Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. desember 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. desember 2014 · Nr. 140 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 undir fýra eygum Heimkæri dansi­bands­ prinsurin Hvør er tín fyrimynd? Míni foreldur. Tónleikaliga er tað country og dansitónleikur, og tað havi eg fingið inn við móðirmjólkini. Nógvur tónleikur var heima hjá okkum. Pabba spælir harmoniku og mamma guitar. Onkur gomul upptøka er eisini, har eg sum lítil syngi. Hvør er tín framtíðardreymur? Um vit taka tónleikin, so segði eg fyri eini 8 árum síðani í samrøðu við Jákup Magnussen, at um 10 ár standi eg á palli á dansibandfestivalinum í Seljord í Noreg. Tað er kanska ikki so fjart nú. Vinnuliga vóni eg bara, at alt gongur væl, og at vit øll hava heilsuna, tí tað kann jú broytast so skjótt. Dagfinn Olsen Leiðin sum sangari er á topp­ inum í løtuni. Hans Jac­ob W. Hjelm er kendur sum sang­ ari, og Elis Poulsen, út­varps­ vertur, hevur út­nevnt hann til føroyska dansi­bands­ prins­in. Hans Jacob hevur ver­ið virkin innan tónleik í mong ár, men síðstu árnni hev­ur tónleikaleiðin veruliga nátt hæddirnar. – Ein fløga er væntandi um hálvan januar. Tað er dýrt at geva fløgu út, men eg eri sera spentur, sigur Hans Jac­ob. – Vit hava við bólkinum Hans Jacob og Vinmenn eitt gott konsept við dansi­tón­ leiki. Vit hava verið nógv eft­ir­spurdir, og fólki dámar tað væl. Vit spæla nógv til føð­ing­ar­dagar, brúdleyp og al­menn­an dans, sigur Hans Jac­ob, sum sigur, at hetta er sum at fáa eitt nýtt lív tón­ leika­liga. Tónleikalivið byrjaði í 1988, tá Hans Jacob var við í bólk­inum Section, ið gav eina út­gávu út. – Vit vóru fimm, ið tóku okk­um saman, og hetta helt á til 1994. Síðani tá hev­ ur tað verið Hans Jacob og Vinmenn við skiftandi mann­ing, har vit eitt skifti vóru 6 -7 mans í bólkinum, og í dag eru vit 3 mans, greiðir Hans Jacob frá. Á Eiðinum – Eg varð útbúgvin málari í 1999, og havi starvast sum sjálv­støðugur vinnurekandi síð­andi tá, og fram til í fjør. Tað hevur mær dámað væl. Men í fjør fekk eg starv sum húsavørður hjá Vágs Komm­ unu við høvuðsábyrgd av ítr­ótt­ar­øk­inum vesturi á Eið­in­um, men anars er eisini ann­að fyrifallandi at taka sær av, sigur Hans Jacob, sum stórtrívist á Eiðinum, har hann eisini eigur nógvar tím­ar millum ár og dag, bæði inn­an ítrótt og á palli. – Eg eri stórur fjeppari hjá bæði VB og FC Suðuroy, og eg brúki nógva tíð sum áskoð­ari, og eisini royni eg at hjálpa, um á stendur við onkrum, sigur Hans Jacob, ið sjálvur hevur verið eitt sind­ ur á vøllinum eisini. – Eg havi spælt nakað av fótbólti, men tann leiðin gjørd­ist ikki so long. Eg svam eis­ini sum yngri, og tað var kanska meira nakað fyri meg. Men tónleikurin fylti nógv, og ein kann ikki alt, sig­ur Hans Jacob W. Hjelm. Í kjallaranum í VB hús­ in­um gjørdu ungu menn­ in­ir í Section eitt rúm, eitt venjingarhøli, ið var innrættað sum eitt upp­tøku­ høli. Mangir bólkar hava síð­ ani nýtt hesi hølini. – Aðrir bólkar eru so at siga sprotnir úr hesum um­ hvørv­in­um seinni. Í dag er rúm­ið ikki til longur, tí fyri nøk­r­um árum síðani varð av­gerð tikin um at nýta kjall­ ar­an til annað endamál, og í dag er skrivstova og annað í kjall­ar­an­um. Men har átti eg nógv­ar tímar, minnist Hans Jac­ob. Samstarv við tvøramenn Fyri sjey árum síðani byrjaði nú­ver­andi tónleikaliga sam­starv­ið millum ein vág­ bing og tveir tvøramenn. Hans Jacob fann saman við tónleikarunum Jens Jo­ hanne­sen og René Jespersen. – Hetta er eitt gott kon­ sept, ið vísir seg at rigga væl, og fólki dámar tað væl. Og sig so at samstarv ikki ber til!! Men eg veit ikki um tað hevði riggað, um tað var øvugt, altso at tað var ein tvøramaður og tveir vág­ bingar, sigur Hans Jacob og skemt­andi. Eg sløkki Hans Jacob Hjelm hevur eis­ ini roynt seg sum tónasmið, og hava sangirnir verið nógv spæld­ir í loftmiðlunum. – Eg havi skrivað nøkur løg, og tey hava eftir øllum at døma rakt væl. Talan er eitt­nú um sangin til Vágs Kapp­róðr­ar­fe­lag, Ryskidalur, VB sang­ur­in og Heimbygdin Vág­ur. Skaldið Niels Petur Nolsøe, NePtuN, hevur gjørt tekstirnar til hesar sang­ir­nar, og tað var hann sum fekk meg í gongd við at skriva løg, sigur Hans Jacob. – Nú er so fløga á veg. Á henni eru 10 løg. Talan er um norskar sangir, ið er før­ oysk­að­ir, og so ein sang hjá Jim Reeves, ið eis­ini hev­ur føroyskan tekst. Og sung­ið verður við suð­ur­oy­ar­dia­lekt, tí tað haldi eg er um­ráð­andi. Fólki dámar tað, og ein ávís sjarma er eisini í tí, met­ir Hans Jacob W. Hjelm. Eg eri sera heimkærur, og eg verið nokk tann, ið sløkkir ljós­ið, sigur Hans Jacob W. Hjelm. – Í Vági er eisini gott at vera, og eg fegnist um, at tað gongur væl í løtuni, eftir at bygdin varð hart rakt í kreppu­árunum, og hevði ilt við at fóta sær aftur. Eg haldi nógv jaligt hendir í hesum døg­um, sigur Hans Jacob, sum gongur høgt uppí tað, sum hendir í lokala økinum, og uppí sosiala lívið í Vági. – Í Vági er nógv at fara til, um ein vil tað, sigur Hans Jac­ob. – Eg hevði ikki kunnað búð aðrastaðni. Eg havi roynt tað. Men eri eg í út­ lond­um, so ganga 14 dagar, so vil eg sleppa heim aftur. Øll familjan er her, bæði hjá mær og konuni, so vit hava øll rundan um okkum her, sig­ur Hans Jacob W. Hjelm. – Eg verði helst tann, ið sløkkir ljósið, sigur Hans Jacob W. Hjelm, og sipar til, at hann er so heimkærur, og ikki trívist aðrastaðni enn í Vági. Hann er útlærdur málari, men kendastur er hann sum sangari, og ein fløga hevur verið ávegis í longri tíð, men er nú væntandi í januar.