Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. november 2014síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 21. november 2014 · Nr. 133 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dumpaðir í heimastýri Tað er í grundini eitt løgið land, vit liva í. Konsekvensleyst, sjálv­ destruk­tivt, ódiciplinerað og á mang­an hátt anarkistiskt. Tað var tikið til undir kreppuni fyrst í 1990'unum, at føroyingar vóru dumpaðir í heimastýri. Tað er so satt, sum tað er sagt. Av berari polit­ iskari vanstýring og pen­inga­lig­um ábyrgdarloysi endaðu vit í ein­um búskaparligum skrædli, sum neyv­an hevur sæð sín líka í nýggj­ari tíð. Hesaferð má sigast, at heima­ stýrið aftur er dumpað. Heimastýrið megnar nevniliga ikki at halda lóg og landaskil og er als ikki ført fyri at tryggja virðing og respekt fyri vanligu spælireglunum í einum demokratiskum samfelag. Tá Føroya Løgting beinleiðis er farið at vælsigna grov lógarbrot á landsins yviskipaðu lógir við at geva tí veruliga seka, Johan Dahl, sítt treytaleysa álit, tá má vera nak­að rívandi galið við sjálvari tí politisku skipanini – ella kanska enn meira ræðandi – teimum per­ són­um, sum settir eru at umsita hesa somu skipan. Alla aðrastaðni í verðini hevði eitt brot á grundlógina, manglandi virðing fyri givnum heimildum, ella svik við almennum peningi, fingið skjótar og álvarsligar politiskar av­leiðingar fyri tann, sum hevði ábyrgdina. – Hetta hendir bara ikki í Føroyum. Valdsapparatið verjir síni ólíkindi Tað, sum kanska var tað mest skelkandi við hesi gølu var, sum eygleiðari at vera eygnavitni til, hvussu væl sjálvt valdsapparatið altíð roynir at verja síni ólíkindi. Tá so er, vera øll segl sett til – her er onki heilagt – og her vera ongar skitnar “metodur” spardar! Langt áðrenn sjálv niðurstøðan í Landsstýrismannanevndini var almannakunngjørd, var sjálvt Vinnu­málaráðið úti á síni heimasíðu og proklameraði sigursælt, at Jo­han Dahl var fríkendur fyri allar skuld­ setingar um brot á galdandi lógir. So ófatuligt tað ljóðar, so letur umsitingin seg eftir øllum at døma misbrúka beinleiðis politiskt við at leggja navn til og harvið blíva partur av einari politiskari gølu, sum bert snýr seg um landsstýrismannin, og als ikki um Vinnumálaráðið. Hetta er í grundini óhoyrt, og als ikki sambæriligt við tær uppgávur embætisverkið er sett at røkja. Landsstýrismaðurin keypir seg til røttu meiningarnar Hartil er nú komið fram, at lands­ stýrismaðurin hevur nýtt skatta­ borgarans pening til tess at keypa sær uttanhýsis hjálp til tær røttu meiningarnar, sum kundu bjarga honum úr politiska óførinum. Føroyski skattgjaldarin skal nú rinda 79.800 kr. + mvg, ella íalt kr 99.750,00 fyri at fjala útyvir valds­ misnýtslu og ólíkindi hjá Jóhan Dahl. Hvar er heimildin fyri at brúka pening borgarans til persónligar spinn­doktarar, advokatar, fjøl­ miðla­ráðgevar v.m. hjá einum lands­stýris­manni, sum er komin sær út í politiskt illveður, kann man við góðum rætti spyrja? Hvar er kontoin í Vinnmálamálaráðnum til verju av einum landsstýrismanni, sum hevur ábyrgdina av sviki mót­vegis landskassanum fyri 4,4 mio. kr? Um løgmaður enn skal røkja sina skyldu sambært stýris­ skipanini um at ansa eftir, at lands­stýrismenn røkja sítt starv á lóg­ligan og fullgóðan hátt, so er tað onki meira enn sjálvsagt, at hann setur fram krav um eitt svar upp á henda principiella spurning! Propagandistiska átakið hjá lands­stýrismanninum var eyð­ sýnt. Tað skuldi fyri føroyska al­ menn­inginum virka, sum um ein faklig og saklig meting lá aftan fyri hesa bombastisku útsøgn frá Johan Dahl um reinsing og frí­ kenning á heimasíðuni hjá Vinnu­ mál­a­ráðnum. Bestilt verjurit Men ikki nóg mikið við tí, at Johan Dahl sum landsstýrismaður fekk bæði Vinnumálaráðið, advokatar og fjølmiðlarágevar til at renna politisk sneisaørindi fyri seg. Hann konstruerar eisini eitt so­kallað persónligt verjurit við hesi uttanhýsis advokathjálp – fyri pengarnar hjá øðrum – sum hann í fyrsta lagi skal brúka at tøla kritisku røddirnar í sjálv­um Sam­bandsflokkinum við, men sum sjálvsagt eisini var ætl­að til skinklutu og rygg­leysu sam­starvs­ felagarnar í Fólka­flokk­inum – og ikki at forgloyma Miðflokkinum. Hetta samankók av politiskari og juridiskari manipulatión við tí heilt eina-standandi genialu niðurstøðu um, at ein landsstýrismaður, sum ikki hevði brotið lóg um ábyrgd landsstýrismanna – nú knappliga heldur ikki kundi dragast til svars politiskt fyri at hava brotið bæði játtanarlóg og stýrisskipanarlóg, var so nýtt sum jarnbrot til at sannføra allar skeptikarar um, at Johan Dahl fyri tað fyrsta – onga ábyrgd hevði yvirhøvur – og fyri tað næsta – onki ólógligt hevði gjørt yvirhøvur! Kynisk niðurgering av starvsfólki Stórur partur av hesi agitatiónini hjá landstýrismanninum var ein sera ódámlig og kynisk herferð móti fleiri av teimum leiðandi starvs­ fólkunum á Strandferðsluni. Landsstýrismaðurin smæddist nevniliga ikki burtur, tá hann royndi at vaska hendur og turka ábyrgdina av upp á serliga tveir av fyrrverandi embætismonnunum á Strandferðsluni, nevniliga Boga Mortensen, stjóra, og Hans Petur Joensen, fíggjarleiðara. Hesir persónar vóru rætt og slætt á ein sera vanærisligan hátt, alment hongdir út av bæði Jóhan Dahl og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, umframt av fleiri løg­ tings­monnum, uttan at hava nakr­ an sum helst møguleika fyri at verja seg. Sjálvt um tað er eyðsýnt, at Johan Dahl var ávaraður upp í fleiri ferðir um, at fíggjarætlanin ikki fór at halda, og hóast hetta ikki vildi vita av nøkrum sparingum yvirhøvur, og enn minni var sinnaður at biðja um nakra meirjáttan, so fekk hann við bestiltum og skatta­fíggj­ aðum uttanhýsis fakligum rygg- klapparum, sannført alla sam­gong­ una, og harvið meirilutan á tingi um, at ábyrgdin av meirnýtsluni ikki var hjá honum, so sum lógin staðfesti. Nei, – breið semja var í sam­ gong­uni um, at fyri at reinsa Johan Dahl, so skuldi sparkast niðureftir. Ábyrgdin av mandatsvikinum, sum Johan Dahl hevði sambært galdandi lóg, skuldi ístaðin smoyggjast niður yvir hesi neyðars starvsfólk á Strand­ferðsluni. Landsstýrismaðurin hevur evstu ábyrgd Hesa dáragerð gjørdi samgongan seg seka í, sjálvt um øll vita, at tað er, og altíð verður bert Johan Dahl, landsstyrismaður, sum sambært lógina hevði evstu og einastu veru­ ligu ábyrgd av málsøkinum. Tað er greitt, at henda niðurgering hjá landsstýrismanninum av fyrr­ verandi almennum starvsfólki, sum ikki høvdu høvi at verja seg, bert Bjørn á Heygum Løgmaður og landsstýrismaðurin sparka niðureftir! tíðargrein Fríggjadagur 31. oktober 2014 · Nr. 124 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt – Tað tykist mær, sum man her er við at gera ein pástand til ein sannleika, einans við at endurtaka hann nóg ofta. Við orðunum sipar Hans Petur Joensen til myndina, ið skal vísa»fíggjarligt óskil« á Strandferðsluni. Í grein í Sosialinum mikudagin legði fyrr verandi fíggjarleiðarin sína versjón av søguni um Strand ferðsluna á borðið. Uppá haldið er, at Vinnu­ málaráðið og harvið lands­ stýris maðurin tilvitað settu kikaran fyri blinda eygað í málinum um fíggjarstøðuna hjá Strandferðsluni í 2013. Uppáhaldið hjá fyrr ver­ andi fíggjar leiðaranum er, at Vinnumálaráðið gjørdi alt fyri at flyta fokus burtur frá manglandi játtan til Strand­ ferðsluna til í staðin at tosa um raksturin á stovninum, meirnýtslu og fíggjarligt óskil. Skjøl í málinum prógva at sjálvt í grannskoðaða rokn skap inum fyri 2013 eru orðingar strikaðar, sum ann­ ars greiddu frá orsøkini til at Strandferðslan ikki kláraði at halda sína játtan í 2013. Orðingarnar átti táverandi fíggjarleiðarin: – Viðmerkingarnar vóru ætlaðir sum ein verja og grundgeving fyri, hví játtanin ikki helt. Eg helt tað hava týdning at fáa boðskapin við í ársfrágreiðingina, sigur Hans Petur Joensen. Men sambært nú fyrr­ verandi fíggjarleiðaranum var móttøkan køld: – Eg tosaði við stjóran um hetta, men har var einki at gera. Viðmerkingarnar skuldu strikast, sigur Hans Petur Joensen. Stjóri hetta tíðarskeiðið, í februar 2014, var Regin I. Jakobsen, sum tók yvir stjóra stólin frá Hans Johannes á Brúgv, sum ikki kundi vera fyribilsstjóri á Strandferðsluni samstundis sum hann var stjóri á Skipa­ eftir litinum. – Eg helt, at fíggjarleiðarin fór ov vítt í sínum við merk­ ingum. Har vóru viðurskifti, sum ikki vóru viðkomandi at taka við í ein ársroknskap, sigur Regin I. Jakobsen um av gerðina at strika við merk­ ingarnar hjá Hans Peturi Joensen. Fyrrverandi fíggjar leið­ arin heldur lítið um av gerð­ ina: – Eg pástandi, at nýggi fyri bilsstjórin vildi ikki gera nakað, sum setti Vinnu mála­ ráðið í ringt ljós, sigur Hans Petur Joensen. Fyrrverandi fíggjar leið­ arin sigur seg vera sann førd­ an um, at Regin I. Jakobsen varð settur inn av Vinnu­ mála ráð num og tí lá hansara loyali tetur hjá ráðnum, held­ ur enn stovninum. – Ein og hvør stjóri á Strand­ ferðsl uni er settur av Vinnu­ mála ráð num, svarar Regin I. Jakobsenogheldurfram: – Hevur tú eina játtan, so er tað hana, sum tú hevur at fyrihalda teg til. Eg helt ikki at tað var uppá pláss at taka allar millumrokningarnar við í ein ársroknskap. Tú kanst siga, at eg strikaði millum rokningarnar, men boð skap urin í roknskapinum var væl tann sami. Tølini standa har. Men fyri fíggjarleiðaran var tað umráðandi at grund­ geva fyri, hví Strandferðslan ikki kláraði at halda sína játtan, og at orsøkin var at finna í játtanini til stovnin. Skilir tú hansara støðu? – Hans Petur Joensen hev ur ivaleyst grein í sín­ um máli, tá hann í sínum við merk ing unum vísir á, at pengar mangla í játtanini, sammett við tekstin í fíggjar­ lógini. Men tað nyttar ikki at gráta um aftaná, sigur Regin I. Jakobsen. Tað var ein sera trýstur fíggjarleiðari, sum fyrst í februar í ár metti tað vera sera umráðandi at fáa við í ársroknskapin tað, ið eftir hansara tykki var sjálv orsøkin til fíggjarstøðuna á Strand ferðsluni. Hann hevði tá júst fingið eina skrivliga ávaring frá Hans Johannes á Brúgv, ið var givin sum bein­ leiðis avleiðing av at fíggjar­ leiðarin var farin uttan um sín stjóra og uttanum Vinnu­ málaráðið og sent bræv bein­ leiðis til fíggjar nevndina hjá løg ting inum. – Eftir mínum tykki prógv aði Hans Petur Joensen sína manglandi dømikraft við at senda fíggjarnevndini hatta brævið. Tað ger man bara ikki. Sum nýggjur stjóri fyri Strandferðsluna vildi eg ikki hava nakað við í árs­ rokn skapin, sum eg ikki fult kundi standa inni fyri, og tí varð hatta strikað, sigur Regin I. Jakobsen. Smart trekk Teksturin og tølini í árs rokn­ skapinum ferðast aftur og fram millum Strand ferðsl­ una og grann skoðara fyri­ tøkuna Januar, sum Vinnu­ málaráðið hevði biðið um at gera eina skjóta og víðkaða grann skoðan av rokn skap­ inum fyri 2013 og geva ráð­ num eina frá greið ing um støðuna. Sambært nú fyrrverandi fíggjarleiðaranum hevur hann áhaldandi roynt at fáa grannskoðarafyritøkuna at hyggja eftir sjálvari játtanini til Strandferðsluni. Eftir hans ara tykki er tað har, sum rótin til trupulleikarnar á stovn inum skal finnast. Men sum longu nevnt verða at kalla allar við merk­ ingar, ið lýsa orsøk og av leið­ ing av manglandi játtanini og mis takið í fíggjarlógini, strik aðar. Tann versjónin fer eis ini framvið hjá grann skoðara­ fyritøkuni Januar, sum fær endaligu versjónina tíðliga seinnapartin 10. februar. Bara 12 minuttir seinni svar Skjøl í málinum um Strandferðsluna vísa, at Vinnumálaráðið hevði ein aktivan leiklut fyri at skapa eina mynd av einum stovni, sum hevði rót í roknskapinum. Settur fyribilsstjóri strikaði kritiskar viðmerkingar í roknskapinum, sum grannskoðarin blástemplaði við orðinum »smart trekk«, samstundis sum Vinnumálaráðið sendi advokat eftir fíggjarleiðaranum, sum hevði rópt varskó í Fíggjarnevndini Dálkað mynD av StranD­ ferðSluni Vinnumálaráðið 5 Fríggjadagur 31. oktober 2014 · Nr. 124 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ar grannskoðarin hjá Januar soleiðis aftur til stjóran á Strandferðsluni: »Hey Regin. Smart trekk av tykkum. Vh Jørmann.« Í dag sigur Jørmann Petersen seg als einki minn­ ast til hesa orðing. – Nei, eg minnist einki aftur til hatta. Eg haldi ikki, at tú skal leggja nakað meira í hasa orðingina, sigur Jørmann Petersen. Ríkisgóðkendi grann­ skoð arin sigur seg absolutt einki minnast til málið. Hetta hóast fíggjarstøðan á Strand ferðsluni var eitt sera heitt evni um hetta mund­ ið, og hóast grann skoðara­ fyritøkan Januar hevði sín avgerandi leiklut í at lýsa málið. Øll politiska skipanin og almenningurin ann­ ars bíðaði nevniliga eftir tí grannskoðaða rokn skap inum og tí grann skoðara frá greiðing, sum lands stýris maðurin í desember 2013 hevði biðið um. Jørmann Petersen sigur seg ikki minnast á orðingar, sum eru strikaðar. Og hann sigur seg heldur ikki minn ast at hava havt nakað at gera við at lýsa spurningin um sjálva játtanina til Strand­ ferðsl una. – Nei, eg má bara vísa til ta frágreiðing sum vit lótu Vinnumálaráðnum og sum er almenn, sigur Jørmann Petersen. Fyrrverandi fíggjar leið­ arin hevur eina aðra versjón. Við Sosialin mikudagin segði Hans Petur Joensen soleiðis: – Við at kanna játtanina hevði tú sum nevnt funnið fram til, hvar feilurin reelt liggur. Eg giti at tað er tí, at privata grannskoðanin ongan tíð fór inn har. Tá hevði man sæð nakað, sum man ikki vil síggja. Tú mást minn ast til, at grannskoðarin er ikki óheftur. Hann ger tað, sum hann er keyptur til at gera. Trýstið Tað var sunnukvøldið 15. desember 2013, at Hans Petur Joensen í telduposti til fíggjarnevndina hjá løg­ ting inum gjørdi varug við, at stovnurin eftir hansara tykki var í einari ómøguligari støðu, tí játtanin var lægri enn tað, sum lógarteksturin gav til kennar. Dagin eftir varð táverandi stjórin, Bogi Mortensen, sjúkra meldaður. Hann kom sum kunnugt ongantíð aftur til ar beiðis á Strandferðsluni, men var í staðin uppsagdur við frá faringaravtalu 13. januar Hans Johannes á Brúgv varð beinanvegin í desember settur stjóri fyri Strand­ ferðsluna, og hann gjørdi skjótt av. Longu fríggjadagin 20. desember fær fíggjar leið­ arin, Hans Petur Joensen, ætlanar skriv um skrivliga ávaring. Boðskapurin í skriv­ inum er ikki at fara skeivur av, og sligið verður hart nið­ ur á fíggjarleiðaran. Hans Petur Joensen hev ur framt grovt brot á loyalitets skylduna mótvegis leiðsluni á Strandferðsluni. Víðari stendur, at »leiðslan sær sera álvarsamt uppá hesi viðurskifti…« Í orðunum liggur ein hóttan, um so er at fíggjar leiðarin finnur uppá nakað slíkt aftur tí leiðslan skrivar víðari, at »avleiðingin av, at tú ikki beinanvegin rætt ar teg eftir hesum (loyalt útinnir starvið mótvegis leiðsluni, red.) verður, at stig verða tikin til at siga teg úr starvi.« Sambært Hans Peturi Joensen legði Hans Johannes á Brúgv eina við, at hann einsamallur eigur avgerðina um skrivligu ávaringina. Stjórin, sum henda fríggja­ dagin bara hevur verið fáar dagar í stjóra stólinum á Strand ferðsluni, sigur seg tó hava biðið ein advokat um at hjálpa sær við at orða ætlanar skrivið. Skjølini í málinum vísa tó, at advokaturin gjørdi meira enn so. Í rokningini til Strandferðsluna skrivar Christian Andreasen so­ leiðis: »Eg havi í samband við hetta mál havt fund við setta stjóran fyri Strand­ faraskip Landsins og við Vinnu málaráðið. Skjølini í málinum vórðu gjøgnum­ gingin, og løgfrøðiligt tilmæli varð sent Strandfaraskipum Landsins tann 18. desember 2013.« Orðingin gevur greiðar ábendingar um, at Vinnu­ mála ráðið hevði ein leiklut í at kippa songfuglin Hans Petur Joensen Hans Petur Joensen vísir í sínum hoyringssvari á, at hann loyalt hevur roynt at gera vart við ein sera álvar­ saman trupulleika, sum stovn urin hevur arbeitt leingi við, og sum stovnurin stað iliga hevur gjørt vart við í Vinnu málaráðnum, men til fánýtis. Argumentatiónin í hoyringssvarinum hjá fíggjarleiðaranum rínir ikki við hjá nýggja stjóranum á Strand ferðsluni. 10. januar fær Hans Petur Joensen skriv liga ávaring, og har hóttan in um uppsøgn verður endur tikin. – Eg kendi støðuna hjá Hans Peturi Joensen, tá eg tók við sum stjóri 13. januar. Men eg sá hana ikki sum ann að enn at slíkt skuldi ikki endur taka seg, sigur Regin I. Jakobsen. Kortini heldur hann ikki, at skrivliga ávaringin og hóttanin um uppsøgn ávirk aði samstarvið teirra millum. Heldur ikki, tá árs­ rokn skapurin fyri 2013 skuldi gerast, og fíggjarleiðarin vildi hava orðingar við, sum stjórin kortini strikaði. Óskilið Myndin av fíggjarliga óskil­ inum á Strand ferðsl uni verð­ ur sett í glas og rammu við grannskoðara frá greið ing ini hjá fyritøkuni Januar, sum Vinnumálaráðið almanna­ kunnger 12. februar. Yvir­ skriftin í tíðindaskrivi úr Vinnu málaráðnum er, at »fíggjar stýringin hjá Strand­ fara skipum Landsins er ikki nóg væl frágingin«, og niðri í tekstinum sigur lands stýris­ maðurin soleiðis: – Óhefta grannskoðara­ frágreiðingin staðfestir, at fíggjar stýringin hjá SSL ikki hevur verið nøkt andi. Frá­ greiðingin er at finn ingar­ som, og staðfestir, at stovn­ urin ikki hevur stýrt eftir játtanini, sum stovnurin hev­ ur fingið. Hetta eigur ikki at koma fyri, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnu­ málum. Seinni verður sama myndin endurtikin í frá­ greið ing hjá løgtings grann­ skoð ar unum, og seinast er hon endurtikin í niður støð­ uni hjá Lands stýris mála­ nevndini, sum í sínum lagi sigur soleiðis: »Tað fram­ gong ur greitt av niður­ støðuni hjá Løgtings grann­ skoð ar unum, svarinum hjá lands stýris mann inum og tilfarinum í mál inum annars, at fíggjarligt óskil hevur vald að á SSL í 2013. Hetta er Lands stýris málanevndin samd í.« Uppáhald, sum nú fyrr­ verandi fíggjarleiðarin við­ merkti soleiðis í Sosialinum mikudagin: – Tað tykist mær, sum man her er við at gera ein pá stand til ein sannleika, ein­ ans við at endurtaka hann nóg ofta, sigur Hans Petur Joensen. Regin I. Jakobsen er sjálv­ ur útbúgvin grann skoð­ ari, og kom úr starvi sum fíggjarleiðari á Vága Flog­ havn, tá hann 13. januar tók við sum fyribilsstjóri fyri Strand ferðsluna. Spurdur, um tað eisini var hansara fatan at fíggjarligt óskil var á Strandferðsluni, sigur Regin I. Jakobsen so­ leiðis: – Nei, tað haldi eg ikki. Eg kann ikki siga, at fíggjarligt óskil var á Strandferðsluni, sigur Regin I. Jakobsen, sum sat í stjórastólinum til Hilmar Eliasen tók við í juni. Tá blaðið biður Regin I. Jakobsen útdýpa sítt svar, sigur hann soleiðis: – Eg var ikki á Strand­ ferðsluni í 2013, og kann tí ikki siga niður í smálutir, hvat gekk fyri seg. Men á ein um stovni sum Strand­ ferðsluni er ringt at siga, at fíggjarligt óskil er orsøkin til at tú kemur til eina meting í apríl og eina aðra meting í september. Talan er um ein stóran og kompleksan stovn, har fortreytirnar kunnu broytast brádliga, sigur Regin I. Jakobsen. Hóast hann strik aði út­ grein andi viðmerkingar nar hjá táverandi fíggjar leið­ ar anum, so hevur Regin I. Jakobsen í dag ongar trupul­ leikar við at staðfesta, at Strand ferðslan var í einari sera truplari støðu í 2013. – Tað sæst tíðuliga í tøl­ unum, at játtanin í 2013 er mun andi minni enn hon var í 2012. Strandferðslan kostaði góðar 147 milliónir í 2012, og hevði 139 milliónir at arbeiða við í 2013. Hóast olju prísurin var lækkandi, so vóru eini átta milliónir minni at arbeiða við, sigur Regin I. Jakobsen. Sæð í bakspeglið metir Regin I. Jakobsen orsøkina vera at finna aðrastaðni enn í fíggjarligum óskili á Strand­ ferðsluni: – Uppgávan hjá stjóra og fíggjarleiðara í slíkari støðu er at fortelja Vinnu mála ráð­ num, hvussu nógv kemur at mangla í. Men tað er ringt at koma víðari, tá Vinnu mála­ ráðið sigur seg hava mist álitið á tey tøl, sum Strand­ ferðslan kemur við, sigur Regin I. Jakobsen og stað­ festir síðani turrisliga: – Eg kann í dag bara stað­ festa, at 4,4 milliónir vórðu brúktar ov nógv í 2013, sam­ mett við játtanina. Tað velur man so at kalla fyri fíggjar­ ligt óskil. j b i @ i l i f Vinnumálaráðið Brot úr brævinum hjá Hans Peturi Joensen, táverandi fíggjarleiðara á Strandferðsluni, til fíggjarnevndina hjá løgtinginum, 15. desember 2013: SL hevur stórar trupulleikar við rakstrinum at dragast við í ár. Harafturat eru fremstu amboðini til fíggjarstýring tikin frá SL, nevniliga møguleikin at broyta túratal og ferðaseðlaprís. Tá so játtanin til stovnin harafturat verður fyri vanbýti, ger tað fíggjarstýringina av SL, sum er mín ábyrgd, sera trupla. Fremsta orsøkin til, at eg vil gera tingfólk varug við hesa støðu er, at eg meti at Løgtingið er ført handan ljósið. Samstundis verða upplýsingar hildnir aftur fyri Fíggjarnevndini, so hon ikki fær gjørt sítt arbeiði til fulnar. Øll skipanin við játtanum stendur fyri falli, um játtanin til ein stovn verur lækkað og sparingin samstundis verður hildin loynilig. Tá stovnurin samstundis ikki fær loyvi til at seta sparingina í verk og endar við halli, tá stendur øll skipanin fyri hóttafalli. Hetta er orsøkin til at eg av mínum eintingum havi valt, at kunna limirnar í Løgtingsins Fíggjarnevnd um hesa støðu. Regin I. Jakobsen Sosialurin 31. oktober 2014 Øll henda gøla er í veru­leik­anum ófrætta­ kend – ein politisk vesala­váttan ella »fallit­ erklæring« – bæði fyri løgmann og fyri Føroya Løg­ting, sum ikki boðar frá góðum fyri hetta samfelag Bjørn á Heygum Framhald á næstu síðu