hósdagur 20. november 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. november 2014 · Nr. 133
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Føðing
27. oktober átti Jona Haraldsen, Sandavági, ein son, og
Isak fekk ein lítlabeigga. Hann vigaði 3710 gr og var 52 cm
langur.
Rannvá Joensen áttati
Mánadagin verður Rannvá
Joensen í Havn áttati. Rannvá
er dóttir Biritu og Edvard
Lindenskov í Havn. Tey búðu
í Rættará, í Sigmundargøta
16, tá Rannvá sá dagsins ljós í
1934, men fluttu í august 1938
í Sjúrðargøtu. Har runnu
barnaárini hjá Rannvá, sum
hjá havnarbørnum flest, og
tá barnaskúlin var frá hond
ini, fór hon at royna seg í
handligum kynstri.
Fyrsta takið var í fyri
tøkuni Niels Johannesen,
heilsølan í Tórsgøtu. Tað var
eftir kríggið – tey framleiddu
klædnavørur.
Sagt er, at Rannvá var
ófør við strúkijarninum, at
strúka var ikki bara. Um
hetta var duldur kynstur
frá ommuni í Baiansstovu
veitst ikki, men konufólkini
í Baiansstovu struku fyri
fólk, um tað var "bara fyri
tey fínu" og orlogsskipini,
hvør veit? Men vit vita, at
fyrsti strúkiovnurin á damp
vaskarínum í Tórsgøtu var
tann úr Baiansstovu.
Men Rannvá bleiv tó ikki
standandi við strúkijarninum
– men til stroks fór hon. Í
sakføraravirkinum Kehler &
Lützen var hon fleiri ár og
seinni hjá Landsverkfrøð
inginum.
Í 1961 giftast Rannvá og
Tummas. Tá børnini komu,
og Tummas sigldi úti, so
broyttist so mangt, og tey
fluttu til Danmarkar at
búgva. Har dvældust tey í
nøkur ár, til tey fluttu heim
aftur í 1966.
Fyrstu árini í Føroyum
búði tey í barnaheiminum í
Sjúrðargøtu – og í 1973 fluttu
tey niðan á trøðna – í Tór
finsgøtu – ella Sløttulíð, sum
adressan sigur.
Rannvá var seinni drúgvt
skeið á Sjómansheiminum
í Havn, har stóð hon fyri tí
tey
rópa
smørbreyðnum.
Ófør hevur hon verið, og álit
er hon í øllum arbeiði – hon
hevur tikið lut í so mongum.
Vit kenna hana eisini
frá felagslívi, og har hevur
Losjan staðið henni næst.
Tað er ikki tað tiltak, at hon
ikki hevur tikið hond í. Og
so er ikki at gloyma áhugan
fyri føroyskum dansi. Í ungu
árunum var hon við í ferð
dansifelagsins í Noregi í
1959.
Fyri nøkrum árum síðani
fluttu Rannvá og Tummas
úr húsunum í Sløttulíð í íbúð
á
Boðaneshamri.
Tumm
as doyði í desember í 2009.
Hanna, dóttirin, býr í hús
unum í Sløttulíð við síni
familju.
Rannvá
og
Tummas
áttu
børnini
Kathrinu,
(1962), Jógvan Edvard (1963),
Gudmund
(1968-2003)
og
Hannu (1974).
Dagurin
verður
hildin
heima hjá Hannu í Sløttulíð
mánadagin 24. november frá
klokkan 16.
Borg l Runavík, tel. 477272 l Klaksvík, tel. 455149 l www.borg.fo
framúr tilboð
spar 25%
Keyp ein hágóðsku DESIGNA køk ella baðirúm og spar
25%. Í BORG fært tú alla neyðuga ráðgeving umframt
møguleika fyri at síggja tín nýggja køk ella baðirúm í 3D.
Vitja okkara deildir í Runavík ella Klaksvík
og fá íblástur og kunning um tilboðið.
Rannvá saman við eldru dóttrini, Kathrinu