hósdagur 20. november 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. november 2014 · Nr. 133
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ingolf S. Olsen
Í dag er altjóða barnarætt
indadagur og samstundis 25
ára føðingardagur hjá ST-
barnarættindasáttmálanum,
sum Føroyar eisini hava
staðfest.
Dagurin fer ikki aftur
við borðinum hjá politisku
skipanini, tí júst í dag er
aðalorðaskifti í Løgtinginum
um barnarættindi í Føroyum.
Men
kortini
heldur
Føroya
Pedagogfelag
tað
vera neyðugt at koma við
einari eyka áminning til
politikarar og annars øll, ið
varða av rættindum barnana.
Tað ger felagið við soljóðandi
heilsan:
Heilsan
»Góðu politikarar og øll
sum vara av stovnum og
skipanum fyri børn og ung.
Í 1989 lovaðu alheims
stjórnir við ST-Barnarætt
indasáttmálanum, at øll børn
skulu hava somu íbornu
rættindi. Hesi rættindi eru
grundað á tørvin hjá barn
inum fyri at yvirliva, menn
ast, luttaka og fremja sínar
førleikar.
Rættindini
eru
galdandi fyri øll børn, uttan
mun til hvørji tey eru og
hvaðani tey eru.
Barnarættindasáttmálin
er tann størsta staðfestingin
av øllum ST- sáttmálum
og gevur barninum fullan
myndugleika – eisini til at
tosa um síni egnu sjónarmið
og meiningar og at vera við
í øllum avgerðum, ið hava
ávirkan á lívið hjá einstaka
barninum.
Tað eru nógv børn í
heiminum, eisini í Føroy
um, ið ikki fáa gleði av hes
um rættindum. Tey liva í
fátækradømi, undir ótrygg
um umstøðum ella uppliva
ymisk sløg av harðskapi og
misbrúki.«
Neyðugt við áminning
Maud Wang Hansen, for
kvinna í Pedagogfelagnum,
sigur, at tað er bæði náttúr
ligt og neyðugt, ikki bara í
dag, men støðugt, at minna
á, at Barnarættindasáttmálin
ikki bert er til prýðis.
– Námsfrøðingar, ið ar
beiða við børnum, leggja
dagliga eitt stórt arbeiði
í, at tryggja og verja hesi
barnarættindi.
Tað
er
sjálvsagt, at vit eru í fremstu
røð í hesi stremban, og
politiski myndugleikin eigur
at vera í oddinum. Men har
mugu vit so staðfesta, at
tað gongur striltið at halda
sáttmálan, tí tað eru alt ov
nógv børn okkara annars
ríka samfelag, sum ikki fáa
tað góða og trygga lívið í lut,
sum ST-sáttmálin annars
eigur at tryggja teimum,
sigur hon.
Glottar
Tó glottar eru eisini at hóma,
sum forkvinnan í Pedagog
felagnum fegnast um.
– Vit hava til dømis fingið
okkara egna barnaumboðs
mann og eisini eitt barna
hús, og tað eru sanniliga
stór framstig. Men eg vóni,
at millum annað aðalorða
skiftið í dag eisini fer at
merkja, at rættindi og kor
barnana fram eftir fara at fáa
nógv størri uppmerksemi og
hægri raðfesting í politiska
arbeiðnum,
sigur
Maud
Wang Hansen.
Barnahúsið, hvørs bústað
ur er loyniligur, er eitt stað,
har eitt nú avhoyringar og
kropsligar kanningar í sam
bandi við kynsligan ágang
ímóti børnum kunnu fara
fram undir tryggum umstøð
um og saman við námsfrøð
ingum, sálarfrøðingum og
øðrum við serførleikum at
fáast við børn, ið eru illa fyri.
Í januar í 2012 gav Føroya
Pedagogfelag
saman
við
NFFS (Norðurlenskur felags
skapur fyri sosialpedagogar)
út »Barnets bedste«, sum er
eitt arbeiðsrit um rættindi
barnanna og arbeiðið hjá
sosialpedagogum í Norður
londum.
ingolf@sosialurin.fo
Barnarættindi
øll børn
skulu hava
somu íbornu
rættindi
Í dag fyllir Barnarættindasáttmálin hjá ST 25 ár, og í tí sambandinum
minnir Føroya Pedagogfelag politikararnar á, at her heima eru tað enn alt
ov nógv børn, ið ikki merkja, at Føroyar eisini hava skrivað undir sáttmálan
Heilsan til politikararnar:
Tó at Føroyar eisini hava staðfest ST-
barnarættindasáttmálan, so eru tað alt ov nógv
børn í okkara annars ríka samfelag, sum ikki fáa
tað góða og trygga lívið í lut, sum ST-sáttmálin
annars eigur at tryggja teimum, sigur Maud Wang
Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag