mánadagur 8. desember 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 8. desember 2014 · Nr. 140
undir fýra eygum
Hvat ger teg illan?
Órættvísi og ódugnaligir politikarar. Og tað í ólukkumát í hesum døgum. Ein sær hvussu
ójavnt virðini verða býtt. Nøkur gerast alsamt ríkari, meðan onnur fáa minni. Tað kann
ikki vera rætt. At 800 børn fáa hjálp, nú jólini stunda til, tað átti at fingið onkran upp
úr stólinum.
Hvønn tónleik setur tú frá eina hugnaliga løtu heima við hús?
Tá eg havi havt eina strævna viku, og klokkan gerst 22 fríggjakvøld, so tendri eg
útvarpið og lurti eftir Elis. Eina kalda øl, so slappi eg veruliga av!
UM hans jacob
Hans Jacob W. Hjelm, føddur valdag í 1970.
Giftur Arnleyð K. Hjelm
Børn: Barbara K. Hjelm og Durita K. Hjelm
Útbúgvin málari. Frítíðarítrivið er tónleikurin, ið
fyllir alla frítíðina.
Gongur høgt uppí alt tað lokala, og roynir at stuðla.
Nevnast kann grindabátar, ítrótturin á Eiðinum,
kappróðrarfelagið og nýggjársnevnd, og annars alt
tað sosiala lívið í Vági.