hósdagur 20. november 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. november 2014 · Nr. 133
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
hevi eittans endamál, og tað var at
landsstýrismaðurin sjálvur kundi
skáka sær undan ábyrgd.
Hesin atburður er onki minni
enn ótrúliga ódámligur og simpul,
og avdúkar bert ein kynikara, sum
ikki skýggjar nakrar miðlar, tá tað
snýr seg um at bjarga sínum egna
skinni og persónligu egináhuga
málum.
Gjørd lógarbrot rættvísgera
nýggj lógarbrot
Tað sum harafturat skelkar ikki
sørt er, at tað eru røddir frammi,
sum alment bera í bøtufaka fyri
hesum svansinum hjá Johan Dahl
við skattaborgarans peningi.
Hví hetta verður gjørt er heilt og
aldeilis undrunarvert, og hvørjum
endamáli tað skal tæna, soleiðis at
legitimera brot á galdandi lógir, er
als ikki til at skilja.
Sum sokallaða verju fyri Johan
Dahl verða nevnd ein long røð av
brotum
á
stýrisskipanarlógina,
sum ongantíð hava fingið nakrar
avleiðingar, og sum nú skulu rætt
vísgera,
at
landsstýrismenn
í
framtíðini als onga skyldu hava
til at virða hesa lóg, sum løgtingið
hevur samtykt skal vera galdandi í
Føroyum.
Eisini vera stýrisskipanarlóg og
lóg um ábyrgd landsstýrismanna
vavdar upp í ein ellibita, sjálvt um
tær eru tvær sjálvstøðugar og full
komuliga atskildar lógir.
Sigast má, at her er ikki annað
enn talan um eitt burturbrigdi,
ella tað sum á donskum eitur ein
“afledningsmanøvre” fyri at av
leiða hugsanina hjá fólki burtur
frá tí, sum málið veruliga snýr seg
um, nevniliga, um man í Føroyum í
heila tiki skal taka nakrar politiskar
avleiðingar av at handla í heim
ildarloysi og beinleiðis í stríð við
eina lóg, sum er samtykt á Føroya
Løgtingi.
Hesin hugburður er ikki bert
vandamikil, men eisini ein bein
leiðis uppskrift uppá, hvussu eitt
rættarsamfelagið kann undirgrav
ast innanífrá.
Treytaleyst álit frá limum í
Landsstýrismálanevndini
Á einum fundi í Sambandsflokkinum
áðrenn viðgerð og atkvøðugreiðslu
um misálit fekk Johan Dahl sann
ført sjálvt limin í Landsstýrismála
nevndini, Eivind Jacobsen, sum
beint frammanundan persónliga
hevði staðfest, at Johan Dahl hevði
brotið tvær grundleggjandi lógir
av alstórum týdningi, nevniliga
Stýrisskipanarlógina og Játtanar
lógina – at hesin sami Jóhan Dahl nú
beint aftaná – als, als onki ólógligt
hevði gjørt. – Álitið hjá Eivind
Jacobsen á lands- stýrismannin
hevði ongantíð verið størri enn tað
sama – og hann stuðlaði honum
treytaleyst!
Hin limurin í Landsstýrismála
nevndini, Jóan Magnus Rasmus
sen, var líka sannførandi. Heldur
ikki hann ivaðist nakrantíð í, at
Játtanarlógin og Stýrisskipanar
lógin vóru brotnar, men álitið á
Johan Dahl var hvørki stokkið ella
hvokkið av hesum lógarbrotum –
hann stuðlaði honum treytaleyst!
Løgmaður niðurgerð
starvsfólk á Strandferðsluni
Undir viðgerð av misálitinum kom
sjálvur løgmaður upp á røðara
pallin og tók dømir úr grann
skoðarafrágreiðingini viðvíkjandi
Strandferðsluni um hvussu lítið
fantilsi tað hevi verið á stýringini á
stovninum – sum Johan Dahl hevði
ábyrgdina av!
Her vóru nevndar hundraðtals
rokningar, sum ikki vóru bókaðar
og ovurstórar upphæddir upp á
nógvar millionir, sum vóru goldnar
einstakan dag. Øsing og herindi
løgmans á tingsins røðarapalli
sneiddu
snildisliga
uttan
um
landsstýris-mannin,
men
vóru
ístaðin beinleiðis holvdar útyvir
henda neyðars fíggjarleiðara, sum
var hjástaddur, men ikki hevði ein
livandi kjans fyri at verja seg.
Alt hetta buldur løgmans – við
háfloygdum samanberingum við
Sunkist og annað gott – hevði sjálv
sagt bert eittans endamál, og tað
var at reinsa tann veruliga seka,
nevniliga landsstýrismannin Johan
Dahl.
Respektin hjá løgmanni fyri
løgtinginum kann eisini liggja á
einum vissum stað. Hann lýsti
sína totalu vanvirðing fyri hesum
stovni við at biðja tingið – hoppa
og renna!!
Løgtingið konfimerar
brot á egnar lógir
Tá málið um misálit á Johan Dahl
kom til atkvøðugreiðslu, var úr
slitið als ikki óvæntað. Okkara
háttvirda lóggevandi ting kon
firmeraði hesi álvarsligu brot á
løgtingsins egnu lógir við at geva
hesum sama landsstyrismanni eina
sokallaða treytaleysa álitisváttan
við 17 atkvøðum fyri 14 ímóti –
umframt 2 blonkum sokallaðum
kujónatkvøðum – teir tordu hvørki
at atkvøða fyri ella ímóti!
Einasti persónur í samgonguni,
sum kann sigast at hava nakra
tign er Jákup Mikkelsen. Hann
atkvøddi sambært síni sannføring
fyri misálitinum, og lat seg ikki
tøla av bestiltum spinndoktarum
og propagandistiskum lættisoppi
frá Johan Dahl.
Lex Johan Dahl, er nú vorðin
galdandi rættur í Føroyum. –
Kanst tú ikki revsast eftir lóg um
ábyrgd landsstýrismanna – ja,
so gongur tú automatiskt fríur
politiskt – hetta líkamikið um tú
handlar í heimildarloysi og gert
teg sekan í mandatsviki mótvegis
landskassanum – sum tú sum lands
stýrismaður ert settur at umsita
undir ábyrgd fyri lógini.
Boðskapurin frá løgtinginum er
nú púra greiður. Klokkuklár brot
á okkara yvirskipaðu lógir, sum
m. a tryggja grundarlagið undir
ábyrgdarfullari
og
skynsamari
nýtslu av skattaborgarans peningi,
skulu eftir øllum at døma ikki
virðast, heilt einfalt tí slík brot her
eftir ikki mugu fáa politiskar av
leiðingar fyri tann ella teir lands
stýrismenn, sum svika og misnýta
sínar heimildir.
Tá landsins kosnu menn ganga á
odda við at vanvirða tað lógarverk,
sum teir sjálvir eru settir at umsita,
hvussu skal so vera við restini?
Øll henda gøla er í veruleikanum
ófrættakend – ein politisk vesala
váttan ella “falliterklæring” – bæði
fyri løgmann og fyri Føroya Løg
ting, sum ikki boðar frá góðum fyri
hetta samfelag.
Nei, – breið semja var í sam
gonguni um, at fyri at reinsa
Johan Dahl, so skuldi sparkast
niðureftir. Ábyrgdin av
mandatsvikinum, sum Johan
Dahl hevði sambært galdandi
lóg, skuldi ístaðin smoyggjast
niður yvir hesi neyðars
starvsfólk á Strandferðsluni
Bjørn á Heygum
tíðargrein
Framhald av síðu 13 – Løgmaður og landsstýrismaðurin sparka niðureftir!
kjak
Johan M. Restorff
Vit havnarfólk eru flest øll
góð við Skansan. Men, hvat
er Skansin í dag?
Gongur tú ein túr á
skansaøkinum er lítið og
einki, sum fangar og sigur
frá søguni.
Jú,
har
standa
tvey
»skrímsl« av kanónum, sum
hersetingarvaldið lat standa
eftir sum gávu til landið.
Onkur hevur nevnt, at
hesar eru tiknar av kenda
kríggsskipinum HOOD, og tí
eru søguligar.
Meg minnist aftur á, tá
ein sum smádrongur fór út
á Skansan, saman við javn
aldrum, at spæla og hugna
okkum. Tá stóðu fleiri bygn
ingar eftir bretum á økinum,
og alt var hampað og ruddi
ligt.
Ein dani, sum arbeiddi
við fyrstu havnarbyggingina
eftir kríggið, búði í einum av
bygningunum við familju
síni. Sonurin, minti ikki sørt
um »Dennis«, sum vit kenna
frá teknirøðini: Eitt sindur
»buldrasligur«. Náturliga helt
hann til á økinum við heimið
á skansaøkinum.
Vit aðrir undraðust á
kanóninar, sum í okkara
eygum tiktist »risastórar«,
og vit spældu við tær.
Kanóninar vóru intaktar,
brúkiligar,
sum
bretar
høvdu brúkt tær líka til 2.
veraldarbardagi endaði, og
hersetingarvaldið
fór
úr
Føroyum. Tær kundu snarast
allar vegir og upp og niður,
lættliga, sum tú vindur eina
seymimaskinu.
Hettar vóru upplivingar,
sum havnardreingir gleddust
um. Tað eg minnist, gjørdi
eingin av okkum seg inn á
nakað, og herverk kom ikki
upp á tal.
MEN, hesin danski drong
urin, sum búði á økinum,
sást mangan »pilka við« og
skrúvaði ymist av kanón
unum, og onkur helt, at
hann helst hevði fylt beton
í gearini, sum gjørdi at
kanóninar kundu snarast
nærum allar vegir. Nú stóð
alt fast – og veður, vindur og
rustur fingu loyvi til at oyða
hendan minnisvarða eftir 2.
heimsbardaga.
Her er sjón fyri søgn,
hvussu lítið okkara myndug
leikar hava gjørt til verju,
varðveitslu av minnislutum
á skansaøkinum – og hesir
hava karga søgu at bera
nútíð og framtíð.
Best hevði verið, um hes
ir skamplettir blivu burtur
beindir, sum nú eru ein
skomm fyri friðingarnevndir
og tey sum annars ábyrgda
av økinum: Havnar Skansi.
Haldi ikki, at Skansin
missir virði, um arkitektar og
fakfólk finna eina virðiliga
loysn fyri skansaøkið, at
hetta fellir væl inn í heildar
myndina - sum - virði, prýði
og varði.
Sera týdningamikið, at
framburður og inntøka ikki
verður hindrað av at nøkur
síggja seg blind á eitt forn
minni, sum uttan iva kemur
meira fram, um nútíðin ger
karmarnar rundanum.
SKANSIN FER ONGAN
VEG.
Havnarskansi, framburður og
friðingarmyndugleikin