Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. november 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 21. november 2014 · Nr. 133 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Skilaleys koyring hevur nú kost­að einum ungum dreingi koyri­kortið. Hann hevði bara havt koyri­kortið í nakrar fáar mán­að­ir, tá ið hann longu hevði gjørt trý ferðsluóhapp. Serliga tað eina ferðslu­ óhapp­ið kundi enda heilt gal­ið. Tað hendi, tá ið hann eitt sunnukvøld í fjørvár var farin ein biltúr oman á bryggj­una í Hvalba við trimu­m ungum fólkum í bil­ in­um. Men tað endaði við, at hann bakkaði bilin á sjógv mitt í havn­ar­hyl­in­um. Tað eydnaðist tí eina ferða­fólk­ in­um at fáa aðra bak­hurð­ina á bilinum upp, beint áðrenn hann fór til botns, og tey fingu øll trý ferðafólkini og bil­før­ar­an, bjargað sær í land í evstu løtu. Í hesum sambandi varð mað­ur­in ákærdur fyri skila­ leysa koyr­ing. Ákæruvaldið sigur, at í grov­um ov­færa­kæti, ella í ser­støkum ábyrgdarloysi, hev­ur hann sett lívið og heils­una í vanda hjá teimum trim­um ferðafólkunum, hann hevði í bilinum. Ákæruvaldið sigur, at tá ið mað­ur­in var komin oman á bryggj­una, bakkaði hann við nógv­ari ferð, samstundis sum hann skuldi gera eina ”J” snar­ing. Men hann ansaði ikki nóg væl eftir og misti harradømið á bil­inum og bakkaði tískil á sjógv. Noktar seg sekan Maðurin er eisini ákærdur fyri at hava koyrt útav og eisini í tí før­in­um koyrdi hann skjót­ari enn um­støð­ ur­nar loyvdu tí . Og at enda varð hann ákærd­ur fyri at hava ansað so illa eftir, einaferð hann kom koyr­andi, at hann end­ aði í vinstru síðu við teirri av­leiðing, at ein mótkoyrandi bil­ur mátti koyra upp á gongu­breytina fyri at sleppa und­an samanstoyti. Í hesum føri var varð hann ákærdur fyri gáloysni við tað, at hann fór at fongl­ ast við radio í bilinum og tí­ skil ikki ansaði eftir, at hann kom yvir í vinstru síðu. Maðurin noktaði seg sek­ an, men tað hjálpti einki, tí dómarin dømdi hann sekan í øll­um. Misti koyrikortið Sostatt varð maðurin dømd­ ur 30 daga treytaða fongs­uls­ revs­ing. Tað merkir, at ger hann einki revsi­vert hesi næstu tvey ár­ini, sleppur hann und­ an at sita. Harafturat skal hann ólønta samfelagstænastu í 30 tímar hesar næstu seks mánaðirnar og hesa tíð­ina skal hann eisini vera und­ir eftirliti av krimi­nal­for­sorg­ ini. Maðurin er somuleiðis dømd­ur at rinda 1000 krónur í bót. Støddin á bótini er løgd eft­ir inntøkuni hjá mann­in­ um. Men revsingin, sum uttan iva svíð­ur ring­ast, er, at mað­ur­in er eisini dømdur at missa koyri­kort­ið í hálvt­ ann­að ár. Revs­ing­in tel­ur, frá tí at hann er dømd­ur nú í vik­uni, og hann kann so­statt hvørki koyra bil ella mo­tor­ súkklu aft­ur, fyrrenn á vári í 2016, tá ið hann kann taka koyri­kort­ið av nýggjum. Dómarin staðfestir, at í dóm­in­um hevur hann hugs­ að um, hvat slag av brots­ verki, tal­an er um, men hin­veg­in hevur hann eisini hugs­að um, at ákærdi er ikki revs­að­ur áður, og at hansara per­són­ligu viðurskifti ann­ ars eru góð. Maðurin góðtók dómin og tað gjørdi ákæruvaldið eisini, so hann er endaligur. Uppá fáar mánaðir gjørdi ein ungur maður um seg tríggjar ferðir í ferðluni og ta einu ferðina mundi enda heilt galið Misti koyri­kortið fyri at koyra ørt Skilaleyst Skilaleys koyring hevur kostað einum ungum manni koyrikortið, umframt at hann fekk aðra revsing Elektron mist ein triðing av størvunum Áki Bertholdsen Hesi seinastu árini hev­ur Elektron mist 32 arb­eiðs­ pláss. Tað upplýsir Johan Dahl, lands­stýrismaður, eftir at Høgni Hoydal, tingmaður hev­ur spurt hann um støð­ una á Elektron eftir at net­ bankin varð fluttur av land­ in­um. Tá ið Netbankin varð flutt­ur av landinum, varð annars ført fram, at hetta fór at geva Elektron møgu­ leik­ar at mennast og fara und­ir annað virksemi. Men gongdin hevur ver­ ið beint øvugt, staðfestir Jo­ han Dahl. Hann sigur, at gjaldførið hjá Elektron er vánaligt - og at tað er versnað seinastu trý árini.  Í 2013 hevði Elektron eitt hall á 19,8 milliónir krón­ur, men hann leggur aft­ur­at, at óvanligar eyka kostn­að­ar­ før­ing­ar vóru í 2013  fyri 17 milli­ónir krónur og harvið var vanliga rakstrarhallið 2,8 ­milliónir. Óvanligu kostn­að­ar­før­ ing­ar­nar kunnu í høv­uðs­ heit­um býtast í tríggj­ar bólk­ar, nevniliga av­skriv­ ing av goodwill í felagnum, óvanligar kostn­að­ar­før­ ingar til størri verkætlanir og uppsagnarlønir.   Mist 32 arbeiðspláss Men nú hevur Elektron lagt á annan bógv og leiðslan vænt­ar hall í ár, javnvág næsta ár og yvirskot í 2016.  Vánaliga gongdin á Elek­ tron hevur eisini kostað nógv arbeiðpláss í Elektron. Í 2010 vóru 94 full­tíð­ ar­størv á Elektron, men nú eru 62 fulltíðarstørv í fyritøkuni, ella 32 full­tíð­ar­ størv færri. Sostatt hevur Elek­tron mist ein triðing av størv­unum. Men leiðslan í Elektron sig­ur, at niðurskurðurin eis­ini hevur aðrar orsøkir enn tað, at netbankin varð flutt­ur av landinum, eitt nú automatiseringar og eff­ ektivi­ser­ing­ar. Johan Dahl sigur, at pen­ inga­stovn­ar­nir vilja ikki upp­lýsa, hvussu nógv tað kost­aði at flyta netbankan av landinum, bæði tí at tey hava tagnarskyldu mót­ veg­is KT veitaranum og tí at talan er um innanhýsis trún­að­ar­upplýsingar Hesi seinastu árini hevur tað gingið stútt aftur á hondina hjá Elektron, hóast útlit vóru fyri tí øvugta