hósdagur 20. november 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. november 2014 · Nr. 133
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Løgtingið
brúkar
eina
ferð um mánaðin ein
tíma, har tingfólk kunnu
koma við ófraboðaðum
fyrispurningum til lands
stýrisfólk og løgmann.
Kári P. Højgaard, Sjálv
stýrisflokkurin,
vildi
hava at vita frá løgmanni,
um ætlanir eru um at ogn
artaka ella einskilja SEV.
Hann vísti til, at tað gong
ur illa hjá interkommun
ala felagsskapinum at
fáa eina longri avtalu um
brúksrættin til alt vatn í
Føroyum.
Løgmaður
svaraði
stutt og greitt, at ongar
ætlanir eru til hetta.
Bjørt Samuelsen, Tjóð
veldi, spurdi landsstýris
mannin við heilsumálum,
Karsten Hansen, um ætl
anir eru um at fáa ein ser
lækna til teirra, sum líða
av Parkinson-sjúkuni.
Landsstýrismaðurin
svaraði, at ein avtala er
gjørd við ein útlendskan
serlækna, sum nú vitjar
í Føroyum nakrar ferðir
um árið, men segði, at ein
fastur serlækni til júst
hetta økið tíverri eisini
hevur nakað við pengar
at gera.
Aksel
V.
Johannesen,
Javnaðarflokkurin, vildi
hava landsstýrismannin
við fíggjarmálum, Jørgen
Niclassen, Fólkaflokkurin,
at svara uppá, um tað
er rætt, at skatturin er
hækkaður meira hvørt ár
eftir at vit fingu flatskatt.
Jørgen Niclassen segði,
at flatskatturin longu er
sjálvfíggjandi, tí inntøk
urnar nú í oktober eru
hægri enn í oktober 2011.
Bjarni Djurholm, Fólka
flokkurin,
vildi
vita,
hvussu pensjónin verður
skattað, um hon fer gjøgn
um samhaldsfasta, heldur
enn at vit sjálvi spara upp.
Landsstýrismaðurin
við fíggjarmálum, Jørgen
Niclassen,
Sjálvstýris
flokkurin, svaraði, at fer
pensjónin gjøgnum sam
haldsfasta, so verður hon
skattað tvær ferðir.
Rósa Samuelsen, Sam
bandsflokkurin,
vildi
hava at vita frá landsstýr
ismanninum við fíggjar
málum, Jørgen Niclassen,
um Bústaðir halda seg til
tað lógargrundarlag, sum
stovnurin er grundaður á.
Landsstýrismaðurin
svaraði, at Bústaðir held
ur seg til grundætlanina,
sum var gjørd við sein
astu lógarbroyting.
Jenis av Rana, Miðflokk
urin, vildi hava at vita frá
Karsten Hansen, lands
stýrismanni,
Miðflokk
urin, hvussu støðan er
við HPV-viðgerð av gent
um, og um ætlanin er at
dreingir eisini skulu hava
hesa viðgerð.
Karsten Hansen svar
aði, at hetta virkaði sera
væl hjá teimum flestu, og
tey serkønu halda, tað er
skilagott at halda fram.
Hann legði afturat, at
fakligheitin í løtuni við
gerð um dreingir eisini
eiga at fáa hesa koppset
ing ókeypis.
Arbeiðsloysið í Føroyum er
metlágt, hyggja vit bert eftir
tølunum frá ALS.
Í meðal eru 3,7 prosent av
teimum, sum eru tøk á arb
eiðsmarknaðinum uttan arb
eiði, men hetta er ikki allur
sannleikin. Ein partur av
teimum, sum eru uttan starv,
eru gliðin út úr ALS og eru
endað í øðrum almennum
skipanum.
Hetta hevur fingið Eyð
gunn Samuelsen, løgtings
kvinnu fyri Javnaðarflokkin,
at varpa ljós á hendan spurn
ingin, so ein full mynd fæst
av, hvussu arbeiðsmarknað
urin veruliga sær út.
Løgtingskvinnan spurdi
landsstýriskvinnuna í al
mannamálum, Anniku Olsen,
hvussu nógv fólk fáa forsorg,
tí tey eru farin úr ALS og
framvegis eru uttan arbeiði.
Eyðgunn Samuelsen vísir til
upplýsingar frá ALS, sum
vísa, at síðani 2011 til 22. mai í
ár eru 393 fólk dottin úr ALS-
skipanini.
Landsstýriskvinnan sigur,
at í 2012 og 2013 eru ávikavist
229 og 270 persónar í meðal,
sum hava móttikið forsorg
arhjálp vegna arbeiðsloysi og
talið higartil í ár er 258. Hetta
eru miðaltøl, men verður
hugt eftir, hvussu nógvir
einstakir persónar í styttri
tíðarskeið hava fingið for
sorgarhjálp, so er tað meira
enn 500 um mánaðin.
Aðrar skipanir
Tað finnast í almannaverk
inum ymiskar skipanir, sum
kunnu lofta arbeiðsleysum,
sum detta út úr ALS-skip
anini.
Annika Olsen, landsstýr
iskvinna, boðaði frá, at flestu
teirra, sum fáa forsorgar
hjálp orsaka av arbeiðsloysi,
fáa hetta í stutt tíðarskeið.
Hon segði eisini, at frá janu
ar til august í ár, eru 276 fólk
farin úr skipanini við arb
eiðsloysisforsorg.
109 av hesum fólkum eru
farin í onkra aðra skipan –
tað verið seg forsorg vegna
sjúku, virknisvenjing, arb
eiðsfremjandi
tiltøk
ella
pensjón, upplýsir landsstýr
iskvinnan.
Tað er ikki soleiðis, at al
mannaverkið hevur hagtøl
um uppihaldsgrundarlagið
hjá fólkum, áðrenn tey fara
víðari í skipanini við arbeiðs
loysisforsorg.
– Ein stórur partur av
teimum, sum fáa forsorg
vegna arbeiðsloysi, fáa hes
ar veitingar í stutta tíð, sigur
Annika Olsen, landsstýris
kvinna.
Arbeiðsfremjandi
tiltøk
427 fólk eru í skipanum, sum
eru ætlaðar sum arbeiðs
fremjandi tiltøk. Tølini eru
frá september í ár.
Tey flestu eru í vardum
starvi. 134 eru í slíkum størv
um. 127 eru í avklárandi og
fyrireikandi skipanum, 53 í
tillagaðum størvum, 51 nema
sær onkra ástøðiliga útbúgv
ing og 27 eru í ferð við onkra
yrkisútbúgving.
Virknisvenjing er eisini
ein partur av skipanini. Tá
ið uppgjørt var, vóru 16 fólk í
virknisvenjing. 113 fólk hava
tilsamans verið í virknisvenj
ing, síðan hendan lógin kom.
35 av teimum hava fingið
starv og heili 13 á sama arb
eiðsplássi, har tey vóru í
virkisvenjing. 10 av teimum
113 eru farin undir onkra út
búgving.
Júst nú søkja 250 fólk um
stuðul eftir lógini um arb
eiðsfremjandi tiltøk. Hetta
verður gjørt gjøgnum al
mannaverkið, sum júst nú
er í ferð við at viðgera hesar
umsóknirnar.
Komin í gongd
Eyðgunn Samuelsen vildi eis
ini hava at vita frá landsstýr
iskvinnuni, hvussu mong eru
farin frá forsorgarhjálp og út
á arbeiðsmarknaðin.
Frá januar til august eru
tilsamans 246 fólk komin
inn í skipanina, meðan 276
eru farin úr skipanini.
Eitt yvirlit yvir, hvagar
tey 276 eru farin, vísir, at 115
hava fingið arbeiði, 109 eru
farin í onkra aðra skipan
undir almannaverkinum.
23 eru farin í skúla, 14 eru
flutt uttanlands og 15 eru
farin til okkurt annað. Tað
vil siga, at av teimum 276,
sum vóru í skipanini, eru 167
teirra ikki longur har.
Hagtølini vísa, at tað er
ein ávís útskifting í bólkin
um, sum fær útgoldið for
sorgarveiting vegna arbeiðs
loysi. Hetta er úrslit av, at
Almannaverkið
áhaldandi
ger átøk, sum fyribyrgja, at
fólk í ov langa tíð fáa for
sorgarveiting vegna arbeiðs
loysi. Í teimum førum tað er
gjørligt, verða fyriskipanir
settar í gongd soleiðis, at
hesi kunna flyta frá forsorg
arveiting vegna arbeiðsloysi.
Skiftandi persónar
Yvirlitini vísa eisini, at mong,
sum ikki kunnu fáa, hava
mist ella eru í vanda fyri at
missa tilknýtið til arbeiðs
marknaðin av likamligum,
sálarligum ella sosialum áv
um, eru í arbeiðsbúgving.
Hesar fyriskipanir eru
við til at bøta um arbeiðsfør
leikan, soleiðis at tey aftur
gerast kappingarfør á arb
eiðsmarknaðinum.
– Almannaverkið er av
tí fatan, at nógv av teimum
koma í arbeiði eftir lokna
arbeiðsbúgving, sigur Ann
ika Olsen, landsstýriskvinna.
– Tær fyriskipanir, sum
eru tiknar fram, eru við til
at bøta um møguleikarnar á
arbeiðsmarknaðinum, soleið
is at fleiri kunna forsyrgja
sær og sínum, heldur enn
at fáa almannaveiting. Sam
stundis sum vit síggja eitt
økt virksemi á arbeiðsbúgv
ingarøkinum, kann almanna
verkið staðfesta, at talið av
játtanum til fyritíðarpensjón
er lækkandi, sigur Annika Ol
sen, landsstýriskvinna.
Í svari til Eyðgunn Samuelsen, tingkvinnu fyri Javnaðarflokkin, vísir
Annika Olsen, landsstýriskvinna, á, at flestu tølini peika rættan veg
Ófráboðaðir
fyrispurningar
til løgmann og
landsstýrisfólk Færri fáa almennan stuðul
-fyritíðarpensjónin minkar