hósdagur 20. november 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 21. november 2014 · Nr. 133
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Las Meninas
Piddasahandil er eins og
eitt yndisligt slott. Ikki bert
tað, hetta er ein listaligur
halgidómur, har tað allar
heilagasta í hesi búð er eitt
gallarí. Her ganga fólk út
og inn. Ikki bert tað, men
her eru hirðkonur í vøkrum
stevi, sum taka um endan
og lívga um hesa borg. Tað
er eins og í málninginum Las
Meninas – hirðkonurnar hjá
Diego Valesquez(1599-1660)
ganga aftur. Myndin er frá
1656, og er málað í verulig
um umhvørvi – neyvt og
rúmligt. Alt er so listaliga
tilevnað, so fagurligt innan
rammurnar, har einki fellir av
– einki fer út um rammurnar.
Myndin er millum teir frægu
málningarnar frá barokk
tíðini (1600).
Vit eru farin innar í hovið
á kongsborgini, Alcázar, í
Madrid. Í miðjuni á myndini
stendur ein prinsessa um
gyrd av fleiri persónum.
Hetta er dóttir Filip kong 4.
í Spanialandi ( 1605- 1665) 5
ára gamla Margarita Teresa,
sum hann átti við drotningini
Marianu. Hon er umgyrd av
hirðkonum, einum hundi
og einum dvørgi. Til vinstru
stendur málarin tætt við
løriftið. Í baksýni fer ein
hirðmaðurin út um dyrnar,
og á vegginum aftantil er ein
spegilsmynd av drotningini
og konginum . Tá ið vit skoða
hetta listaverk, kennist tað
eins og vit eisini gerast ein
partur av myndini.
Piddasahandil,
Ribarhús og Picasso
Nú kann tað tykjast løgið at
flyta Ribarhús og Piddasa
handil inn um hesa kongs
borg, ella tað øvugta: Flyta
kongsborgina til Fuglafjarð
ar, inn um gáttina í Piddasa
handli og Ribarhúsi. Hvørt
við sínar náðir. Flytingar eru
ikki ókend hugtøk – hvørki í
myndlist, tónleiki ella skald
skapi. Persónliga haldi eg, at
henda mynd og hetta slott
passar væl inn undir bitarnar
í Ribarhúsi.
Men í mínari verð er tað
ikki løgið. Prinsessan, ella
drotningin, Odvør á Lakjuni,
livir sítt sæla lív millum sín
ar hirðkonur, sum ganga
út og inn í Ribarhúsi. Alt
fer so stillisliga fram, at tú
hoyrir bert andadráttin á
hesum tignarligu kvinnum.
Vit, sum eru komnir til
dustsins ár, undrast yvir
hesa fjølbroyttu verð innan
hesar
fýra
kongsveggir.
Tað er ikki bara vit, sum
undrast. Picasso hevur eisini
undrast yvir henda vala
málning av Velázques. Hann
hevur málað 45 parafrasur
(umyrkingar- málað motivið
á ein annan hátt) í 1957 av
hesum málningi. Hetta gjørdi
hann í nakrar fáar mánaðir í
hesum ári. Hetta er at undr
ast yvir, og eru allir hesir
málningar til skjals í Picasso
listaskálanum í Barcelona.
Kanska er hetta tað einasta
stað, har tað hanga so nógvir
málningar av Picasso, sum
eru skyldir hvør við annan
– hanga saman og tosa sítt
stumma mál sínámillum.
Hevði onkur okkara gjørt
ein málning, sum lýsti Odvør
saman við sínum hirðkonum
og ein spegilsmynd var av
Jógvani og Odvør í baksýni
og Picasso sá hetta, so hevði
hann trivið í penslabørn síni
og latið av hesi mynd í fleiri
parafrasum.
Vit hava sanniliga nógvar
“parafrasur”
í
Ribarhúsi.
Kemur tú á gátt ein dag, so
ganga hesar tignarligu hirð
konur so stillisligar kund
unum til handa. Tað er bara
ein hirðmaður teirra millum,
og hann hevur verið teimum
dyggur. Tað er tann áttati
ára gamli Ragnvald Joensen,
sum hevur smíðað og bøtt
upp á húsið á ymsan hátt,
og hevur hetta prýtt um
hirðkonurnar, prinsessuna,
drotningina, Odvør og húsið
í sjálvum sær. Høvdu Diego
Velázquez og Pablo Picasso
sæð Ragnvald, so høvdu teir
sett hann í durin aftantil í
málningin Las Meninas, har
Ragnvald gekk og rokaðist
út og inn við hamara og
klíputong í hendi.
Fimmti kvinnur arbeiða
á hesum stað, og er hetta
sjálvboðið arbeiði. Taka vit
tær hendurnar upp í henda
guðagivna hóp, sum skapa,
binda og virka pløgg, so
nærkast vit hundrað kvinn
um..... Ja, ja, ja, .. Hvat skulu
vit menn siga?... Gud med
os. Hetta er teimum til mikla
tign og miklan sóma! Hetta
er at frøast yvir, til gleði her
í bygdini og víða um. Fleiri
sýningar eru í Ribarhúsi um
árið. Hesar kvinnur hava
fingið eitt gott orð á seg.. og
sælur er tann, sum tað góða
orðið fellur á. Piddasahandil
og Ribarhús hava av somu
orsøk gott ljóð manna millum
– kvinnunum fyri at takka,
har kvinnulyndi sæst aftur
í hirðkonum og drotningini,
prinsessuni, Odvør.
Ættin
Nú er tað at siga, at tað er
ikki bara Ribarhús, sum
liggur Odvør í huga at røkja,
men hon hevur sanniliga
mann, familju og heim, sum
eisini stendur hennara hjarta
næst.
Jógvan á Lakjuni, tingfor
maður, og Odvør blivu góð
1974 og giftust 6. august 1976.
Tey eiga fimm børn – Høgna
1977, Bárður 1978 – Rógva 1982
– Herborg 1986 og Dánjal 1990.
Ommu- og abbabørnini eru
12 í tali. Foreldur Odvørs vóru
Herborg(1918), f. Joensen, og
Gunnar
Gunnarsson(1916).
Tey vuksu bæði upp í Vági,
men
fluttu
til
Havnar
beint fyri kríggið og giftust
1939. Herborg var ættað av
Viðareiði. Pápi hennara, Olaf
Joensen, var av Viðareiði,
og mamman, Sára, var av
Skælingi. Sára var fastir
Sofus Joensen, søgulærara
okkara á Læraraskúlanum –
so mamma Odvør og Sofus
vóru
systkinabørn.
Sára
doyði, tá ið Herborg var smá
genta, og fór til Vágs til fastir
sína at búgva og vaks upp hjá
henni. Hon æt Julia og var
gift við Havnar Jørgen, sum
hann bleiv nevndur.
Odvør eigur fýra systkin
- fýra systrar og ein beiggi.
Sólvá er elst, fødd í 1940. Síð
an er tað Inga, sum er fødd
í 1941. Jórun er tann triðja,
hon er fødd í 1943. So er tað
beiggin,Gunnar.
Hann
er
føddur í 1946. Odvør er yngst
og fødd í 1954.
Góða Odvør! Hjartaliga
til lukku við teimum seksti
árunum!
Frits
Odvør á Lakjuni seksti ár fríggjadagin 28. november
Jórun, Inga og Odvør
Las Meninas – hirðkonurnar hjá Diego Valesquez (1599-1660)