hósdagur 20. november 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. november 2014 · Nr. 133
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
T
ann 21. november 1694 – í dag
fyri 320 árum síðan – kom
François de Voltaire í verðina. Hans
ara veruliga navn var François-
Marie Arouet uppkallaður eftir
pápanum og mammuni.
Voltaire kom eisini í heimssøg
una.
”Tað er umráðani at síggja heim
in, soleiðis sum hann veruliga er,
og ikki sum hann verður lærdur í
barndóminum.” Hesi orðini vóru
grundleggjandi undir hansara lív
langa stríði móti fordómum; móti
gomlum, avoldaðum sjónarmiðum;
móti kúgan; móti spiltum rættar
skipanum; móti valdsmisnýtslu og
fyri einstaklingsins mannarætti.
Hansara slóðbrótandi arbeiði
við óbundnum hugflogi, hetta at
gera sínar egnu tankar, gjørdist
sjálv upplýsingartíðin, sum hann
blásti ond í víða um í Europa.
Í Týsklandi sungu tey sangin Die
Gedanken sind frei (…). Hesin 200
ára gamli sangurin varð bannaður í
Týsklandi 1933-1945. (Í realskúlanum
í Havn lærdi lærarin í týskum, Chr.
Haraldsen, cand.mag., okkum at
syngja Die Gedanken sind frei.)
V
ið tryggum arvi og skilagóðari
peninganýtslu gjørdist Voltaire
múgvandi maður. Hann var virkin
sjónleikari, fíggjaði og átti sjálvur
sjónleikarahús, meira enn eitt, og
við sínum góðu sjónleikaragávum
saman við góðum vinfólki førdu
tey fram sjónleikir. Sjálvur skrivaði
hann 52 sjónleikir í stóran mun
fokuserað á intolerancu og pátrúgv.
Peningaliga hilnaðist hetta væl.
Hann hevði ein sera hvassan
penn. Hann var ikki mjúkur at
strúka. Hann kom í stríð við tey,
ið høvdu vald, og hann noyddist
tessvegna at rýma til Onglands,
har hann var í 3 ár. Fyri Voltaire
var hetta ein góð og mennandi
tíð. Heimafturkomin í 1729, 35 ára
gamal, varð hann vorðin kendur og
virdur rithøvundur í Europa. Og nú
var hann fullur av bókmentaligum
ætlanum. Fleiri sjónleikir og 2 bøk
ur lógu á brápannuni. Í 1734 løgdu
teir ráðandi hald á aðra bókina,
og bøðilin brendi hana. Við sínum
flogviti og óvanliga hvassa penni
fekk hann álvarsligar trupulleikar
við tey ráðandi í Fraklandi: kirkju,
stat og kong. Tá ið umrødda bók varð
brend, og hann skuldi handtakast,
hevði hann fjalt seg í einum sjálv
støðugum hertugadømi.
Voltaire var í áhaldandi ment
anarstríði og tessvegna fleiri ferðir
í útlegd í ymiskum londum, har
hann var høgt í metum. Men hann
gavst ikki. Kirkjan og staturin
fingu av grovfílini, samstundis sum
hann var sera virkin við at hjálpa
og bøta um tey vánaligu korini
hjá teimum fátæku. Eitt avoldað
og korrumperað rættarsamfelag
megnaði hann at broytta til tað
betra bæði í Fraklandi og øðrum
londum í Europa.
O.s.fr.
Nútíðin dømir Voltaire øðrvísi
enn fyri 300 árum síðani: Nú verður
hildið, at Voltaire var deistur og
ikki ateistur. Deisma er læran um,
at ein gudur er, sum hevur skapað
heimin, men blandar seg annars
ikki í tilveruna her á jørð.
Í 1760 keypti hann sær eitt góðs í
bygdini, Ferney, á markinum millum
Frakland og Schweiz. Har búði hann,
til hann doyði, framhaldandi sera
virkin við sínum penni. Eisini har
bygdi hann sær eitt sjónleikarhús.
Tað verður sagt (í Google), at
átjan túsund brøv, 2000 smárit og
bøkur og 52 sjónleikir alt skrivað av
Voltaire er í varðveitslu.
Bygdin Ferney eitur nú Ferney-
Voltaire, og góðsið er broytt til
museum.
Næstan einki av skaldskapinum
hjá Voltaire er umsett til føroyskt,
men hann er allur á donskum. Í
1977 týddi Chr. Matras (1900-1988) ta
heimskendu skaldsøguna Candide,
sum Voltaire skrivaði 1759.
Í arbeiðsørindum doyði Voltaire
í París 83 ára gamal. Tá hevði hann
ikki verið har í býnum í 18 ár.
E
itt lítið brot úr ævisøguni hjá
Voltaire, sum Georg Brandes
(1842-1927) skrivaði í 1916:
”Voltaire var í roynd og veru
burtursagdur úr París í næstan
øllum sínum lívi. Slíka andstygd
fyri Voltaire høvdu Ludvig 15. og
Ludvig 16., at, tá ið hann doyði 30.
mai 1778, varð tað ikki gjørligt at
fáa gravstað til hansara í París.
Sjálvur var hann altíð ræddur fyri,
at hansara lík fór at verða tveitt í
eitt bukkumannahol (rakkerkule).
Tað lítla, spinkla líkið slapp
undan at verða tveitt í eitthvørt
hol, av tí at hansara systursonur í
loyndum fekk líkið flutt til abbatið
Scellieres í Champagne, har kistan
varð goymd navnleys í einum kjall
ara í trettan ár. So í juli 1791, undir
kollveltingini, varð líkkistan há
tíðarliga borin av 12 hvítum hestum
inn í París. Har varð hon móttikin
við so stórum fagnaði og róma, sum
París ongantíð hevði víst kongi ella
kaisara. Kistan fekk pláss inni í
Pantheon í París.
Í 1814 á nátt brutu nakrir reak
tionerir inn í Pantheon, opnaðu
kistuna og stappaðu beinagrindina
av Voltaire í ein sekk, sum í náttar
myrkri varð tveittur í ruskdunga,
har eingin kundi finna hann.
Á bukkvald endaðu soleiðis tær
likamligu restirnar av honum, sum
tá var mettur at vera størsti genius,
verndarandi. Í kollveltingartíðini
virdur meira enn ein hálvgudur.
Eftirtíðin gav honum pláss í heims
søguni.”
L
udvig 15. (1715-1774) vita vit
um frá sleyg-og gølusøgum
um hann og hansara elskarinnu
Madame de Pompadoue. Hóast
mentanarlívið var blómandi, var
forfall og niðurgongd í Fraklandi,
meðan hann ráddi.
Ludvig 16. (1754-1793) vita vit um,
at hann giftist 16-ára gamal við tí
15-ára gomlu Marie-Antoinette, og
at hann varð kongur 19-ára gamal
og hon drottning 18-ára gomul.
Tað varð sagt, at hon segði, tá ið
hon frætti, at fólkinum manglaði
breyð: ”Júmen, gev teimum so
køku.”
Tey vórðu bæði guillotineraði
(hálshøgd) í 1793.
Í 1932 skrivaði Stefan Zweig (1881-
1942) ta hugtakandi og kenslubornu
bókina ”Marie-Antoinette”. Hon er
verd at lesa.
A
propos
Georg
Brandes:
Í
Varðanum 1949 kunnu vit lesa
hugleiðingar Um at lesa, sum Georg
Brandes skrivaði í 1899, og sum Per
Mohr í Hoyvík (doyði blaðungur í
1950-unum) týddi. Her vísir hann
(Georg Brandes) á, hvussu man kan
tosa við næmingin uttan at sára
nakran.
Hugleiðingarnar eru sundurlið
aðar soleiðis:
Hví skulu vit lesa?
Hvat skulu vit lesa?
Hvussu skulu vit lesa?
Hugleiðingarnar um hví vit skulu
lesa, endar Georg Brandes soleiðis
(í PM týðing): ”Loksins megna vit, tá
ið vit lesa við nærlagni, í tann mun
at hevja okkum siðmenniliga, so vit
livandi kenna og fata, hvat eigur at
verða gjørt og eigur at verða sloppið
undan.”
Óivað eins aktuellir spurningar í
dag sum í 1899 og 1949.
P.s. Um onkur skuldi hildið, at nú
hevur hasin gamli mist sjálvkri
tikkin, tí hvat veit hann um Voltaire
og Europa? Hann hevur ikki verið á
lærdum háskúla. Rætt er tað, eg átti
at ansað mær. Men tað, ið eg her
havi skrivað, er ikki annað enn, hvat
eg havi hoyrt í mínum (barndóms)
heimi, í onkrum háskúlatíma í Dan
mark og annars lisið í onkrari bók.
Heri Mohr
FRANÇOIS DE VOLTAIRE
hugleiðingar
Ludvig 15.
Ludvig 16.
Madame de Pompadour
Marie-Antoinette