mánadagur 1. desember 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. desember 2014 · Nr. 137
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Danjal av Rana
Fyri einum mánaði síðani
var endaliga frágreiðingin
hjá veðurlagsnevndini hjá ST
løgd fram í Keypmannahavn.
Niður støðan hjá nevndini er
greið – útlátini mugu skerj-
ast í sera stóran mun.
- Tað hevur skund, tíð in
fer frá okkum, segði aðal-
skriv arin í ST, Ban Ki-Moon,
tá frá greið ingin var løgd
fram.
Niðurstøðan hjá nevndini
er, at heimurin í løtuni er
læst ur í eini óafturvendandi
gongd við stórum veður lags-
broyt ing um, orsaka av skjótt
veksandi útláti av vakstr ar-
hús gass um. Og avleið inga-
rnar gerast skjótt verri, um
ikki heimsins tjóðir gerast
samd ar um, og fremja, stórar
skerj ingar í útlátinum.
Málið hjá ST er tí at av-
marka upphitingina av jørð-
ini til tvey hitastig hægri, í
mun til hitan á jørðini í tíðini
inn an ídnaðarkollveltingina.
Fyri at røkka hesum máli,
skriv ar
veðurlagsnevndin,
má útlátið av koltvíiltu, CO2,
skerjast við millum 40 og 70
prosentum innan 2050, með-
an tað við endan av øldini má
verða komið niður á null.
Granskarar
gerast
al-
samt meiri sannførdir um,
at tað er útlátið frá okk um
menniskjum, sum er høvuðs-
orsøkin til tað upp hit ing,
sum er hend síðani mi ð-
skeiðis í farnu øld. Jú meiri
vit lata út av CO2, jú skjót ari
kunnu vit vænta, at stórar
óafturvendandi og vanda-
mikl ar veður lags broyt ingar
fara at henda. Hóast hetta, so
veks ur útláti av CO2 ár um
ár. Veðurlagsnevndin ber tó
tey góðu tíðindi, at vit hava
neyðuga kunnleikan og tólini
til at skerja útlátið skjótt.
- Loysnirnar eru mang ar
og geva rúm fyri áhald andi
fíggjarligari og menniskja-
ligari menning. Alt okkum
tørvar er viljan til broyt ing,
skrivar Rajendra Pachauri,
for mað ur í veður lags nevnd-
ini hjá ST.
Aðalskrivarin hjá ST, Ban
Ki-Moon, er bjartskygdur hó-
ast alt.
- Tá barn títt er sjúkt og
hev ur fepur, nýtir tú allan
tøk an heilivág fyri at linka
um fepurin. Tað krevjast
hørð
átøk
beinanvegin,
um okkum skal eydnast at
stegða upphitingini av jørð-
ini. Men vit síggja ein vaks-
andi vilja, sigur hann.
Í Føroyum er tað Um-
hvørvis stovan,
ið
hevur
um sjón við føroyska vakstr-
ar hús gass útlátinum.
Tøl
frá altjóða stovnum vísa, at
før oyska CO2-útlátið var 12,8
FISKIVINNUNI
VÆNTAR EINA
VIRKISÆTLAN
Útlátið av vakstrarhúsgassum í Føroyum er enn alt ov høgt, men okkurt
bendir á, at gongdin er um at venda. Vindmyllulundin í Húsahaga og
ein elektrifisering av húsarhaldunum í Føroyum fer væntandi at minka
nógv um útlatið, men fiskivinnan manglar enn eina virkisætlan
ø
g
y
j ,
g
ø
y
,
Keldurnar til útlát av veðurlagsgassi stava í stóran
mun frá brenning av olju, koli og øðrum fossilum
brennievnum. Halda vit á at økja um útlátið av
veðurlagsgassi, hækkar miðalhitin á jørðini og
broytingar av ymiskum slagi fara at merkjast.
Natúrligu veðurlagsgassini fevna um vatndamp
(H2O), koldioxid (CO2), metan (CH4) og láturgass
(N2O). Hesi gass gera, at miðalhitin á jørðini
er á leið 15°C og ikki minus 18°C, sum hitin
hevði verið, um ongi veðurlagsgass vóru.
VEÐURLAG
Útlát av vakstrarhúsgassi frá húsarhaldum 1990 til 2014
Samlaða útláti av vakstrarhúsgassi, 1990 til 2013
Tað má kosta at dálka
Endurstovnaða Føroya Nátturu og umhvørvisfelag saknar eina virkisætlan frá myndugleikunum. - Tað manglar
ein virkisætlan, ein ítøkilig ætlan fyri hvussu vit skulu røkka málinum um at skerja útlátið 20 prosent innan
2020 í mun til 2005, sigur Theresa Jákupsdóttir, nevndarlimur í FNU. Hon vísir á, at útlátið størri í dag enn í
2005, so tað gongur eyðsæð skeiva vegin. - Hóast vit ongantíð hava havt so nógva orku frá varandi orkukeldum
sum nú, so dálkar SEV meiri í dag enn fyri 10 árum síðani, tí at orkunýtslan er so nógv størri í dag, sigur Theresa
Jákupsdóttir, sum ynskir at myndugleikarnir innrættað samfelagið á ein slíkan hátt, at nýtslan fer niður. Ábyrgdin
fyri hesum liggur bæði hjá landsmyndugleikunum og hjá kommununum, sigur hon. - Umframt at skipa so fyri, at
nýtslan minkar, so er tað eisini neyðugt, at tað kostar at dálka, sigur Theresa Jákupsdóttir, nevndarlimur í FNU.
Færri skip, ið nýta minni olju
Í ritinum “Veðurlagspolitikkur Føroya – um at skerja útlátið av veðurlagsgassum”
frá Innlendismálaráðnum í 2009 var viðmerkt, at tá nýggjur fiskivinnupolitikkur
verður lagdur, eiga stig at verða tikin, fyri at minka um útláti av
vakstrarhúsgassum frá skipum. Í hesum døgum situr samgongan og tingast um
ein nýggjan fiskivinnupolitikk. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at teir
ikki hava tingast ítøkiliga um útlátspolitikk í fiskivinnusamráðingunum, men at
minni útlát er ein sjálvsøgd avleiðing av eini meiri effektivari vinnu. - Vónin er at
vit fáa færri, men úrslitabetri eindir, ið nýta minni orku fyri hvørt kilo av veiddum