fríggjadagur 21. januar 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 14 - 21. januar 2000
20
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 14 - 21. januar 2000
JÁKUP MØRK
Tjaldur-Neistin 17-27
(9-12)
Áðrenn endaspælið byr-
jaði, skrivaðu vit, at neist-
akvinnurnar vóru farnar í
holt við at leita eftir heið-
ursmerkjum.
Sum úrslitini lagaðu
seg mikukvøldið, er eisini
líkt til, at hetta nú er um
at gerast veruleiki.
Enn liggja tær á fjórða
plássinum á stigatalvuni,
men nú er um at gerast
rættuliga trongt undir
toppinum, við tað at
Kyndil, VÍF og Neistin
nú øll hava 9 stig. Enn
syrgir málmunurin tó fyri,
at neistagenturnar halda
seg aftan fyri hinar, men
eftir dystin í Runavíkini
mikukvøldið
minkaði
hesin munur nakað.
Munur í seinna
Neistin vann nevnliga ein
greiðan 10 máls sigur
móti einum tjaldursliðið,
sum dragnar meira og
meira frá aftur um hini
liðini.
Í fyrra hálvleiki var
munurin millum liðini
ikki so stórur. Fyrstu 25
minuttirnar gekk javnt á,
og liðini bæði skiftust um
at hava leiðsluna. Móti
endanum
av
hálv-
leikinum fekk Neistin tó
trý mál á rað, og eftir hett-
a vendist ikki.
Beinan vegin, sum
seinni hálvleikur byrjaði,
streyk Neistin av stað, so-
leiðis at tað eingin ivi
skuldi vera um, hvønn
veg stigini skuldu fara
Hetta tykist eisini at
vera ein afturvendandi
trupulleiki hjá Tjaldri-
num. Fleiri ferð er tað
komið fyri, at liðið hevur
fylgt væl við fyrra hálva
tíman, men við tað at hóp-
urin er somikið tunnur,
gerst munurin aloftast
dekan og stórur seinasta
partin av dystinum.
Tjaldurskvinnurnar far-
a tó ongan veg niður í
aðru deild hetta kapping-
arárið, og við hesum er
aðalmál teirra longu rokk-
ið. Undan kappingini
varð nevnliga sagt, at tær
nú máttu royna at halda
felagnum í fyrstu deild,
soleiðis at ungu leikarar-
nir, sum eru ávegis, hava
nakað at síggja fram til,
tá tað einaferð verður teir-
ra tíð.
Kann gerast javnt
Sum nevnt, so er tað nú
vorið rættuliga trongt
undir toppinum, og hóast
Stjørnan enn situr rímu-
liga trygt á ovasta sess-
inum, so eru tað nú heili
trý lið, sum stríðast fyri
at nærkast klaksvíks-
gentunum.
Fyrimunurin
hjá
Stjørnuni er tó helst, at
liðini undir teimum fram-
haldandi taka stig frá
hvørjum øðrum, og tískil
er líkt til, at Stjørnurnar
verða verandi umanfyri
hini liðin, tað sum eftir er
av kappingarárinum.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
Tjaldur: Sunrid Gleðis-
heygg 5 (3), Sonja Gleð-
isheygg 5, Mona Lang-
gaard 4 (1), Oddvá Foss-
dalsá 2, Heidi Jacobsen 1
Neistin: Inga F. Danberg
9 (1), Katrin á Neystabø
8 (5), Gunnleyg Berg 3,
Marjun Jógvansdóttir 2,
Mildrid Jacobsen 2, Rúna
Wardum 2, Bjørg Paturs-
son 1
Brotskøst:
Tjaldur 9, Neistin 6
Útvísingar:
Tjaldur 2, Neistin 1
Dómarar úr StÍF:
Alexandur Johansen og
Anfinnur Joensen
Eingin ivi
Neistin vann tryggan sigur móti
Tjaldur, tá liðini bæði hittust inni í
Runavíkini mikukvøldið
Eingin ivi var um, hvønn veg stigini skuldu fara, tá
Tjaldur og Neistin hittust mikukvøldið
Mynd: Álvur Haraldsen
JÁKUP MØRK
FS Vágar, sum seinasta ár
vann aðru deild, og harvið
tryggjaði sær sess í fyrstu
deild komandi kappingarár,
hevur nevnliga ogna sær ð
fýra útlendskar leikarar, í
royndunum at styrkja um
leikarahópin.
Tilvitað
Framman undan hava vit
nevnt, at felagsliðið har
vesturi hevur fignið litav-
iskan venjara henda vegin
til komandi kappingarár, og
nú er so greitt, at hesin hev-
ur fingið fýra av lands-
monnum sínum henda veg-
in.
Talan er um tveir verju-
leikarar umframt ein mál-
mann og miðvallara, og for-
maðurin í FS Vágum, Álvur
Samuelsen, sigur við Sosi-
alin, at tað er tilvitað, at teir
hava styrkt seg á júst hesum
plássum.
Hann greiður frá, at teir
seinasta ár høvdu eitt stak
gott álop og ein sterkan
miðvøll, men at avrikini í
verjuni vóru misjøvn. Fleiri
skaðar vóru, og harav var
útskiftingin stór, og er tað
tí í verjuni, at vit meta okk-
um hava størsta tørvin at
styrkja um liðið.
Seinasta ár vardi Johan á
Mýruni málið hjá felags-
liðnum, og vit hava verið
stak væl nøgdir við avrik
hansara sigur Álvur, sum
sjálvur vardi málið, tá FS
Vágar seinast var í bestu
deildini. Trupulleikin er tó
tann, at Johan er einasti
málmaður okkara, og tískil
hevur hann onga kapping
fingið, umframt at liðið
ongan eyka málverja hevur
havt.
Enn er so eingin avgerð
tikin um, hvør skal verja
málið hetta kappingarárið,
so vit hava ikki á nakran
hátt avskrivað verandi mál-
verjan.
Bíta seg fastan
Leikararnir har vesturi byr-
jaðu annars at venja seinasta
vikuskifti, og verður sæð
burtur frá nýggju leikaru-
num, er talan um sama fólk
sum undanfarna ár.
Hetta merkir so, at tað
ikki hevur eydnast felags-
liðnum at lokka nakrar av
fyrrverandi leikarum sínum
heim aftur. Her verður ser-
liga hugsað um Johannes
Joensen og Bjarna Prior,
sum seinastu tíðina hava
verið í ávíkavist HB og
B36.
Álvur Samuelsen greiður
annars frá, at fremsta mál
teirra nú er at bíta seg fastan
í deildini, og er tað við hes-
um fyri eyga, at felagið hev-
ur styrkt sær um hópin.
Tað er eingin loyna, at tað
er av alstórum týdningi fyri
felagið, at vágafólk í fram-
tíðini hava eitt fyrstudeild-
arlið, sum megnar at standa
seg í kappingini, við tað at
hetta, umframt ein øktan á-
huga, gevur yngru leikaru-
num nakað at síggja fram
til.
Vágoyggin hevur nevn-
liga í fleiri ár havt góð ung-
dómslið, og tá fleiri av leik-
arunum á hesum ivaleyst
hava ætlanir um fyrstu-
deildarfótbólt, er umráðandi
at teir fáa møguleika til tess.
Í Sørvági
Síðani felagsliðið varð
stovnað í 1993, hava ymsu
bygdirnar skift um at hýsa
heimadystirnar hjá besta
liðnum, og í ár verða allir
heimadystirnir leiktir í Sør-
vági.
Í løtuni fer venjingin tó
fram í Miðvági, tí umvæl-
ingararbeiði verður gjørt
við vøllin í Sørvági, men
hetta verðru væntandi liðugt
um mánaðarskifti februar/
mars.
Í hesum sambandi skal
eisini nevnast, at SÍ í løtuni
leggur seinastu hond á
nýggja felagshúsið, og so-
statt er líkt til, at bæði á-
skoðarar og leikarar nú fáa
munandi betri umstøður, tá
fyrstudeildarfótbóltur
stendur á skránni í Sørvági.
FS Vágar fingið styrk
Síðani reglan um talvi av útlendingum á føroysku fót-
bóltsliðunum varð broytt, hevur talið á hesum verið al-
samt vaksandi, og nú er talið aftur økt
Rætting
Í týsdagsblaðnum stóð í
dystarfrásøgnini fyri kvinn-
udystin millum Stjørnuna
og Kyndil, at Rógvi Nielsen
varð kosin ársins venjari í
kvinnudeildini seinasta ár.
Hetta er sjálvsagt ikki rætt.
Rógvi Nielsen varð kosin at
vera næst besti venjarin í
deildini, meðan starvsfelagi
hansara í Kyndli, Sophus
Dahl Christiansen, varð
kosin at vera besti venjarin
í kvinnudeildini.
Vónandi bera teir báðir yvir
við okkum hesum viðvíkj-
andi.
-blðm.
Seinasta kappingarár var Johan einsamallur um at verja málið hjá FS Vágum, men nú er
líkt til, at hann hevur fingið ein kappingarneyta
Savnsmynd
Sophus Dahl Christiansen
fær her handa blómur og
steyp sum ársins venjari í
kvinnudeildini seinasta
kappingarár
Mynd: Álvur Haraldsen
JÁKUP MØRK
Kyndil-VÍF 23-21 (14-12)
Fyrrverandi venjarin hjá
danska
fótbóltslandslið-
num, Richard Møller Niel-
sen, var tiltikin fyri at nýta
mong løgin orðafelli. Eitt av
hesum var tað, sum, hann
nevndi »laurbæreffekten«,
og tað var um reppið, at
kyndilskvinnurnar
fingu
roynt hetta mikukvøldið.
Tað, sum fjónbúgvin
meinti við, var tá eitt lið júst
hevur fram eitt frálíkt avrik,
fyri síðani at nýta ov langa
tíð, til at fáa beinini niður
aftur á jørðina.
Ikki at kenna aftur
Kyndilskvinnurnar
vóru
nevnliga als ikki at kenna
aftur frá sunnudegnum, tá
tær mikukvøldið skuldu
royna seg móti vestmanna-
kvinnunum, sum undan
dystinum vóru nr. tvey í
landskappingini.
Ikki tí, leikararnir vóru
tær somu, men avrikið tær
framdu, var langt frá tí støð-
i, sum tá varð lagt. Í álops-
partinum vóru tær als ikki
nóg avgjørdar, og serliga í
verjupartinum sá tað út til
at vera heilt galið.
Lukkutíð fyri heimaliðið,
so høvdu vestmannagent-
urnar heldur ikki ein av sín-
um bestu døgum. Ioana
Rápa leikti tó á sama hátt,
sum hon hevur gjørt higartil
í kappingini, og tá kynd-
ilskvinnurnar løgdu lítið í
at verja fyri henni, kundi
hon so at siga einsamøll
syrgja fyri, at vestmanna-
genturnar eisini vóru at
síggja á máltalvuni.
Meginpartin av fyrra
hálvleiki leikaði javnt á,
men móti endanum var tað
sum um, at dysturin var um
at koppa til fyrimuns fyri
heimaliðið. Líkt var til,at
Ioana ikki hevði nóg stora
orku til at halda á við mál-
skjótingini, og harumframt
var eisini líkt til, at Marita
Hermansen nú hevði fingið
hita í kroppin.
Við tað at Marita nú tók
sær av tí mesta, sum varð
tveitt móti málinum, eydn-
aðist tað heimaliðnum at
vinna sær eina tvey máls
leiðslu, áðrenn farið varð til
hálvleiks.
Óneyðugur spenningur
Tá seinni hálvleikur byrjaði,
var líkt til, at tær á heima-
liðnum endiliga vóru vakn-
aðar úr dvala. Marita stóð
seg framhaldandi eins væl,
og tá tað so eisini gekk betri
við málskjótingini, varð
brádliga líkt til, at talan
skuldi gerast um ein tryggan
sigur til heimaliðið.
K y n d i l s k v i n n u r n a r
megnaðu tó enn einaferð at
seta leikferðina niður, og so
við og við otaðu vest-
Marita átti munin
Størsti munurin á bestu kvinnuliðunum hjá Kyndli og VÍF var, at Marita Her-
mansen stóð í málinum hjá Kyndilskvinnunum. Enn einaferð prógvaði hon, at
hon helst er besti málverji í bestu kvinnudeildini, og saman við liðfeløgum
sínum, syrgdi hon fyri, at dreymabyrjanin hjá Bárði Johannesen á venjara-
beinkinum kundi halda á fram
JÁKUP MØRK
Tjaldur-Neistin 30-41
(14-20)
Ikki færri enn 71 mál
vórðu skotin teir 60 min-
uttirnar, sum dysturin var-
di, og uttan at fara alt ov
langt aftur í tíðina kann
staðfestast, at hetta er
málríkasti dysturin higar-
til í ár.
Heldur ikki er tað kom-
ið fyri fyrr í ár, at eitt lið
hevur fingið fleiri enn 40
mál, so neistamenninir
hava okkurt at tosa um í
dag.
Fyri sigrandi liðið man
tað eisini kennast huga-
ligt, at teir nú hava vunið
seg upp á næst ovasta
plássið á stigatalvuni, tá
málmunurin er betri enn
hjá strandingum. Gaman
í er VÍF framvegis fýra
stig framman fyri Neist-
an, men neistaliðið hevur
so ein dyst til góðar.
Skoraðu eftir vild
Fyrstu løtuna av dysti-
num fylgdust liðini bæði
upp eftir máltalvuni, men
eftir at Neistin miðskeiðis
í fyrra hálvleiki gjørdi eitt
lop, var dysturin í roynd
og veru avgjørdur.
Seinna helmingin av
dystinum var lítið og ein-
ki at tosa um, og væl hýr-
du neistaleikararnir skor-
aðu so at siga eftir vild.
Stóri málslúkurin gjør-
dist enn einaferð Heini
Joensen, men merkisvert
var tó, at hann hesu ferð-
ina einki mál fekk frá
sjey-metra strikuni, har
hann annars hevur fingið
ein part av sínum málum.
Heini er nú einans fimm
mál aftan fyri stóra stór-
skjúttan hjá vestmenning-
um, og framvegis eigur
Heini ein dyst til góðar,
so eisini her er tætt mill-
um Neistan og VÍF.
Eingin hugur
Størsti trupulleikin hjá
Tjaldur tykist vera, at
leikararnir ikki taka upp-
gávu sína í nóg stórum
álvara. Liðið telur fleiri
stak góðar leikarar, men
tá venjingarstøðan ikki er
nóg góð, røkist lítið fyri,
at úrtøkan í einstøku dyst-
unum verður hin stóra.
Liðið hevur eisini tann
veikleika, at fleiri av leik-
arunum eisini fáast við
fyrstudeildarfótbólt, og tí
er ikki óhugsandi, at liðið
fer at verða nógv skert, tá
vit koma út í februar mán-
að. Tískil verður helst
neyðugt at fáa nøkur stig
til vega komandi vikur-
nar, um teir ætla sær av
niðastu rókini á stigatalv-
uni, men við avrikunum
seinastu vikurnar í huga,
er illa hugsandi at so
verður.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
Tjaldur: Sverri Justinus-
sen 8, Suni F. Johannesen
5 (1), Ragnar Olsen 5 (4),
Arngrímur Arngrímsson
4, Mortan Hansen 4, Arn-
finn Langgaard 2, Ken
Bærendsen 1, Trygvi
Mortensen 1
Neistin: Heini Joensen
14, Finnur Hansson 9,
Áki Olsen 7 (1), Elmar
Ósá 4, Karl O. Rasmus-
sen 3, Regin Didriksen 2,
Jákup S. Kass 2
Brotskøst:
Tjaldur 5, Neistin 1
Útvísingar:
Tjaldur 1
Dómarar úr StÍF:
Alexandur Johansen og
Anfinnur Joensen
Málveitsla
Hóast talan ikki var um nakran
spennandi dyst, so fingu fáu á-
skoðararnir mikukvøldið høvi at
síggja eina sanna málveitslu
Heini Joensen kundi mikudagin leggja 14 mál
afturat samlaða máltali sínum
Mynd: Álvur Haraldsen
mannagenturnar seg aftur
móti teimum. Heldur ikki tá
Ioana fór út á beinkin at
hvíla seg, tóktist nakar bati
at hómast hjá kyndilslið-
num, og tí var líkt til, at
dysturin brádliga skuldi ger-
ast óneyðuga spennandi.
Kyndil fekk einans fimm
mál seinastu 25 minuttirnar
av dystinum, men orsakað
av, at Marita vardi mál teir-
ra, eydnaðist tað teimum
kortini at vinna týdningar-
mikla dystin.
Gott fyri klaksvíkina
Einki er at taka seg aftur í,
at størsti fagnaðurin um úr-
slitið man vera í Klaksvík.
Stjørnurnar har norðuri fáa
alsamt betri kort á hondina,
og eru framvegis tvey stig
framman fyri nummar næst-
u liðini, umframt at tær eiga
ein dyst til góðar.
Enn er meistaraheitið tó
ikki víst, og hóast hvørki
Kyndil ella VÍF sýndu, at
tær eiga at teljast millum
fremstu FM evnini, so er
lítið at ivast í, at bæði liðini
fara at royna tað tey kunna,
til tess at gera spádómunum
hjá øllum hondbóltsáskoð-
arum fyri skommum.
Skal hetta gerast veruleik-
i, er tó neyðugt at finna ann-
að spæl fram, og tað man
eisini vera av alstórum
týdningi, at hetta verður
gjørt sum skjótast. Í næstum
skulu bæði liðini nevnliga
royna seg móti klaksvíks-
gentunum, og skal nøkur
vón vera fyri gullmer-
kjunum, er ivaleyst neyð-
ugt, at Stjørnan missur stig
í hesum dystum.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
Kyndil: Lotte Sørensen 11
(6), Jórun Ludvig 3, Ann
Hansen 3, Rakul N. Joensen
3, Palma Petersen 1, Beinta
Sørensen 1, Frida Johann-
esen 1
VÍF: Ioana Rápá 10 (3),
Jacklin Durhuus 5, Óluvá
Poulsen 2, Signhild Peter-
sen 1, Fríða Johannesen 1,
Nikolina Joensen 1, Randi
Kúrberg 1
Brotskøst:
Kyndil 6, VÍF 4
Útvísingar:
Kyndil 4, VÍF 1
Dómarar úr Tjaldur:
Dánjal Hansen og Kári
Hansen
Palma Petersen var sjálv onnur systurin á vøllinum mikudagin, tá Kyndil og VÍF dystaðust. Í bakgrundini sæst stóra
systurin, Signhild, sum tó hesu ferð var við undirlutan saman við liðfeløgunum úr Vestmanna
Mynd: Álvur Haraldsen