Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. juli 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 9 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 124 - 1. juli 2000 Nr. 124 - 1. juli 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart antíð meira enn 50 km/t í fjølbygdum øki, hóast ein hægri staðbundin hámarks- ferð er ásett. Øll, sum koyra akfør yvir 3.500 kg, eiga serliga at leggja til merkis ferðmørk- ini — tí fyri hesi er gald- andi, at koyra tey meira enn 20 km/t skjótari enn tað loyvda, so rýkur koyrikort- ið. Fyrr var talan um 30 km/ t. Hald kann leggjast á akfarið Eitt akfar kann nú inndrag- ast, um tað verður mett neyðugt fyri at forða fyri fleiri brotum, um atkfarið er nýtt til grov ella endurtikin brot á ferðslulógina. Nærljós skulu nýtast Flestu nýggju bilar hava automatisk koyriljós, men langtfrá allir. Eftir 1. juli skulu allir bilar brúka koyr- iljós. Til tey gloymsku er at siga, at um ein ikki minnist til at tendra ljósini, so ber til at fáa ísett sjálvtendrara í flestu bilar fyri yvirkomi- liga upphædd. Spyrji á bil- søluni. Treytað frádøming Nakað heilt nýtt í ferðslu- lógini er treytað frádøming av koyrikortinum í sam- bandi við fyrstuferðarbrot undir serliga linnandi um- støðum. Hetta merkir í stuttum, at lógbrótarin fær bót og ein treytaðan dóm í ávísa tíð. Brýtur hann lógina aftur í hesum tíðarskeiði í so stór- an mun, at nýggja brotið minst gevur sama dóm, so fellur hamarin harðliga, tí endurtøkuavleiðingarnar eru, at bæði upprunaligi og nýggi tilburðurin verða lagdir sum grund undir treytaleysari frádøming. Treytað frádøming verður bert brúkt undir heilt serliga linnandi umstøðum, og tað verður upp til dómsvaldið at leggja støði í tílíkum málum. Børn í bili Øll ferðandi í bilinum skulu sita í trygdarbelti. Men á- setingin í nýggju lógini sig- ur kortini, at um setur við trygdarbelti er tøkt aftan, so skal trygdarbelti nýtast. Øll børn skulu hereftir sita í trygdarbelti, í barna- stóli ella líknandi útgerð, um tey eru undir 7 ár. Før- arin hevur revsiábyrgd av, at øll undir 15 ár sita í trygd- arbelti. Ferðslutrygd veg- leiðir um útgerð til børn undir 7 ár. Nýggja ferðslulógin kemur í gildi í dag Hægri bøtur, lægri promilumark, forboð móti fartelefon, broytt hámarksferð, treyta frádøming av koyrikorti. Hetta eru bert nakrar av broytingunum í ferðslulógini, sum koma í gildi í dag. Ferðslutrygd minnir á broytingarnar: Í dag koma nýggju broyt- ingarnar í ferðslulógini í gildi. Í hesum sambandi hevur Ferðslutrygd gjørt yv- irlit yvir nakrar av teimum týdningarmestu broytingu- num: Bøturnar hækka Í veruleikanum verða bøt- urnar nú eins høgar í Før- oyum og í Danmark. Har føroyingar frammanundan vóru vanir við bøtur fyri ser- liga brot á ferðmørkini uppá 300 til 400 krónur, fara bøt- urnar nú í einstøkum førum at tátta í 2000 krónur. Allar aðrar bøtur hækka. Promillumarkið fer niður Markið fyri promillukoyr- ing verður nú 0.5, og mark- ið fyri rúsdrekkakoyring 0,8. Løgreglan óttast fyri, at mong fara at falla fyri pro- millumarkinum, tí mong hava verið tikin seinastu mánaðirnar og árini við eini promillu millum 0.5 og 0.8 — hetta merkir, at hesi nú falla fyri promillumarki- num. Handhildin fartelefon bannað í bili Løgreglan fer at byrja við at geva ávaringar, verða fólk tikin fyri at tosa í handhildn- ari fartelefon, meðan tey koyra bil. Orsøkin er, at út- gerð til sokallaðu »hands- free”« skipanina í mongum førum ikki er á goymslu í Føroyum. Tískil verður tal- an um eitt heilt stutt tillag- ingarskeið. Trygdarbeltið nýtast Nú skal trygdarbeltið nýt- ast. Førari fær 400 krónur í bót fyri ikki at nýta trygd- arbelti, umframt at hann kann fáa somu bót fyri hvønn einstakan í bilinum undir 15 ár, sum ikki situr í trygdarbelti. Hámarksferð og ferðmørk eru broytt Akfør yvir 3.500 kg mugu ongantíð koyra skjótari enn 70 km/t í óbygdum og ong- Gongdin innan føroysku al- ivinnuna hevur seinastu tíð- ina fingið fleiri innan vinn- una at ávara ímóti, at før- oyingar avreiða ræðisrættin innan fiski- og alivinnuna. Á nevndarfundi hósdagin 15. juni viðgjørdi Føroya Arbeiðsgevarafelag tí henda spurningin, sigur Vinnuhús- ið. Felagið hevur ta støðu, at avgerandi munur er á loyv- istengdum vinnum, sum fiski og alivinnan, og øðrum vinnugreinum, har óav- markað atgongd er at taka upp vinnuvirksemi. Felagið heldur tað tí vera rætt, at hildið verður fast við ver- andi mark, har útlendski ognarparturin er avmarkað- ur til 33%. Samstundis er Arbeiðs- gevarafelagið av teirri á- skoðan, at: lógargrundarlag- ið um neyðugt má broytast, so hesar reglur standa púra greiðar. Tjakið seinastu tíð- ina bendir á, at t.d. alilógin ikki lýkur hesi krøv. At neyðugt er, at lógar- grundalagið verður tillagað, so fullkomuliga gjøgnum- skygni er í øllum eigaravið- urskiftum innan allar loyv- istengdar vinnur. At tað almenna á henda hátt skal tryggja, at fylgjast kann við í, um reglurnar verða hildnar. Og um reglurnar ikki verða hildnar, skulu lógará- settu avleiðingarnar fylgjast — og at loyvir verða tikin aftur, verður sagt frá Vinn- uhúsinum. Avreiða ræðisrættin Arbeiðsgevarafelagið heldur tað vera rætt, at hildið verður fast við verandi mark, har útlendski ognarparturin er avmarkaður til 33%, verður m.a. sagt í tíðindaskrivi frá Vinnuhúsinum Sosialurin - 311820 Nakrir jakkar og frakkar ÷20% Cowboy- buksur hvítar, svartar, beige og gráar. Stuttar og langar ÷10% Vælkomin inn á gólvið og TILBOÐ RÚNAR REISTRUP Tað gjørdist væl dámt og varð nógv vitjað. Og so slóknaði tað. Kjakforumið hjá Faroenet fekk ein bráðan enda, tá fyritøkan knappliga skifti servara, og ikki hevði áhuga í at hava kjakforumið liggj- andi á nýggja servaranum. Men eftir at nógv fólk hava heitt á Faroenet um at taka kjakforumið uppaftur, er tað nú aftur at finna á netinum. Fyribils er tað gamla skipanin, sum er komin aft- ur, men arbeitt verður við at gera eina nýggja skipan til kjakforumið. Halda ein standard Málið hjá Faroenet er at fáa nógvar vitjanir og eitt gott kjak í gongd. Og hesi bæði málini ganga so at siga hond í hond, sambært Faroenet. - Alt tvætl og fjas verður slettað, og sama er galdandi fyri persónliga útspilling. Tað er neyðugt at hava ein ávísan sensur, tí megna vit ikki at halda ein rímiligan standard, so er vandi fyri, at kjakið druknar í óseriøs- um tvætli, og tá er tað einki vert, sigur Jens Pauli Ras- mussen frá Faroenet og samanber tað við ein nátt- klubba. - Loyvir tú einum vána- ligum klientelli inn, so missir tú per definitión teir góðu kundarnar. So skulu vit hava nógvar vitjanir, má kjakið vera gott. Dulnevnd innlegg Á Faroenet hava tey valt at loyva dulnevndum innlegg- um í kjakið. Men fólk skulu gera sær greitt, at um eitt innlegg er undirskrivað við dulnevni, so ber ikki til at leggja eftir navngivnum persónum. - Tey dulnevndu innlegg- ini fáa styttri teymar enn tey navnnevndu. Tá fólk skriva egið navn undir, so halda vit, at vit kunnu loyva okk- um at hava tey standandi - eisini um tey eru eitt sindur kontroversiell. Men har eru sjálvsagt eisini mørk fyri, hvat tey navnnevndu kunnu loyva sær, sigur Jens Pauli Rasmussen. Kjakið á Faroenet Forum er „live“. Við øðrum orðum fer eitt innlegg beint inn á Samfelagskjak á netinum Væl vitjaða kjakforumið hjá Faroenet, sum gjørdist óvirk- ið fyriahálvumøðrum ári síðan, er nú komið fram aftur á netið. Málið er at skapa eitt forum har seriøst kjak trívist. kjaksíðuna, tá tað verður sent frá høvundanum. Tað skal ikki til góðkenningar fyrst. - Vit hava valt at gera tað til eitt beinleiðis kjak, fyri at fáa tað meira livandi. Hini síggja beinanvegin hvat onkur annar hevur skrivað, og kunnu tískil eisini svara umgangandi. Men vit eru sjálvir inni á foruminum frá morgni til myrkurs so at siga, og tí verða innlegg skjótt sen- sorerað, um tey ikki líka krøvini fyri seriøsiteti og virðing fyri persónum. Varð væl vitjað Tá kjakið hjá Faroenet gavst at virka á sinni, hevði tað eini 1.000 sokallað „hit“ um samdøgrið. Her skal takast við í metingina, at fyri hálv- umøðrum ári síðan høvdu væl færri føroyingar at- gongd til internetið, og tískil var talan um eina rættiliga væl vitjaða tænastu. Spurdur um hví kjakið gjørdist so væl umtókt, sig- ur Jens Pauli: - Orsøkin man helst vera, at kjakevnini eru so mong, at tað slepst næstan ikki undan, at okkurt er fyri ein- hvønn áhuga. Og tá kjakast verður um okkurt, ið við- kemur einum, verður ein mestsum drigin til at vitja staðið aftur og hyggja, hvat er komið burturúr - hvat nú er vorðið sagt, og um onkur hevur svarað upp á tað innleggið, sum ein sjálvur hevur skrivað. Hann metir, at tey vitjandi eru í øllum aldursbólkum - eisini teimum yngru, men at innleggini helst ikki verða skrivað av fólki, ið eru yngri enn18 ára aldur. Tingmenn fylgja við Men hvat hjálpir tað so at sita og kjakast á internet- inum? Ikki einki, sambært Jens Paula Rasmussen, ið nevnir dømi um tingmenn, sum hvønn dag vóru inni á kjakforuminum - ikki fyri at kjakast, men fyri at fylgja við í hvat fólk halda um tey politisku málini, ið eru frammi. - Ein av teimum áheit- anunum, ið vit hava fingið um at lata kjakforumið upp- aftur, kom frá einum ting- manni. Tað helt eg vera nokkso stuttligt, sigur Jens Pauli Rasmussen frá Faroenet. Kjakforumið hjá liggur á adressuni www.faroenet.fo Sosialurin - 311820 LANDSINS STÓRSTA ÚRVAL AV MANNFÓLKABUKSUM VÆLKLÆDDUR Í BUKSUM FRÁ KISSA Tórsgøta • 100 Tórshavn • Tel. 31 13 95 P/F