hósdagur 20. november 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 21. november 2014 · Nr. 133
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Henrik Weihe
Joensen
ráðgevi í trygdar-, verju-
og tilbúgvingarmálum
og fyrrverandi
tilbúgvingarstjóri
í Føroyum
1. Inngangur
Í fjølmiðlunum í byrjanini
av november mánaða í ár
upplýsti Peter Thaysen, sjef
politiinspektørur, at politiið
í Føroyum í hesum døgum er
á varðhaldi ímóti yvirgangi,
serliga hvat yvirgangi mót
vegis politinum viðvíkur.
Tað er heldur óvanligt, at
politiið í Føroyum kunnar
almenningin um viðurskifti,
sum hava við yvirgangshótt
anir at gera. Tað sást eisini
aftur í boðskapinum frá
sjefpolitiinspektørinum, hó
ast tað ikki framgekk bein
leiðis, at talan var um eini
boð til allar borgarar í Før
oyum, heldur enn bara til
politifólk um, at vera á varð
haldi samsvarandi hækkaða
hóttanarstøðinum í okkara
grannalondum. Men sjef
politiinspektørurin upplýsti
ikki, um tað vóru konkret
ar hóttanir mótvegis før
oyska samfelagnum og um
hóttanarstigi mótvegis Før
oyum var hækkað ella ikki.
Fyri ikki so nógvum ár
um síðani var tað ein greiður
skilnaður millum uttanríkis-
og innanríkispolitikk í lond
um í vesturheiminum. Hesin
skilnaður er ikki galdandi
longur, serliga tá vit tosa um
trygdar- og verjumál. Tað
vil siga, at ein aktivistiskur
uttanríkispolitikkur
hjá
Kongsríki Danmarkar í sam
starvi við USA eitt nú í mun
til vápnað stríð í Afghani
stan, Irak og Sýria hevur
beinleiðis ávirkan á innan
ríkis trygdina í ikki bara Dan
mark men eisini í Føroyum.
Bæði
tær
donsku
og
norsku fregnartænasturnar
hava í teirra nýggjastu frá
greiðingum her í 2014 lýst
hóttanarstigi í londunum
báðum sum høgt og álvars
ligt. Hækkaða hóttanarstigi
í Danmark fatar eisini um
Føroyar, men hóttanarstøði
verður ikki sett inn í ein
føroyskan samanhang og
viðgjørt í samstarvi við før
oyskar myndugleikar.
Borgarar og myndugleik
ar í Føroyum hava í dag ikki
í nóg stóran mun innlit og
ávirkan á trygdar- og verju
mál, sum hava við føroyska
samfelagið at gera. Hetta
vantandi innlit og avirkan,
hóast samfelagið og vinnu
lívið í Føroyum í dag er blivin
ein natúrligur partur av
alheimsgerðini við teimum
møguleikum og avbjóðing
um, ið altjóðagerðin hevur
við sær. Samtíðis eru Føroyar
óbeinleiðis blivin ein partur
av
nýggju
trygdardags
skránni og einum víðkaðum
trygdarhugtaki í Evropa og í
vestara parti av heiminum í
heila tikið. Hetta merkir, at
trygdar- og verjumál, sum
eru danskt málsøki sam
bært
heimastýrislógini,
mugu setast í samanhang
við økir í føroyska samfe
lagnum, sum hava við trygd
og verju at gera, og sum í
stóran mun eru yvirtikin
sum føroyskt sermál – í hes
um førinum innan sivila
tilbúgving, leiting og bjarg
ing,
arbeiðaravernd,
um
framt sosial-, heilsu- og um
hvørvismál.
Hesin samanhangur mill
um trygdar- og verjumál
á aðrari síðuni og sivila
tilbúgving,
leiting
og
bjarging,
arbeiðaravernd,
sosial-, heilsu- og umhvørvis
mál á hinari síðuni, má fevna
um virksemi á landi, á sjógvi
og í luftini og organisatoriskt
á trimum stigum, sum fatar
um politiskt-, stjórnarráðs-
og operativt stig.
2. Trygdarpolitiska
støðan í Evropa og
vesturheiminum er í
dag broytt og óviss
Trygdarpolitiska støðan í
Evropa og í vesturheiminum
yvirhøvur er undir støðugari
broyting í hesum døgum. Tað
er ymiskt men eisini óvist,
hvussu henda støða á utt
anríkisøkinum frameftir vil
ávirka innanríkis trygdina
hjá teimum einstøku lond
unum. Tey seinnu árini hava
vit tó sæð, at hóttanir um
yvirgang eru blivnar fleiri
í tali og hóttanarstigi er
samsvarandi hækka í teim
um londum, sum hava havt
ein aktivistiskan uttanrík
ispolitikk viðvíkjandi hern
aðarligum átøkum í londum
í Miðeystri og har um leiðir.
Yvirgangshóttanir
og
-álop, sum tey seinastu 10
til 12 árini á ymiskan hátt og
við jøvnum millumbilum eru
framd ímóti sivilum málum í
Evropa og í øðrum heims
pørtum, hava saman við økt
ari alheimsgerðing og endan
um á kalda krígnum ført við
sær, at trygdardagsskráin í
vesturheiminum er broytt.
Broytt
trygdardagsskrá
og víðkað trygdarhugtak, har
lond í vesturheiminum nú
leggja størri áherðslu á inn
anríkis trygdina hjá borgar
um, er undir støðugari broyt
ing og óvissu nú vápnaða
stríðið hjá teimum vestligu
londunum við USA á odda
mótvegis Al-Qaeda er flutt
yvir á eitt líknandi vápnað
stríð mótvegis víðgongda
muslimska felagsskapinum
ISIL í Irak og Sýria.
Samanhildið við ágang
andi framferðini hjá Russ
landi
í
eystur
Ukreina
og í hesum sambandi, at
hava lagt undir seg Krim
hálvoynna, hóttir trygdar
politisku javnvágina í Evropa
og minnir okkum um spentu
hernaðar-strategisku støð
una millum eystur- og vest
urevropa undir kalda kríg
num, sum kanska alíkavæl
ikki er eitt enda kapittul í
trygdarpolitisku søguni hjá
Evropa.
3. Tilgongdin at skipað
og fáa størri avgerðar
rætt á trygdar-, verju-
og tilbúgvingarøkinum
í Føroyum
Bæði undanfarnu sjálvstýr
issamgongur og tær meira
sambandssinnaðu
sam
gongurnar hava hvør í sín
um lagi arbeitt fram ímóti,
at
Føroyar
fingu
meira
skipaði viðurskifti og størri
avgerðarrætt á tilbúgving
arøkinum, uttan tó at gera
broytingar
í
uttanríkis-,
trygdar- og verjupolitikkin
um, sum enn er danskt máls
øki.
Fyrireikingarnar til olju
leiting vóru í stóran mun
atvoldin til, at tað í 1998 var
settur sjøtul á Tilbúgvingar
verkætlan Føroya, sum var
liðug í 2003 og mælti til, at
ábyrgdarviðurskiftini í til
búgvingini vórðu staðfest
í lóg. Málsøkini leiting og
bjarging og trygd á sjónum
vóru yvirtikin sum føroyskt
sermál í 2002, og sama ár var
MRCC/Tórshavnradio
sett
á stovn. Havumhvørvismál
blivu føroysk í 2003 og til
hoyrandi lóg var sett í gildi
í 2005.
Arbeiðið fram ímóti einari
tilbúgvingarlóggávu
helt
áfram, og ein arbeiðsbólkur
við føroyskum og donskum
embætisfólkum læt í juni
mánað í 2006 úr hondum
frágreiðing, sum mælti til, at
tann sivila tilbúgvingin var
yvirtikin sum føroyskt ser
mál. Henda yvirtøka bleiv
framd tann 1. januar 2007,
og tann 2. mai 2012 var til
búgvingarlógin við 3. viðgerð
endaliga samtykt á Føroya
løgtingi. Tilbúgvingarlógin
skipar sambært § 4 eitt Til
búgvingarráð, sum skal ráð
geva
landsstýrismonnum
í tilrættisleggingini av til
búgvingini. Hetta Tilbúgv
ingarráð hevur ein týdning
armiklan leiklut, tá talan er
um at seta trygdar-, verju- og
tilbúgvingarmál inn í ein før
oyskan samanhang, bæði tá
hesi mál verða fyrireikaði,
og tá ið hendingar og/ella
hóttanir raka føroyska sam
felagið.
3.1 Løgtingið og Landsstýr
ið hava givið til kennar
týdningin av meiri innlitið
og ávirkan í sambandi við
uttanríkis-, trygdar- og
verjumál
Føroya Løgting hevur nakr
ar ferðir gjøgnum árini giv
ið til kennar sína støðu til
trygdar-
og
verjupolitisk
mál. Til dømis í 1940, 1959,
1961, 1970, 1984 og í einari løg
tingssamtykt frá 2004 og í
einari felags yvirlýsing frá
løgmanni og danska uttan
ríkisráðharranum í 2005 – so
kallaða “Fámjin-yvirlýsingin”
– bóru Løgtingið og Lands
stýrið upp á mál eitt greitt
ynski um, at í fyrisitingini av
uttanríkis-, trygdar- og verju
málum, sum hava týdning
fyri Føroyar, er tað natúr
ligt og neyðugt, at Føroyar
verður tikið við og hevur
medávirkan. Eisini stendur
tað skrivað í Fámjin-yvir
lýsingini, at “der er tale om
en ægte medinddragelse og
medindflydelse med sigte på
ligeværdighed i alle spørgs
mål hvor Danmark og Fær
øerne i fællesskab er inddra
get.”
Í
viðmerkingunum
til
uppskoti til fyrrnevndu løg
tingssamtykt frá 2004, skriv
ar Løgmansskrivstovan við
víkjandi tí at taka støðu og
samábyrgd í mun til trygd
arpolitikkin, at “Føroyar eru
so ella so partur av eini størri
heild í trygdarpolitiskum
høpi. Føroyar kunnu sjálv
sagt lata vera at taka støðu,
við tí avleiðing, at lata upp
í hendurnar á øðrum fult
og heilt at taka avgerðir um
støðu landsins og tí, ið hend
ir á føroyskum øki. Har
umframt førir ein slík ikki-
støðutakan til, at grannalond
Føroya onga orsøk hava til at
líta á Føroyar, tá um trygdar
politikk ræður. Úrslitið av tí
kann lættliga gerast, at før
oyskir myndugleikar verða
avbyrgdir í trygdarpolitisk
um høpi. Onnur leið er at
taka støðu og medábyrgd,
og soleiðis tryggja Føroyum
innlit og ávirkan.”
3.2 Skipan av Tilbúgving
Føroya
Í ætlanini skipan av Til
búgving Føroya, sum táver
andi
Tilbúgvingarstovnur
(nú Vørn) toghelt fyri og
umboð fyri føroyskar mynd
ugleikar og kommunur lótu
úr hondum á sumri 2012, men
sum enn ikki er sett í gildi í
framhald á næstu síðu
Føroyar mugu luttaka í trygdar- og verjusamstørvum á politiskum-, stjórnarráðs-
og operativum stigi, eisini altjóða, tí Føroyar eru ein partur av alheimsgerðini og
broyttu trygdardagsskránni í Evropa og í vesturheiminum yvirhøvur
Føroyskt innlit og ávirkan í sambandi
við trygdar- og verjumál er alneyðugt
Greining