mánadagur 1. desember 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. desember 2014 · Nr. 137
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mortan Østerø
Tá ið døpru hagtølini frá
seinastu viku verða løgd
fram fyri Holger Arnbjerg,
leiðari á Altjóða Skrivstovu
ni, hevur hann fyrst hug at
finnast at teimum, ið siga at
einans 51 prosent av teimum
lesandi uttanlands venda
heimaftur. Hann vísir á, at
hesi hagtølini einans taka
til eftirtektar hvat fólk gera
beint eftir loknan lesnað,
heldur enn at hvørt tey
koma aftur til Føroya eftir
eitt ávíst áramál.
- Aðrar kanningar vísa,
at eftir eitt ávíst áramál eru
60 prosent av føroyingum
heimafturkomin, sum jú er
eitt størri tal enn tey tey 51
prosentini, sum koma heim
beint eftir loknan lesnað,
sigur hann.
Hann viðgongur tó, at ein
av orsøkunum, at føroying
arnir møguliga ikki venda
heimaftur júst eftir loknan
lesnað, nevniliga eru vant
andi starvsmøguleikarnir í
Føroyum.
- Tað kann hugsast, at tey,
sum eru lesandi uttanlands
ikki tíma heim at vera antin
arbeiðsleys ella at fáast við
arbeiði, sum er óviðkomandi
fyri teirra útbúgving, sigur
Holger Arnbjerg, men legg
ur afturat, at, man kann
kanska ikki loyva sær – sum
óroyndur og nýútbúgvin
– at vænta, at man fær eitt
toppstarv beinanvegin. Hin
vegin, so haldi eg, at tað er
altíð stuttligari at vera ar
beiðsleysur og vælútbúgvin
enn ikki. Tá verður man ein
meira fleksibul arbeiðari.
- Hevði ALS bjóðað ein
'dimittendsats'
líkur
tí
danska, har tað í eina av
markaða tíð verður útgoldið
áleið 75 prosent av hámarks
veitingini (um 13.000 kr.) til
nýútbúgvin, so kundi tað
lagt lunnar undir, at fleiri
venda aftur til Føroyar eftir
loknan lesnað, sigur Holger.
Mugu ikki avmarka
útbúgvingar
Tá ið eg spyrji Holger Arn
bjerg, hvørt ein avmarking
av talinum av útbúnum fólki
ikki kundi forðað fyri hesum
trupulleikanum yvirhøvur,
metir hann, at ein útbúgving
altíð hevur høgt kursvirði.
- At fólk kunnu – sum so
– uttan fíggjarligar forðingar
sleppa at útbúgva seg til tað,
tey hava hug til, hevur eitt
stórt
samfelagsligt
virði.
ÚSUN skipanin í Føroyum,
sum veitir upp til 80.000
krónur í óbindandi árligum
stuðli til lestrargjald á hægri
lærustovnum, man teljast
millum heimsins bestu av
sínum slag, sigur hann.
- Aðalendamálið við at
seta í verk ÚSUN skipanina,
var at gera tað gjørligt fyri
føroyingar at nema sær
fjølbroyttari útbúgvingar
úr fleiri londum. At tað
hevur verið til fyrimuns
fyri
Føroyar
síggja
vit
aftur í, at londini, sum
krevja lestrargjald (altso,
uttan fyri Norðurlondini,
red.) kundu bjóða fleiri
listarligar
út-búgvingar
enn eitt nú Danmark. Eisini
síggja vit, at tað nærum
eru ógjørlig upptøkukrøv
eitt nú læknaútbúgving í
Danmark, sigur Holger Arn
bjerg.
- Tað munar tó væl, at
tey, ið ynskja at gerast
læknar, kunnu leita sær
út um norðurlond at út
búgva seg uttan at vera
fyri fíggjarligum mismuni.
Læknavísindi er eisini eitt av
teimum heilt tryggu útbúgv
ingunum at nema sær – har
er nærum eingin læknaút-
búgvin arbeiðs-leysur, sigur
leiðarin á Altjóðaskrivstovu
ni, sum avgjørt ikki heldur,
at Føroyar skulu seta mark
fyri, hvørjar útbúgvingar
føroyingar kunnu nema sær.
Almenn kvalifisering
Gestur Hovgaard, lektari í
samfelagsvísindum á Fróð
skapasetrinum,
er
eisini
sannførdur um, at útbúgving
ikki bert skal hugsast inn
í
praktisk
viðurskifti
á
arbeiðsmarknaðinum.
- Útbúgving er ikki bert
ein praktisk kvalifisering
– tað er ein almenn kvali
fisering, sigur hann í tele
fonviðtalu
við
meg
úr
Danmark, meðan vindurin
darvar góðskuni á ljóðinum
nakað.
Gestur
Hovgaard
var
tá
staddur
í
Danmark,
og vindurin, sum leikaði
á telefonina hjá honum,
segði mær at hann var
ávegis
onkrastaðni.
Tað
helt honum tó ikki frá at
greiða frá týdninginum av
útbúgving og hví hetta ikki
kundi roknast um til prakt
isk viðurskifti. Tað merkt
ist beinanvegin, at hann er
vanur og áhugaður at tosa
um viðurskiftini millum ar
beiðsmarknað og útbúgving.
Tá ið eg spyrji hann, hví fólk
skulu útbúgva seg, lønar
hann mær aftur við einum
retoriskum spurningi:
- Hvat er alternativið?,
spyr hann, og heldur áfram;
fólk vilja sleppa at útbúgva
seg. Ein útbúgving hevur
virði í sjálvum sær, við tað, at
hon er ein almenn kvalifiser
ing. Tað skal skiljast sum, at
útbúgvingar eru við til at
gera eina meira dynamiska
og diversifiseraða arbeiðs
fjøld og sostatt tryggja eitt
innovativt og fjølbroytt sam
felag.
Eg vísi Gesti á, at tað
eru ikki tær heilt nógvu
starvslýsingarnar at finna,
ið hava 'samfelagsfrøðiliga
útbúgving' sum førleikakrav,
og spyrji hvørt tað er tørvur
á teimum 143, sum í løtuni
lesa samfelagsfrøðilig fak.
- Vit kunnu ikki siga, at
tað ikki er 'tørvur' á lesandi.
Verða fólk við útbúgving
sett í starv onkrastaðni, ja,
so verður profitturin eisini
størri. Tað er sostatt kanska
meira politiski myndugleikin
og arbeiðsmarknaðurin, sum
ikki er nóg væl innrættaður
at absorbera tey við hægri
útbúgvingum, sigur hann.
Fleiri útbúgvingar
til Føroya
Hann staðfestir tó, at tað er
viðkomandi at seta spurnar
tekin við, hvørt vit ikki áttu
at bjóðað fleiri masterút
búgvingar til tess at fáa
tættari samband millum tað
lisnu, kvalifiserandi vitan
ina og føroysk viður-skifti
og arbeiðsmarknað.
- Tað hevði avgjørt verið
ein fyrimunur, um útbúgv
ingarnar
hjá
teimum
føroysku
lesandi
vóru
forankraðar
í
føroyskum
viðurskiftum. Juristar hava
kanska ikki hava nóg holla
vitan innan føroysk viður
skifti at koma beint av út
lendskum skúlabeinki og
heim til Føroyar at prakti
sera løgfrøði. Tískil síggja vit
eisini, at Fróðskaparsetrið er
farið at bjóða út masterút
búgving innan júst løgfrøði,
sigur Gestur Hovgaard.
Sambært Gesti Hovgaard,
so er tað í einum samspæli
millum ástøðiligan og prakt
iskan kunnleika, at góðir
møguleikar fyri nýggjum
møguleikum og innovatión
liggja.
- Tað er hetta (samspælið
FØROYSK LESANDI
Seinastu vikurnar hevur Sosialurin sett sjóneykuna á misjavna
býti av lesandi og tøkum arbeiðsplássum. Hetta hevur víst, at
útboðið fer langt yvir um eftirspurningin, men tey, sum varða av
útbúgvingunum halda, at hagtølini skulu takast við fyrivarni
HAGTØL TAKAST
VIÐ FYRIVARNI
Leyslýst størv
frá 22. oktober – 19. november 2014
Topp 15
Kelda: STUDNI (2014) Tølini fyri lesandi í Føroyum eru gjørd
við støði í mánaðarliga lestarstuðlinum - øll á hægri útbúgvingum,
ið hava fingið stuðulin í skúlaárinum, eru tald við. Tølini fyri
lesandi uttanlands eru gjørd við støði í ferðastuðlinum - øll á hægri
útbúgvingum, ið hava fingið stuðulin í skúlaárinum, eru tald við.
Størv, sum hóska til fleiri útbúgvingar, eru tald við fleiri
ferðir. Umframt tað, eru einans størv í Føroyum, ið hava
útbúgvingarligar førleikar sum setanarkrav, tald við.
Keldur: lsh.fo, hmr.fo, amr.fo, starv.fo, starvsportal.fo, in.fo, portal.fo
Námsfrøðiligar
246
Lærarar
206
Maskinmeistarar
181
Sjúkrarøktafrøðiligar
178
Maritimar
155
Tann- og læknavísindi
149
Samfl. leiðsla og fyrisit.
143
Fíggjarl. og búskaparl.
127
Marknaðarf. Íverk, sams. & business
119
Humanisma og sosialvísindi
103
Arkitekt og byggitøkniligar
100
Náttúruvísindaligar og støddfrøðil.
98
KT-frøðiligar
97
Løgfrøðiligar
96
Heilsuvísindi og terapeutiskar
94
Í alt
2.092
av 2.560 lesandi
Námsfrøðiligar*
10
Lærarar
1
Maskinmeistarar
3
Sjúkrarøktafrøðiligar
8
Maritimar
1
Tann- og læknavísindi
2
Samfl. leiðsla og fyrisit.
2
Fíggjarl. og búskaparl.
5
Marknaðarf. Íverk, sams. & business
3
Humanisma og sosialvísindi
1
Arkitekt og byggitøkniligar
2
Náttúruvísindaligar og støddfrøðil.
0
KT-frøðiligar
2
Løgfrøðiligar
0
Heilsuvísindi og terapeutiskar
4
Í alt
44
*Helmingurin av leystlýstu størvunum til námsfrøðingar vóru til niðursetta tíð.