Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. november 2014síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 21. november 2014 · Nr. 133 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Barnarættindi Barnana egna grundlóg Ingolf S. Olsen Við støðið í hesum bók­ lingi, sum kom út í jan­uar 2012, lýsir Føroya Peda­gog­ felag málini við sátt­mál­ anum og aktuellu støðuna hjá Føroyum og hinum Norðurlondunum soleiðis: Barnarættinda­sátt­ mál­in hjá ST verður ofta nevnd­ur barnana egna grund­lóg. Hann fyllir 25 ár í dag, 20. November, og hava flestu lond staðfest henda sáttmála. Í 2011 vóru Føroyar eins og onnur lut­ takara­lond til próvtøku. Barna­nevndin hjá ST fylgir við í hvussu londini fylgja sátt­málanum og tey skipa eftirlit við, um enda­ málini og ætlanir­nar við sátt­málanum verða fylgd. Nevnd­in setir ymisk krøv til tey ymsu lond­ini grund­ að á støð­una hjá teimum ein­støku lond­unum í teirra arbeiði við sátt­málanum. Flestu børnini í Norður­ londum hava góðar um­ støður fyri at hava eitt gott og trygt barna­lív. Tað merkir tó ikki, at øll børn trívast og eru glað fyri lív teirra. Í øllum Norður­londum eru børn við truplum upp­vakstrar­ korum. Tað eru gentur og dreingir, sum hava tað sera torført, og sum hava stórar trupulleikar at dragast við. Tað kann vera harð­skapur, ágangur, um­ sorganar­svíkur og vanrøkt – atferðartrupulleikar og sálar­liga sjúku. Hetta eru børn, ið hava serligt upp­ merk­semi fyri neyðini. Atfinningar ST finst serliga at viður­ skift­unum hjá børnum í vanda í norðulondunum. At­finningarnar eru til dømis um, at sáttmálin í Føroyum lítla og onga slag­ kraft hevur. Hagtøl vanta, sum kunnu stað­festa, í hvønn mun barna­rætt­ind­ ini eru tryggjað. Mill­um ann­að vita vit ikki, hvussu nógv børn vaksa upp í fá­ takra­dømi, og hvussu nógv børn eru fyri kyns­lig­um ágangi í Føroyum. Barna­rættinda­sátt­ mál­in livir ikki bert eina skugga­tilveru í teimum flestu nationalu lógarv­erk­ unum og umstingunum. Eis­ini kenna alt ov fá børn síni rættindi, og tí spælir sátt­málin bara ein lítlan leiklut hjá teimum. Hetta gongur serliga út yvir børn og ung í vanda. Um ST- sátt­málin um rættindini hjá børn­unum skal koma fram í ljósmálan, mugu fak­lærd við ábyrgd fyri børnum binda seg til at brúka hann í opinleika í ger­andis­degnum. Børn í vanda eru úr familjum, sum eru í vanda­ bólki, børn og ung, hvørs lívsgrundarlag er tyngt, børn og ung við upp­ vøkstri í familjum við trupul­leikum og saman­ um­tikið børn og ung, hvørs menning er í vanda. Barna­ rættinda­sáttmálin snýr seg um grundleggjandi rætt­ indini hjá øllum børnum at menna seg, at verða vard ímóti øllum slagi av ágangi og at vera við til at taka avgerðir um tað, sum fyri­ ferst í heiminum hjá barn­ inum, á dagstovni, í skúla og í samfelagnum. Etisk ábyrgd Føroya Pedagogfelag vil sam­an við náms­frøð­ing­ unum her heima í hin­um Norður­lond­unum virka fyri, at barna­rættinda­ sáttmálin fær sítt rætta pláss í tí náms­frøðiliga ar­ beiðnum. Vónin hjá Føroya Pedagog­felag er, at fakið og starvs­fólkini hugsa barna­rættinda­sátt­mál­an og prinsippini í honum inn í náms­frøðina og tað dag­ liga arbeiðið við børn­um og ungum í vanda. Í hesum liggur eis­ini ein sosial­ politisk og etisk ábyrgd fyri at varpa ljós á støð­una hjá børn­um og ung­um, tá henda ikki er í sam­svar við rætt­indi teirra. Boskapurin er, • at rættindi barn­ana, soleiðis sum tey eru lýst í ST-barna­rættinda­sátt­ mál­anum, í øll­um londum skulu ger­ast partur av lógar­verki og um­sit­ing­um • at rættindini hjá børn­ um, ið verða sett heiman, eru tryggjað í lógarverki, meðan børnini eru heiman­ífrá. • at øll Norðurlond eiga at hava ein barna­ umboðs­mann at halda eyga við, at ST- barnarættindasáttmáin verður hildin. • at faklærd, sum hava ábyrgd av børnum, hava skyldu til at fylgja og brúka sáttmálan í dagliga ar­beiðnum. • at útbúgvingar­stovn­ arnir, ið útbúgva náms­ frøðingar, leggja útbugv­ ing­ina soleiðis til rættis, at teim­um lesandi verða tryggjað holla vitan um rætt­indi barnana og før­ leikar til at halda tey. ingolf@sosialurin.fo Føroya Pedagogfelag er limur í norðurlendska samstarvinum NFFS (Nordisk Forum for Sosial­ pedagoger) og hevur í tí høpinum verið við til at gera og geva út bóklingin »FN’s Børne­konvention og social­pedagogikken – børn anbragt udenfor hjemmet« Føroya Pedagogfelag er limur í norðurlendska sosial­pedagog­sam­starv­ inum NFFS og hevur verið við til at gjørt og geva út henda bóklingin, ið við støði í ST-barna­ rættinda­sáttmálanum serliga leggur dent á børn, ið eru sett heiman av sosialu myndug­leikunum