararnir til Airport 19 verk­ætlanina fyrst vilja royna møgu­leikan fyri at fáa privatar íleggjarar at seta pengar í flogoynna í Tanga­ firði, áðrenn bankað verður á dyrnar í Tinganesi. – Hetta má vera ein privat verkætlan. Almennu Føroyar hava ikki ráð til at lyfta upp­ gávuna einsamællar. Men eftir mínum tykki er ætlan­ in neyðug, sæð í einum fram­tíðar perspektivi, skulu vit sum samfelag fylgja við í kapp­ingini við restina av heim­inum, argumenterar Jóannes Petersen og vísir til breið hugtøk sum fiska­ útflutn­ing, ferðavinnu og atdráttar­megi fyri út­lendsk­ ar fyri­tøkur og vinnulív. Stigtakarin til Airport 19 er sannførdur um, at flog­ havnin í Tangafirði kemur at av­loysa Vága Floghavn. – Ja, eg ímyndi mær at hetta verður framtíðar flog­havnin, sigur Jóannes Petersen, fullgreiður yvir at hann her fer inn í eitt politiskt minu­felt. Almennu Føroyar hava síðstu árini, við pengum úr danska Íleggingar­grunn­ inum, útbygt Vága Floghavn fyri okkurt um 400 milliónir krónur. – Eg eri greiður yvir, at vit renna okkum í politisk­ an mótvind, men tað høvdu vit eisini roknað við, sigur Jóannes Petersen, sum tó ætlar at senda lands­stýr­ inum bræv. – Vit fara fyrsta dagin at søkja landsstýrið um loyvi at brúka hetta økið til okk­ ara verkætlan, mest fyri at tryggja okkum, at eingin annar fer avstað við økinum, sigur Jóannes Petersen. Sum skilst á stig­takar­ anum hevur tað týdning fyri hann at fáa eitt formligt bræv arkiverað í Tinganesi. Talan verður í fyrstu atløgu ikki um at biðja landsstýrið um eina prinsipiella tilsøgn. – Nei, í fyrstu atløgu havi eg onga vón um eina slíka tilsøgn. Tá skal málið viðgerast politiskt, og vandi er tá fyri at alt dettur sundur. Men hevði ikki verið lættari at fingið privatar íleggj­arar at vísa verk­ætlan­ ini áhuga, um tú hevði eina prinsipiella tilsøgn úr lands­ stýr­inum? – Vit eru ikki komin hartil enn, at okkara verkætlan er gjørd ítøkilig. Tí er ov tíðliga at biðja um eina slíka, sigur Jóannes Petersen og setir eina tjúkka striku undir, at enn er langt eftir, áðrenn verkætlanin er búgvin til eitt byggiloyvi: – Hetta eru enn luft­ kastellir, og mær vitandi skal man ikki hava byggi­ loyvi til luftkastellir, sigur Jóannes Petersen við einum skálkabrosi, ið bæði sipar til blandaðu mót­tøk­una fyrstu dagarnar og álvaran í dreym­ inum um eina nýggja altjóða flog­havn, hvørs íblástur kemur úr mann­skaptum oyggj­um í ríkastu pørtum av heim­inum. Flogoyggj í Tangafirði Verkætlanin, ið hevur fingið navnið Airport 19, er býtt sundur í trý byggistig:  Fyrsta stig fevnir um tann stóra vøllin upp á 3.300 metrar, terminaløki við minni terminali 7.000 m², verkstaðsbygning og tilhoyrandi parkering og uppkoyring frá tunnli til flogvøllin. Mettur kostnaður 2,4 mia. krónur  Annað stig fevnir um tann minna vøllin upp á 2.500 metrar, størri terminal + 10.000 m², størri parkering, verkstaðsbygningur og byrjan upp á havnarbygging. Mettur kostnaður 2,0 mia. krónur  Triðja stig fevnir um størri havnarbygging, størri terminal, størri verkstaðsbygging, størri parkering. Mettur kostnaður 1.2 mia. krónur Samlaður byggikostnaður 5,6 mia krónur Onkur hevur gott nokk biðið meg koma niður aftur á jørðina. Men afturvendandi ráðini frá kritikarunum hava verið, at eg má og skal finna privatar íleggjarar til verkætlanina Myndir: Álvur Haraldsen